hósdagur 29. juni 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
12
TEMA: Grindadráp
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
K
aj Leo Holm Johannesen
skrivaði 17. juni 2017 á
Facebook vanga sínum:
– Hví skulu føroyskir
fjølmiðlar vísa myndir frá sjálvum
drápinum av grindahvali. Eg haldi,
at tað er skeivt. Okkara land hevur
eisini nøkur áhugamál, tá talan er
um útflutning.
Áhugamálini, sum Kaj Leo Holm
Johannesen tosar um, er sølan av
fiski úti í heimi.
– Eg tosi um okkara lívsgrund
arlag sum land. Í Føroyum hava vit
ein útflutningsbaseraðan búskap,
og tað er vitalt fyri landið, at onki
skaðar okkara útflutning. Tí skal
man vísa hógv mitt í drápinum, tá
tað er nógv blóð, og tá feilir kunnu
henda, staðfestir hann.
Óneyðugt at varpa
ljós á drápið
– Eg veit, at vit hava rættin á okk
ara síðu, og tí er ikki neyðugt, at
marknaðarføra drápið. Tað er onki
tíðindavirði í eini heilari myndarøð
av einum drápi, tí vit hava altíð
dripið grind, vit hava hagtølini og
hava onki at goyma, sigur hann.
– Eg skilji tað faktiskt ikki, tí eg
veit, at nógv størri partur av okk
ara keyparum verða frástoytt, tá
vit marknaðarføra drápið hvørja
ferð tað er, leggur hann afturat.
Mugu hugsa okkum um
Kaj Leo Holm Johannesen, leggur
dent á, at hann ikki heldur, at nak
að forboð skal setast fyri hvørki
myndatøku ella deiling av mynd
um.
– Eg snakki ikki um forboð, men
um at vit hugsa okkum um eina
eyka ferð, áðrenn vit leggja harð
ligar myndir út, sigur hann.
Hann vísir á Danmark sum
dømi, ið hevur veldig áhugamál
í grísaútflutningi, tí har sleppur
ongin inn í sláturhúsini at taka
myndir meðan slátrað verður. Or
søkin er, at tað ikki er natúrligt fyri
fólk úr øðrum londum – og serliga
stórbýarmenniskju – at síggja djór
verða dripin, og tað vekir áhuga á
ein heilt annan hátt, enn tað ger hjá
okkum føroyingum.
Vinnan verður ávirkað
Sjálvur hevur Kaj Leo Holm Jo
hannesen arbeitt nógv ár við sølu
av fiski, áðrenn hann bleiv virkin
í politikki, og hann sigur seg vita
við vissu, at sølan av fiski verður
ávirkað av myndum av grinda
drápi.
– Stórar fyritøkur og keypara
lond lata seg ávirka av slíkum, sig
ur hann.
– Tað er hent fleri ferðir, og tað
er ongin ivi í, at tað hevur ávirkan,
leggur hann afturat.
Hann nevnir týskarar, onglend
ingar og amerikanarar sum fólka
sløg, ið fáa serliga ilt av myndunum
av sjálvum grindadrápinum, og
leggur afturat, at hóast talan er um
stór lond, so skulu vit føroyingar
ikki bakka ein tumma, tá talan er
um siðvenju okkara at drepa og eta
grind. Tó, so er munur á at bakka
og at provokera við vilja.
– Vit skulu sjálvandi halda fast í
rætti okkara at brúka tilfeingi, sum
vit hava, men vit skulu eisini vísa
ábyrgd, tá vit vita, at tað sum vit
leggja út ávirkar tey, sum keypa
okkara fiskavøru. Tí haldi eg, at
tað er óneyðugt at blaka so nógvar
myndir út, tá tað skaðar okkara
áhugamál, staðfestir hann.
– Eg trúgvi ikki, at útflutningur
in av fiski nakrantíð steðgar, held
ur ikki tí vit drepa grind, men vit
skulu vera varin við teimum mynd
unum, sum vit vísa, sigur hann.
Umráðandi ikki at
seta forboð
Hóast Kaj Leo Holm Johannesen
heldur, at tað er óneyðugt at
myndir verða vístar av grindadrápi,
so heldur hann ikki, at miðlarnir
skulu noktast í at leggja tær mynd
irnar út, sum teimum lystir. Hann
heldur, at tað er umráðandi ikki at
seta forðingar fyri talufrælsi, men
vísir enn einaferð á, at miðlarnir,
eins og onnur, skulu hugsa seg
væl um og hava í huga, hvat kann
skaða landsins áhugamál, áðrenn
tað verður lagt út.
– Mær vitandi sortera fjølmiðlar
hvønn tann einasta dag í øllum
møguligum øðrum viðurskiftum,
so hví ikki eisini í hesum, spyr
hann.
– Tað, sum sorterast skal í, eru
myndir av sjálvum drápinum, og
tað snýr seg bert um nakrar fáar
minuttir, júst tá blóðið sprænir.
Hvat er tíðindavirði í einum grinda
drápi, tá vit hava dripið grind síð
ani ár 1500, spyr hann aftur.
Spurdur um miðlarnir hava
ábyrgd av at hugsa um, hvussu
tíðindaflutningurin ávirkar út
flutningin av fiski í Føroyum, sigur
hann, at miðlar, eins og øll onnur,
hava ábyrgd av at hugsa um lands
ins áhugamál, men leggur afturat,
at fjølmiðlarnir sjálvsagt sjálvir
meta um, hvat verður lagt út og
ikki.
– Politikkarar, fjølmiðlar og øll
onnur skulu hugsa seg eyka væl
um, áðrenn drápsmyndir verða
sendar út í heim, tí alt verður
missbrúkt ímóti okkum, staðfestir
hann.
Útheimurin sjokkeraður
Kaj Leo Holm Johannesen hevur
av áhuga fylgt við í slíkum tíð
indaflutningi, og hann heldur, at
vit føroyingar eru blivnir betur til
at sortera ófantaligar myndir frá.
– Eg havi fylgt við av áhuga, og
tosað við stórar fyritøkur, sum
hava verið raktar av slíkum mynd
um. Tað vísir seg, at bæði fyritøkur,
sum keypa vøru okkara og kundar
teirra reagera uppá myndirnar. Fyri
tey flestu er ongin munur at síggja
mynd av eini bumbu, sum sprongd
verður í Baghdad, og at síggja mynd
av einum grindadrápi. Hjá teimum
er tað ræðuliga ógvusligt at síggja,
og nógv eru totalt sjokkeraði.
Hann heldur, at vit mugu hava
í huga, at fólk úti í heimi, sum ikki
– Hví skulu føroyskir fjølmiðlar vísa myndir frá sjálvum
drápinum av grindahvali, spyr Kaj Leo Holm Johannesen,
sum heldur, at myndir av sjálvum drápinum eru óneyðugar,
og vit øll – politikkarar og fjølmiðlar við – hava ábyrgd av
lívsgrundarlagnum í samfelagnum, sum er útflutningur av fiski
Myndirnar skaða útflutningin
UMHEIMURI
SJOKERA