hósdagur 29. juni 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
8
PERSÓNSSØGA
nýggj lungu, varð hon útskrivað
frá Ríkissjúkrahúsinum. Tað var
tó kortini neyðugt, at hon var nær
hendis Ríkissjúkrahúsinum, og tí
slapp hon ikki heim til Føroyar alt
fyri eitt, men nú stundaði av álvara
til, at Sigrun Jóhansdóttir Bisp og
familjan kundu venda heimaftur
til Føroyar.
Móti endanum av mai fekk
Sigrun Jóhansdóttir Bisp loyvi at
fara ein stuttan túr til Føroyar, og
í síðstu viku koman síðan boðini
um, at hon nú var so mikið væl fyri,
at læknarnir mettu, at hon kundi
flyta heimaftur til føðilandið. Tá
vóru fjúrtan mánaðir farnir síðan
lítla familjan av fyrsta sinni svav
eina nátt á Sjúklingahotellinum.
– Eg var til kanningar í síðstu
viku fyri at vita um nøkur frástoyt
ing var av lungunum. Alt sá gott
út, so eg fekk at vita, at eg kundi
fara heim, men framyvir skal eg til
kanningar einaferð um mánaðin,
sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Tað var ein ung kvinna, ið var
munandi frískari enn hon, ið fór
av landinum fyri fjúrtan mánað
um síðan, ið familja og vinir kundu
bjóða vælkomin heimaftur sunnu
dagin.
– Lungafunktiónin var á 44 pro
sent, tá ið eg slapp heim. Tað má
vera fýra ár síðan, at eg havi havt
eina so góða lungafunktión, sigur
ein fegin Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Ein nýggjan kjans
Tað at Sigrun Jóhansdóttir Bisp
hevur fingið nýggj lungu er abso
lutt ikki nakað, ið hon tekur fyri
givið. Eftir at hava livað fleiri ár
við veikum lungum, er hon nærum
málleys, tá hon skal lýsa munin á
lívinum nú og áðrenn skurðvið
gerðina.
– Hetta kann ikki lýsast við orð
um. Sjálvt um eg sum yngri hevði
eina lungafunktión, ið var nógv
betri enn hana eg havi nú, so følist
hetta so stórt, tí eg orki ting aftur,
ið eg áður ikki havi megnað, sigur
Sigrun Jóhansdóttir Bisp, ið leggur
afturat, at lungafunktiónin kann
vaksa í upp til eitt ár eftir, at man
hevur fingið nýggj lungu.
Serliga er Sigrun Jóhansdóttir
Bisp fegin yvir, at hon aftur hevur
orku at vera ein aktiv mamma fyri
sín son og hjúnafelagi til sín mann.
– Meðan eg bíðaði eftir lungum,
orkaði eg einki. Tað var tungt at
siga við sonin í heilum, at eg einki
orkaði. Sjálvandi bleiv hann kedd
ur av tí, og tað var einki stuttligt hjá
mær sum mammu at síggja. Men
nú orki eg aftur at fara við honum
at sparka á vøllinum og gera alt
møguligt annað. Tað kann ikki lýs
ast við orðum, hvussu stórt tað er
fyri meg, sigur Sigrun Jóhansdóttir
Bisp, og leggur afturat.
– Maðurin hevur verið við mína
lið gjøgnum alt og verið ein hollur
stuðul. Nú gleði eg meg at kunna
liva eitt meira vanligt lív saman við
honum og soninum, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
Dagført regluliga
Eitt serstakt við sjúkraleguni hjá
Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur
verið, at hon hevur regluliga lagt
dagføringar um heilsustøðuna og
gerandisdagin út á facebook-síð
una Mítt lív við cystiskari fibrosu.
Síðan sá dagsins ljós í 2015, tí
Sigrun Jóhansdóttir Bisp ynskti
ein lættan hátt at samskifta við øll
tey fólkini, ið ynsktu at vita hvussu
stóð til hjá henni.
