Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 10 Grindadráp Hvørja ferð ein grind verður rikin inn, dripin, skorin og útdeild eru føroysku miðlarnir á tremur við myndum av tilgongdini. Ofta verða myndir av sjálvum drápinum vístar og hesar eru blóðigar og ógvusligar á at líta. Tað eru ikki øll, sum taka undir við, at føroysku miðlarnir velja at vísa myndir av sjálvum drápinum, hvørja ferð grindaboð er. Ein av teimum, sum heldur hetta vera fávitskt er havnamaðurin Birgar Johannesen. – Eg eri 100 prosent í móti at vísa myndir hvørja ferð ein grind doyr. Vit verða noydd at gevast við hasum har, tí tað kann bara gera okkum fortreð, sigur hann. Hann heldur, at myndir av grind, sum verður dripin provokerar útheimin í so grovan mát, at tað bert er til ampa og øsing, og oyðileggur myndina av Føroyum og føroyingum. Kaj Leo Holm Johannesen tekur undir við honum, og sigur, at royndir hansara sum sølufólk hava lært hann, at tær myndirnar, sum vit leggja út ávirka útflutningin av fiskavøru, og tá ávirkar tað eisini grundarlagið fyri vælferðarsamfelagi okkara. Tað hava vit øll ábyrgd av – eisini fjølmiðlarnir, heldur hann. – Vit skulu sjálvandi halda fast í rætti okkara at brúka tilfeingi, sum vit hava, men vit skulu eisini vísa ábyrgd, tá vit vita, at tað, sum vit leggja út ávirkar tey, sum keypa okkara fiskavøru. Tí haldi eg, at tað er óneyðugt at blaka so nógvar myndir út, tá tað skaðar okkara áhugamál, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen. Hesum sjónarmiðnum tekur Jens Mortan Rasmussen als ikki undir við. Hann hevur arbeitt við útlendskum mótstøðufólki av grindadrápi og útlenskum miðlafólki annars. Hann sigur, at tað at føroyingar hava verið bangnir fyri, at grindadráp og myndir av drápinum fer at ávirka okkum á ein negativan hátt er óneyðugur ótti. – Drápið – umframt marknaðarføringin hjá Visit Faroe Islands – er grundin til, at vit hava so nógv ferðafólk í Føroyum í dag. Vit hava fingið so nógv fokus á landið frá millum annað Whale Wars, staðfestir hann. Jens Mortan Rasmussen heldur, at fólk eru áhugaði í at vitja Føroyar, tí vit liva sum vit liva. – Vit fáa ikki so nógva negativa umrøðu úti í heimi, sum tað verður gjørt til. Tað er ikki pent at síggja eitt dráp, men tey flestu hava ikki sæð tað, sum hendir aftana, tá øll eru klár at skera upp saman. Tí vildi eg ynskt, at myndarøðin ikki steðgaði, tá hvalurin er deyður, tí tá endar drápið ikki. Vit skulu ikki fjala hesar vøkru myndirnar, men heldur siga søguna í myndum, staðfestir hann Á Visit Faroe Islands greiða tey frá, at tey ikki blanda seg uppi, hvussu føroysku fjølmiðlarnir arbeiða. Tó, so halda teir ikki, at myndirnar sum føroysku miðlarnir hava ta stóru ávirkanina úti í heimi. Í síðsta enda eru tað tó fjølmiðlanir, sum taka avgerð um, hvat er við í tíðindaflutninginum. Kringvarp Føroya, Miðlahúsið, Portalurin og Norðlýsið hava øll somul tann setning, at myndir eru ein nátúrligur partur av tíðindaflutninginum og tí eisini av tíðindum um grindaboð og -dráp. – Vit hava einki at krógva. Grindadrápið er ein partur av okkara siðvenju og eg haldi, at tað er í fínasta lagi, at vit vísa myndir av tí, sigur Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum, er samdur. - Kunnu vit drepa grind, kunnu vit eisini skriva um tað og taka myndir av tí. Vit skriva um tað, sum hendir í samfelagnum og enn í dag eru grindaboð ein stórhending, sigur