hósdagur 29. juni 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
14
TEMA: Grindadráp
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
J
ens Mortan Rasmussen
úr Fuglafirði hevur gingið
í grind síðani hann var 14
ára gamal. Hann heldur,
at tað er umráðandi, at vit før
oyingar halda á við at eta mat úr
nærumhvørvinum, og at vit ikki
dylja nakað fyri umheiminum.
Hetta merkir eisini, heldur hann,
at miðlarnir leggja myndir út, tá
grindadráp er. Og sostatt ikki dylja
nakað av tí, sum fyriferst. Tó, so
heldur hann, at miðlarnir eisini
kunnu varpa meir ljós á restina av
grindadrápinum við myndum, so
sum útdeilingina av grindini.
Søgan um deilingina
umráðandi
Tá hann hevur havt samband við
útlendingar – bæði umboð frá Sea
Shepherd, kendir profilar og miðla
fólk annars – so hevur hann sagt
søguna um grindadrápið frá egn
um eygum. Og tann søgan er beint
fram, greiðir hann frá.
Hann sigur søguna, sum hon er,
og hevur sett sær fyri at greiða væl
frá deilingini av grindini, tí tað er
ein partur av søguni, sum sjálvd
an verður nóg væl lýstur, heldur
hann.
– Tey síggja myndir, har tað
verður stungið og skorið. Tá eg
sigi mína søgu, so seti eg eitt
krav, og tað er, at tey koma við til
útdeilingina dagin eftir, tí tey vita
ikki, hvussu verður deilt, og hetta
hevur broytt áskoðanina hjá nógv
um fólki, sigur hann.
Myndin, sum útheimurin hevur
er, at vit drepa fyri at verða rættir
menn, og av tí at grindin fer avstað
við ov nógv av fiskinum. Tá tey
síggja, at tað verður deilt upp uppá
serligan máta, so broytist hesin
hugsunarhátturin, og fokus fer frá
teimum minuttunum drápið varðir
og frá strongdini hvalirnir eru und
ir, og verður tá breiðari.
– Tann søgan er tann vigtigasta,
tí mótstøðufólk og felagsskapir
vita, at um fólk hoyra søguna um
deilingina, so verður undirtøkan
hjá teimum veikari, sigur hann.
Stuttligt at vera við
til at siga søguna
Tað var mestsum av tilvild, at Jens
Mortan Rasmussen varð millum
gongufólk hjá Sea Shepherd og
útlendskum miðlafólki annars.
Hann greiðir frá, at ein bólkur av
útlendingum einaferð var heima
hjá teimum, og tá borðreiddu tey
við føroyskum mati, og harímillum
eisini grind. Ady Gil og Pete
Bethune vóru á flogvøllinum, og
komu í samband við ein av teimum,
sum høvdu vitjað heima hjá Jens
Mortani, og fingu tá at vita, at hann
hevði grind, og komu tá framvið
hjá honum.
– Har byrjaði tað, og tað hevur
verið eitt ævintýr og stuttligt at
vera við til hjá einum bygdadrongi
úr Fuglafirði, flennir hann.
Tá Sea Shepherd av fyrstani tíð
komu til Føroya valdi Jens Mort
an at gera tað, sum tey flestu ikki
gjørdu. Hann keypti ein kassa av øl,
og fór við honum har viðhaldsfólk
ini høvdu parkerað á Skála.
– Eg drakk eina øl saman við
teimum, og lat tey so eiga restina
av kassanum. So var tann múrurin
brotin, sigur hann.
Tá Pamela Anderson vitjaði í
Føroyum í 2014 varð Jens Mortan
biðin um at vera ferðaleiðari henn
ara. Sea Shepherd setti seg í sam
band við hann, og hann fekk at vita
at hann fekk fyrispurningin av tí,
at tey vistu hvør hann var, hvørj
ar holdningar hann hevði, og tey
høvdu álit á honum.
Grindadrápið er
enn relevant
Grindadrápið er viðkomandi, og
áhugin fyri tí vaksandi, heldur Jens
Mortan Rasmussen,
Føroysk siðvenja er at drepa,
hagreiða og eta grind. Tá vit gera
eftir gamlari siðvenju, kenna vit
okkum sum føroyingar, og tað er
virði í tí, heldur hann.
– Hetta er nakað, sum vit gera,
og tað er ongin annar, sum ger tað
a hendan hátt, sigur hann.
Útlendskt fokus fekk
øvuta ávirkan
Jens Mortan Rasmussen heldur,
at tað er meir grind etin í dag,
enn bara fyri 10 árum síðani, og
greiðir frá, at uppmerksemi úr út
heiminum hevur havt øvuta ávirk
an á ungdómin í Føroyum.
Hann vísir á formansfrágreið
ingina frá grindamannafelagnum,
sum ár eftir ár staðfesti, at færri
ung fólk gingu í grind. Í 2011 tá
Pete Bethune og Ady Gil komu til
Føroyar, varð ljós varpað á grinda
dráp, og í einum grindadrápi í
14
VIT SKULU
IKKI FJALA
HESAR VØKRU
MYNDIRNAR
Jens Mortan Rasmussen:
– Um vit ikki eru stolt av tí, sum vit gera, hví skulu vit so gera tað, spyr Jens Mortan Rasmussen,
sum hevur samskift nógv við útlendskar miðlar um grindadráp. Myndirnar, sum tiknar verða av
grindadrápi vísa umheiminum, at tað sum vit gera er rætt gjørt. Vit hava onki at fjala, heldur hann