Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 15 Streym­nesi vóru so nógv ung fólk, sum ynsktu at hjálpa til og læra at brúka mønustingara, at for­menn­ir­ nir ikki vistu, hvat teir skuldu gera við tey. – Seinni sigi eg við formannin í grinda­mannafelagnum, at handan út­sagnin ikki longur passar, tí nú er stórur áhugi millum tey ungu, og nú er tað er nokk av fólki at stinga og skera til drápini. Eft­ir tað stóð tað ikki longur í for­mans­ frá­greiðingini, at færri ung ganga í grind, staðfestir Jens Mortan Ras­ mus­sen. Gastronomiska bylgjan, Áhugin fyri grindini er eisini vaks­ andi, tí fólk síggja virði í at vita, hvar maturin kemur frá. Vit eru við til at drepa, fyrireika og eta grind­ina. Hetta er eitt rák, sum ger seg galdandi um allan heimin og tí eisini eitt argument, sum mót­ støðu­fólk av grindadrápi skilja. Jens Mortan heldur, at myndir av grindadrápi eru umstríddar, tí vit ikki eru von at síggja dráp og vita hvørki hvaðani maturin er, ella hvussu djórið varð dripið. – Í London varð ein lærari meld­ að­ur fyri at hava víst einum flokki innvølin av einum fiski, og tað er ikki loyv longur. Eg veit ikki, hvat tað er, sum fólk ikki vilja síggja. Kanska er tað vemmiligt ella brut­ alt, men tað er tí vit ikki eru von við tað, sigur hann, og leggur afturat, at vit í Føroyum eru eitt sindur ómod­ern­aði á tí økinum. – Eg spyrji ofta fólk, sum eg tosi við um hetta, hvat tey hava etið í dag, og hvar tann maturin kemur frá. Tað er imponerandi fyri tey, at eg veit, hvaðani maturin hjá mær er frá, sigur hann. Tað at eta mat úr nær­um­hvørv­ in­um er umráðandi á nógvar hátt­ ir. Tað dálkar náttúruna at flyta inn mat, og kjøt og annað, sum selt verður er pakkað í plast, glas­ krukk­ur, og metall, sum fyllir nógv í ruskspannunum. Tað er eitt argu­ ment, sum flest fólk skilja, greiðir hann frá. – Vit liva av tí, sum tú sært her. Tað er onki løgið í, at bógvurin sum ligg­ur á borðinum, er tann ærin, sum hevur gingið í túninum hjá mær. Tað er ein onnur verð hjá út­ lend­ing­um, sum onki vita um slíkt, men eru serliga imponeraði av hes­ um, sigur hann. Myndatøka av grind er broytt Myndatøka av grindadrápi er nógv broytt gjøgnum árini, heldur hann. Mill­um annað er tað ikki so vanligt at síggja myndir av børnum og grind, sum tað var fyrr. – Eg haldi, at børnini verða sen­ sur­er­aði burtur, og tað er ikki so gott. Tað er ongin, sum sigur, at man skal taka nærmyndir, men nógv børn eru við, tá tað verður skor­ið upp, sigur hann Heldur ikki verða nógvar nær­ mynd­ir við nógvum blóði tiknar í dag, og Jens Mortan heldur, at tað er ein generellur holdningur, at man ikki leggur slíkar myndir út, hóast hann sjálvur ikki heldur, at tað er nakar trupulleiki, tá tað verð­ ur gjørt. Hann heldur, at grinda­ menn eru áhugaðir í at síggja, um teir eru við á myndunum, sum verða tiknar, og vanliga onki leggja í, at man sær andlit teirra á mynd­ un­um. Eisini verða nógv fleiri myndir tikn­ar av grindadrápi nú, enn tað var fyrr. Á gomlum myndum av grinda­drápi er myndamaðurin stadd­ur burturfrá og tók onkra eink­ulta mynd. Hann greiðir frá, at føroyingar hava verið bangnir fyri, at grinda­ dráp og myndir av drápinum fer at ávirka okkum á ein negativan hátt. Hetta er óneyðugt, heldur hann. – Drápið – umframt markn­að­ ar­før­ingin hjá Visit Faroe Islands – er grundin til, at vit hava so nógv ferða­fólk í Føroyum í dag. Vit hava fing­ið so nógv fokus á landið frá mill­um annað Whale Wars, stað­ fest­ir hann. Jens Mortan heldur, at fólk eru áhug­aði í at vitja Føroyar, tí vit liva sum vit liva. – Vit fáa ikki so nógva negativa um­røðu úti í heimi, sum tað verður gjørt til. Tað er ikki pent at síggja eitt dráp, men tey flestu hava ikki sæð tað, sum hendir aftana, tá øll eru klár at skera upp saman. Tí vildi eg ynskt, at myndarøðin ikki steðg­aði, tá hvalurin er deyður, tí tá endar drápið ikki. Vit skulu ikki fjala hesar vøkru myndirnar, men heldur siga søguna í myndum, stað­festir hann Myndirnar eru viðkomandi Jens Mortan heldur, at tað onki ger, at vit ferð eftir ferð síggja mynd­ir av grindadrápi í før­oysku miðl­un­ um. Hann vísur á, at vit eisini vísa myndarøðir um heystið, tá barna­ garð­arnir eru við í flettingini, og tá menn fleyga lunda og ræna egg. – Hetta er eitt afturvendandi tema, tí tað er ein arvur, sum ong­ in annar eigur. Løgdu fólk onki í at hyggja at slíkum myndum, so høvdu miðlarnir ikki tímað at fing­ ist við tað, sigur hann. – Slíkar myndir eru eisini við til at vísa, at grindin doyði rætt, leggur hann afturat. Útlendsk ávirkan Pressið, sum føroyingar hava fing­ ið frá umheiminum, tá tað snýr seg um grindadráp, hevur havt við sær, at vit hava gjørt ymiskar broyt­ing­ ar. – Størsta broytingin innan grind­ina er sjálvt drápið. Í dag brúk­ar man kúluongulin og mønu­ sting­arin. Síðani 1. mai í 2015 kunnu bara tey drepa hval, sum hava ver­ ið á skeiði og lært at brúka mønu­ sting­ara. – Aftaná Sea Shepherd vóru í Før­oy­um, hava fleiri túsund tikið skeið­ið. Tað er líka væl umtókt, sum koyrikort og er vorðið ein ordi­lig protest, flennir hann. Myndir av grindadrápi eru um­stríddar, tí vit ikki eru von at síggja dráp og vita hvørki hvaðani maturin er, ella hvussu djórið varð dripið