hósdagur 29. juni 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
13
liva so tætt at nattúruni sum vit,
verða ávirkaði av slíkum myndum.
– Hóast eg og tú onki leggja í tað,
so ger tað inntrykk á menniskju,
sum keypa okkara fisk, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað held
ur ikki er væl dámt millum føroy
ingar, tá útlendsk tíðindafólk taka
upp sjónband ella taka myndir til
drápið.
– Vit hava verið fíggindasinnaði,
tá tey koma for tætt at, tí vit eru
bangin fyri, at tey missnýta mynd
irnar, staðfestir hann.
Mugu vera professionell
Ofta verður sagt, at drápið er vorð
ið alsamt skjótari og meir pro
fessionelt. Kaj Leo Holm Johanne
sen heldur, at tá vit hava sagt, at
alt kring grindadrápið skal verða
professionelt, so skal heldur ikki
vera pláss fyri amatørum, tí vit
hava bundið okkum til at gera alt
ordiligt.
Hann heldur, at tá tað skal ger
ast ordiligt, so kann man hyggja at,
hvussu tað verður gjørt í stórum
sláturhúsum, har alt er avbyrgt,
og onki tíðindafólk hevur atgongd.
– Eg haldi ikki, at myndafólk og
fjølmiðlar skulu renna mitt í dráp
inum, sigur hann, og leggur afturat,
at tað er skjótt til, at vit føroyingar
fáa eitt ringt image.
Sjálvur er hann glaður um
pressið úti úr heimi, tí tað hevur
betrað um mannagongdirnar tá
dripið verður. Hann heldur, at tað
er umráðandi, at vit føroyingar
halda á fram við at eta grind, um
tað altso ikki verður staðfest bein
leiðis heilsuskaðiligt. Tó, so skulu
vit sum land fyrst og fremst hugsa
um, hvat rindar fyri vælferð okk
ara – og tað er útflutningurin av
fiskavørum.
Fyri tey flestu er
ongin munur at
síggja mynd av eini
bumbu, sum sprongd
verður í Baghdad,
og at síggja mynd av einum
grindadrápi. Hjá teimum er tað er
ræðuliga ógvusligt at síggja, og
nógv eru totalt sjokkeraði.
Vit skulu sjálvandi
halda fast í rætti
okkara at brúka
tilfeingi, sum vit
hava, men vit skulu
eisini vísa ábyrgd, tá vit vita, at tað
sum vit leggja út ávirkar tey, sum
keypa okkara fiskavøru. Tí haldi
eg, at tað er óneyðugt at blaka so
nógvar myndir út, tá tað skaðar
okkara áhugamál
N VERÐUR
AÐUR