– Nógv fólk hava havt meg í
tonkunum, og spurt bæði meg
og familjuna um hvussu hevur
gingist. Tað kundi blíva strævið
fyri tey nærmastu, at fólk spurdi
so nógv, tí tey høvdu onnur ting
at hugsa um, so eg valdi bara
sjálv at kunna fólk um hvussu
heilsustøðan var, greiðir Sigrun
Jóhansdóttir Bisp frá.
Tá Sigrun Jóhansdóttir Bisp
bíðaði eftir skurðviðgerðini hevði
síðan umleið 1.800 fylgjara, men
vaks talið av fylgjarum til 3.000,
tá ið hon bleiv løgd í respirator. Tá
hon so fekk nýggj lungu reyk talið
av fylgjarum upp í umleið 5.000
fylgjarar.
Sjálv
merkir
Sigrun
Jóhansdóttir Bisp eisini, at fólk
kenna hana aftur frá Facebook.
– Fremmand steðga mær í
handlum og á gøtuni og spyrja
hvussu stendur til, og siga tey eru
glað fyri at síggja meg, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp, ið er glað fyri
at vita, at so nógv fólk hava hana
í huga.
– Tað er gott at vita, at fólk hugs
að um meg og biðja fyri mær, sigur
hon.
Tað er ikki bara í Føroyum og á
Facebook, at hon upplivdi stóran
stuðul frá fólki. Í desember varð
skipað fyri eini loyniligari peninga
innsavnan til hana og familjuna,
og eydnaðist tað stigtakarunum
at savna yvir 100.000 krónur til at
hjálpa lítlu familjuni í truplu støð
uni. Sigrun Jóhansdóttir Bisp fekk
handað peningin á Sjúklingahotell
inum.
– Eg fekk ein rættiligan skelk.
Hatta hevði eg als ikki væntað.
Tey tóku meg á bóli við gávum og
peningainnsavningini. Eg skar út
í sjóðheitan grát og misti næstan
ondina, so glað eg varð, minnist
Sigrun Jóhansdóttir Bisp aftur á.
Niðan á Slættaratind
Nú Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur
fingið nýggj lungu, greiðir hon frá,
at tað kennist fyri hana sum hon
hevur fingið ein nýggjan kjans í
lívinum, og at tað má gagnnýtast.
– Nú eg eri komin heim, føli eg,
at eg alla tíðina má gera okkurt, tí
hetta er mín nýggi kjansur í lívin
um. Tað følist skeivt at sita á sofuni
og taka mær av løttum. Eg má vera
virkin, sigur Sigrun Jóhansdóttir
Bisp.
Eitt av teimum málum, ið Sigrun
Jóhansdóttir Bisp hevur sett sær
sjálvari, nú hon vil gagnnýta hvønn
dag, er at vinna á hægsta tindi í
Føroyum.
– Tað er nakað symbolskt í tí at
koma upp á Slættaratind eftir alt
tað, ið er hent seinastu árini. Eg
havi aldrin verið á Slættaratindi,
men nú skal tað vera, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
Var tað vert
Tá Sigrun Jóhansdóttir Bisp á
fyrsta sinni fekk at vita, at hon
mátti flyta til Danmarkar í óvissa
tíð fyri at bíða eftir lungum, var tað
ein tungur biti av svølgja.
– Tað var ræðuligt at fara niður
og skulu fara frá øllum. Mær dámdi
einki tankan um at skulu seta eitt
heilt ár av til at bíða eftir lungum.
Men teir fjúrtan mánaðirnir niðri
hava gingið skjótt, og má eg bara
ásanna, at tað als ikki var spill av
tíð at vera í Danmark, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp, og leggur aftur
at, at hon ikki hevur livað so væl
síðan einaferð í 2012.
Spurd um ikki júst tað, at hon
hevur fingið tað so nógv betri, er
ein váttan um, at tað loysti seg at
seta árið av í Danmark, er Sigrun
Jóhansdóttir Bisp skjót at svara.
– Jú, tað er alt lívið vert.
framhald
Sjálvandi
var tað tungt
til tíðir, men
eg hevði
aldrin nakrar
keðiligar
tankar, meðan eg bíðaði
hesar vikurnar
Myndin er tikin í august 2016
MYND OPHphoto