hósdagur 29. juni 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
11
LARNIR MUGU
NIR
IR
sama argument.
– Tað hevði verið nógv verri,
um útlendskir myndamenn tóku
myndir av grindadrápinum og
síðani vístu á, at fjølmiðlarnir her í
Føroyum bóru eina heilt aðra søgu.
So hevði tað verið sum í Norður
korea, har einki samsvar er millum
almennu søguna og veruleikan,
sum útlendskir miðlar vísa. Sum
fjølmiðlar mugu vit vera opnir og
erligir, sigur hann.
Niels Uni Dam heldur kortini
ikki, at tað hevði gjørt stórvegis
mun, um miðlarnir góvust at vísa
slíkar myndir.
– Hvørt menniskja, sum fer om
an á sandin ella í fjørðuna, tá grind
er, hevur eina telefon við sær og
hundraðtals myndir verða tiknar
og lagdar út á sosialu miðlarnar.
Eg haldi tí ikki, at hetta kjakið er
serliga áhugavert, tí eg ivist ikki í,
at myndirnar høvdu komið út, hó
ast miðlarnir góvust at leggja tær
út sjálvir, sigur hann.
Hvørki Olivur Joensen, Eirikur
Lindenskov ella Finnur
Koba halda, at miðlarnir
skulu taka atlit til
ferðavinnuna.
– Vit hava heilt víst
atlit at taka, tá tað
ræður um myndir, men
tað eru ikki vinnulig
atlit. Vit vísa atlit, tá
talan er um vanlukkur
og fylgja leiðreglunum
fyri góðan fjølmiðlasið,
men tað er fyri ikki at
stoyta okkara lesarar, sigur Eirikur
Lindenskov.
– Tað er ikki mín uppgáva at
krógva nakað, fyri at fáa ferða
fólk hendan vegin. Tá tað er sagt,
so ansa vit kortini eftir, hvussu
ógvusligar myndirnar, vit nýta eru.
Vit válka okkum ikki í blóðinum,
men vísa heldur myndir av hvalum
enn sjálvum drápinum sigur Olivur
Joensen.
– Tað hevur altíð verið siðvenja
hjá føroyingum at krógva blóðið
eitt sindur, til dømis, tá talan er
um at svæva seyð, fyri ikki at
stoyta onnur. Tað sama gera vit við
grindadrápið, sigur hann.
Finnur Koba, virkandi tíðinda
leiðari á Kringvarpinum, sigur at
har taka tey einans journalistisk
atlit.
– Vit skulu ikki hugsa um møgu
ligar avleiðingar fyri ferðavinnuna.
Um vit halda, at vit hava eina søgu
at miðla, so gera vit tað. Eitt dømi
er, tá eitt grindadráp ikki gekk heilt
eftir ætlan í Klaksvík fyri nøkrum
árum síðani. Hóast tað tá blíva
ógvusligar myndir, so halda vit, at
tað er ein týdningarmikil søga at
siga, sigur Finnur Koba.
Hann vísir eisini á, at atlit eiga at
takast fyri ikki at stoyta fólk, men
viðgongur, at tað kann vera torført
at vita, hvar markið gongur.
– Fyri nøkrum árum síðani vístu
vit nakrar myndir í Degi og Viku av
eini ær við lambi, sum datt oman
í Saksun. Vit kjakaðust nógv um
hetta á redaktiónini, áðrenn vit
valdu at nýta myndirnar og hóast
vit ávaraðu fólk um, at hetta vóru
ógvusligar myndir, so fingu vit
nógvar viðmerkingar um, hví vit
valdu at vísa tær, sigur hann.
Ingi Samuelsen, redaktørur
á Portalinum sigur, at tey hava
valt ikki at vísa nærmyndir av
grindadrápum.
– Drápið er tað sama hvørja
ferð. Vit skriva sjálvandi um, tá
grindaboð eru, hvagar hon verður
rikin og hvussu drápið gekk, men
vit ansa okkum væl við myndaval
inum. Vit fara ikki nær upp á blóð
sprænið, tað er tað eingin orsøk til,
heldur hann.
Hann greiðir frá, at Portalurin
fyri nøkrum árum síðani var fyri
álopið av teldusníkum og tað er or
søkin til, at ein roynir at ansa sær
við myndavalinum.
– Tá vit vita, hvør vandin er, er
eingin orsøk at øsa teldusníkarnar
við at vísa myndir, sum stoyta
teir, myndir, sum í veruleikanum
ikki eru so áhugaverdar, sigur Ingi
Samuelsen.
Allir persónarnir, sum vit hava
tosað við í hesi greinini eru tí
samdir. Spurningurin er ikki, um
vit skulu vísa myndir av drápin
um, men heldur um vit skulu drepa
grind ella ikki.
– Tað stutta av tí heila er, at um
vit sum samfelag halda, at tað er
rætt at drepa grind, so er tað rætt
av okkum at taka myndir og skriva
um tað, sigur Eirikur Lindenskov.
– Veruliga kjakið er, hvørt vit
í 2017 skulu drepa grind ella ikki.
Tað gevur onga meining at kjakast
um eina petitessu sum um miðlar
skulu leggja myndirnar út ella ikki,
sigur Niels Uni Dam.
At norðbúgvar hava dripið grind, síðani teir settu
búgv í Føroyum um ár 800?
Síðani 1586 eru flest grindahvalir dripnir í Miðvági,
síðani í Klaksvík og í Hvalvík. Umleið ein triðingur
av øllum hvalum eru dripinir á hesum trimum
hvalvágum.
Vit eta umleið 54 % av vektini á einum hvali sum
tvøst og spik. Vit nýta umleið 47 % av vektini á
einum fiski.
Ósemja er um, hvussu nógv eitt skinn er. Vanliga
verður sagt, at eitt skinn av grind er 50kg av tvøsti
og 25kg av spiki, men útrokningar hjá Dorete Bloch
vísa, at eitt skinn svarar til 38kg av tvøsti og 34kg
av spiki.
Seinasta árið, eingin grind legði beinini, var í 1927.
Størsta grindin, sum er skrásett at hava lagt
beinini, var á Sandi, 6. oktobur 1940. Tá løgdu 1.200
hval beinini.
16. juli 1992 løgdu fýra grindin beinini. 657 hvalir
tilsamans løgdu beinini, í Bø, Vestmanna, Miðvági
og Leynum.
Visti tú: