Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 7 siga, greiðir Sigrun Jóhansdóttir Bisp frá. Hóast Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevði fingið vitað, at hon neyvan fór at megna nógv meira enn tvær vik­ur knýtt at teimum ymiskum tól­unum, ið hjálptu henni at anda, so komu eingi nýggj lungur hesa tíð­ina. Tað gjørdu tað heldur ikki tær báðu næstu vikurnar. – Á tí degnum, tá fýra vikur vóru farnar, hevði eg vitjan av tveim­um vinkonum. Eg minnist at sjúkra­ systurin kom inn, og spurdi, um tær báðar kundu fara heim, minn­ ist Sigrun Jóhansdóttir Bisp aftur á. Tað var púra óvanligt, at sjúkra­ syst­urin soleiðis koyrdi fólk tí hús, tí fram til tá høvdu ongar avmarkingar verið viðvíkjandi gest­um. Kortini fekk Sigrun Jó­ hans­dóttir Bisp als ongan varhuga av, at nakað serligt var áfatt. – Eitt korter seinni kom læknin inn í stovuna og spurdi, um eg føldi nakr­an mun í viðgerðini. Hann greiddi frá, at tey høvdu steðga at veita mær mat úr sondum, tí eg skuldi fasta til skurðviðgerðina, nú tey høvdu fingið hendur á lungum, ið passaðu til mín, sigur Sigrun Jó­ hans­dóttir Bisp. Loksins var stundin komin, ið Sigrun Jóhansdóttir Bisp og fam­ iljan høvdu bíðað so leingi eft­ir. Eftir átta langar mánaðir í Dan­ mark og fýra vikur knýtt at alskyns hjarta- og lungutólum, vóru fram­ tíð­ar­út­lit­ini endiliga bjørt, og svar­ ið frá Sigrun Jóhansdóttir Bisp til lækn­an kom beinanvegin. – Eg hevði bíðað so leingi eftir hes­um, at tað kom als ikki sum ein skelk­ur, tá hann gav mær boðini, so eg svaraði alt fyri eitt, at eg var klár. Eg var eisini so klár, ið man kann vera. Heimkoma Skurðviðgerðin gekk væl, og longu tveir mánaðir eftir, at Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevði fingið KI EG AFTUR framhald Eg hevði bíðað so leingi eftir hesum, at tað kom als ikki sum ein skelkur, tá hann gav mær boðini, so eg svaraði alt fyri eitt, at eg var klár. Eg var eisini so klár, ið man kann vera Sjálvt um eg sum yngri hevði eina lunga­funktión, ið var nógv betri enn hana eg havi nú, so følist hetta so stórt, tí eg orki ting aftur, ið eg áður ikki havi megnað