hann. NÝTIST VERU­LEIKIN AT DOKUMENTERAST Grindadráp: DANJAL AV RANA J avnan verður ført fram, at miðlarnir áttu at latið vera við at víst myndir av grindadrápi, tí hetta skað­ar umdømi hjá Føroyum og ger tað torførari at draga ferðafólk hend­ an vegin. Niels Uni Dam, samskiftis- og PR-ráðgevi, sigur, at hetta er eitt tor­greitt mál, tí tú hevur tvey heilt ym­isk atlit at taka. Á aðrari síðuni hev­ur tú ábyrgdina hjá miðlunum at miðla tað, sum gongur fyri seg í Før­oy­um. Hinumegin hevur tú tað sann­roynd, at myndirnar kunnu styggja ferðafólk burtur. – Eingin ivi er um, at grindadráp er dagur í viku hjá netmiðlunum. Neyv­an er tað nakað, sum gevur teim­um so nógva ferðslu og klikk, sum grindaboð. Tá vilja øll vita, hvar grindin er, hvussu nógvar hval hon telur, hvagar hon verður rik­in, hvussu drápið gekk og ikki minst, nær seðlarnir koma út. Miðl­ar­nir hava væl eisini okkurt slag av public service skyldu í hes­ um sambandi, sigur hann. – Ja, vit fáa fleiri túsund fleiri les­ar­ar, tá grindaboð eru, so tað er eingin ivi um, at hetta hevur stór­an áhuga millum fólk, sigur Eir­ik­ur Lindenskov, blaðstjóri í Miðla­húsinum. Ingi Samuelsen, red­akt­ørur á Portalinum, sigur tað sama. – Tað er ongantíð so nógvur trafikkur á heimasíðuni, sum tá grinda­boð eru. Men størsti áhugin er tá boðini koma og hvagar hon verð­ur rikin. Sjálvt drápið tykist hava minni áhuga, sigur hann. Mótvegis skylduni hjá miðl­un­ um at miðla, er umdømi Føroya úti í heimi. – Tað er heldur eingin ivi um, at myndir av einum grindadrápi hava eina neiliga ávirkan á um­ dømi Føroya. Fyri fólk, sum ikki kenna til grindadrápið, eru mynd­ ir­nar av blóðreyðu firðunum sera ógvusligar, nakað, sum vit før­oy­ ing­ar sum so als ikki geva okkum far um, sigur Niels Uni Dam. Kringvarp Føroya, Miðlahúsið, Portalurin og Norðlýsið hava øll som­ul tann setning, at myndir eru ein nátúrligur partur av tíð­ inda­flutninginum og tí eisini av tíð­indum um grindaboð og -dráp. – Vit hava einki at krógva. Grinda­drápið er ein partur av okk­ ara siðvenju og eg haldi, at tað er í fín­asta lagi, at vit vísa myndir av tí, sigur Olivur Joensen, blaðstjóri á Norð­lýsinum. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðla­húsinum, er samdur. – Kunnu vit drepa grind, kunnu vit eisini skriva um tað og taka mynd­ir av tí. Vit skriva um tað, sum hendir í samfelagnum og enn í dag eru grindaboð ein stór­hend­ ing, sigur hann. Hann skilir eisini lítið av áheit­ an­un­um frá fólkum, millum ann­ að politikarum, sum heita á miðl­ ar­nar um ikki at leggja myndir av dráp­inum út. – Hví skulu vit ikki vísa myndir av einum grindadrápi í Sandagerði, sum 2.000 fólk standa og hyggja at og taka sínar egnu myndir, hvør í sín­um lagi? Vit mugu kunna vísa tað, sum hendir í Føroyum. Um mynd­ir­nar ikki kunnu vísast fyri øll­um heiminum, so eiga vit at gev­ ast at drepa grind, heldur Eir­ik­ur Lindenskov. Olivur Joensen vísir á, at um ikki føroyskir miðlar tóku mynd­ ir av drápinum, so hevði úrslitið ver­ið, at útlendskir miðlar komu hend­an­vegin og so vóru tað teir, sum stýrdu søguni, sum bleiv borin út í heim. Eirikur Lindenskov nýtir So leingi vit drepa grind hava vit onga orsøk at fjala myndir av drápinum. Tað tykist vera støðan hjá føroysku miðlunum í spurninginum um, hvørt tað sømir seg føroysku miðlunum at vísa myndir av grindadrápið á pallum sínum. FJØLMIÐL VERA OP OG ERLIG