Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 9 Eitt herviligt telduvirus kallað "Petya" herjar um allan heimin. Virusið er eitt sokallað ransomware virus, og fyritøkur runt allan heimin boða frá álopum á teldur sínar, skrivar BBC.   Poul Laust Christiansen, teldufrøðingur, greiðir frá, at hetta er eitt av teimum virusunum, har ein tendusníkur klárar at brongla telduna, so tú mást rinda pening fyri at fáa ræði á henni aftur.  Teldusníkurin útnyttar trygdarhol í telduni ella fær lokkað fólk at lata viðheftar fílir upp. Tað kann gerast á ymiskar kreativar háttir. Millum annað við at tú fært ein post á donskum frá post danmark, sum sigur, at tú hevur ein pakka ella eina rokning, sum tú ikki hevur goldið, greiðir Poul Laust Christiansen frá.  - Eitt stórt álop er í gongd beint nú, og vit kunnu tí vænta, at føroysk virkir og brúkarir verða rakt skjótt. Man skal generelt vera varin við at lata upp viðheftar fílir upp, men tað er umráðandi, at fólk eru serliga varin júst nú, sigur hann.  Mangur føroyingur hevði leitað sær til Keypmannahavnar týsdagin, tá ið Guns n' Roses høvdu konsert í Parkini í Keypmannahavn.  Meðan konsertin hevur fingið ivasom ummæli orsaka av vánaligu ljóðgóðskuni, var tað kortini ein føroyingur, sum fór sera fegin frá staðnum aftur.  Talan er um sangaran Una Debess – ein maður, sum fekk eina heilt serliga gávu við sær úr Parkini aftur. Á Facebook skrivar Uni: – Onkuntíð er man á rætta stað, røttu løtuna. Vit vóru í Parkini og hoyrdu eina feita konsert viđ Guns N' Roses. Tá konsertin endaði, kastaði Axl Rose mikrofonina hjá sær beint í hendurnar hjá mær, sigur Uni Debess.  Víðari vísir hann tvær myndir, sum hann hevur tikið á konsertini. Ein vísir reyðu mikrofonina hjá Axl Rose, hin vísir reyðu mikrofonina, sum Uni fekk beint í føvningin.  – Eg loftaði henni og fekk hana heilskapaða til hús, sigur ein fegin Uni Debess við Miðlahúsið. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Tobbi ironiseraði yvir smyrslið hjá Anniku. Nú verður hann sjálvur smurdur. Ella rættari sagt: avsmurdur. Danskir skúlanæmingar fara ikki longur at læra, at grindadráp er ein veitsla og at seyður verður flettur í sølumiðstøðum í Føroyum, nú undirvísingartilfar um Føroyar, sum skúlanæmingar hava til taks, verður broytt Starvið sum skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum er nú aftur lýst leyst at søkja, hóast umsóknarfreistin var úti mánadagin – og hóast 10 fólk hava søkt starvið. Grundin er, at mentamálaráðið ynskir fleiri umsóknir at velja ímillum. Ræðuleikarnir úti í heimi hava nú ført til, at festivaløkið í Vágsbotni í Havn er tryggjað ímóti, at nakar ørvitisknokkur skal finna upp á at koyra við bili inn í mannamúgvuna, og tí vóru stórir og tungir betongklossar settir upp við innkomuvegir til Vágsbotn. Í Hvalvík mátti bygdafólkið vekjast at drepa grind mánamorgunin. Tá ið sýslumaðurin kom til Hvalvíkar klokkan knapt seks, vóru bara einir tveir, tríggir mans hjástaddir, so tey fóru undir at ringja, men sjálvur fór hann eina rundferð í bygdini við ýlandi sirenu fyri at fáa fólk á føtur so at grindin kundi haldast til. Tað er altso ikki við mýkindum, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, legst eftir borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen, tá hann sigur um hana, at hon er føroyameistarin í at rekast ímillum flokkar sum bukka millum sengur, eigur ikki evnini at seta seg seriøst inn í nakað mál, hugsar bara um mascara og yvirskriftir og stendur spillnakin í málinum. »Grind« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Føroyar hava 58 heiðurs­ merki frá Oyggjaleikunum í Gotlandi í skrivandi stund 58 Grindaboð hava verið tríggjar ferðir hesa vikuna FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Lot til andøvsgul, undir 5 m/s av ymsum ættum. Tað verður turt og nakað av sól, og hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av suðri, 3-8 m/s. Turt og skíggjað, hitin millum 5 og 10 stig. Lot til andøvsgul av landsynningi, 3-8 m/s, og seinni um dagin veksur hann vindi til 5-10 m/s av eystri. Skíggjað og nakað av regni, hitin um 10 stig. Um kvøldið og um náttina veksur hann vindi til andøvsgul upp í ein strúk 8-13 m/s av eystri landnyrðingi. Skíggjað og regn og hitin millum 6 og 9 stig. Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5-10 m/s . Um náttina snarar hann í ein norðan og heldur fram við 5-10 m/s. Tað verður skíggjað við ælum, men seinni verður klárt og turt. Hitin millum 6 og 10 stig. 5 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s Petya telduvirus lammar fleiri fyri­ tøkur runt heimin Uni loftaði mikrofonini hjá Axl Rose Visti tú? At leygardagin hava samkynd lov, at giftast borgarliga flokkur av grindahvølum, eitt árið vóru sjey grindir; goyma grind, (tilt.) her er roykur og eingin grind (nógv hóvasták av ongum) 2 tvøst og spik av grindahvali, stb. tvøst einsamalt, eta el. fáa grind til døgurða 3 tað at reka og drepa grind, grindarakstur og grindadráp, fara í grind; rógva sum í grind (við nógvari ferð); eg hitti hann í eini grind; teir vóru komnir úr grind 4 (flutt m.) óvæntað innløga el. slakt, hetta var vorðið sum grind at fáar Um orðið sigur Sprotin