hósdagur 29. juni 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
16
TEMA: Grindadráp
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
H
avnamaðurin Birgar
Johannesen hevur
greiðar meiningar um,
at føroysku miðlarnir
leggja myndir av dápinum út,
hvørja ferð grind hevur verið.
– Eg eri 100 prosent í móti at vísa
myndir hvørja ferð ein grind doyr.
Vit verða noyddir at gevast við has
um har, tí tað kann bara gera okk
um fortreð, sigur hann.
Nýtt fyribrigdi
Birgar Johannesen, sum hevur lagt
stórt arbeiði í at savna tilfar saman
um Havnina, sum hann eisini hev
ur holla vitan um, greiðir frá, at tað
finnast ikki nógvar gamlar myndir
av grindadrápi í Havn.
– Síðsta grindin, sum legði bein
ini á Kongabrúnni var í 1961 ella
1963, men spyrt tú um myndir, so er
tað ikki til at uppríva. Tað er ringt
at finna grindamyndir, sum eru
eldri enn 20 ár, sigur hann.
Heldur ikki var tað vanligt, at
miðlarnir prentaðu myndir av
grindadrápi, hvørja ferð tað varð
skrivað, at dráp hevði verið.
– Bløðini prentaðu ikki myndir
av grindadrápi av tveimum orsøk
um. Myndin kostaði nógv at fram
leiða, og man brúkti ikki myndir
til sovorið nakað, tí myndir vóru
brúktir til annað, sum hevði størri
prioritet, sigur hann.
Hann greiðir frá, at onkur eink
ult mynd var at síggja her og har,
men mest varð skrivað um hval og
partar.
– Hetta er nakað nýtt, og er í
míni verð ikki gott nokk, og eg eri
sikkur uppá, at tey flestu ikki eru
nøgd við hetta, sigur hann avgjørd
ur.
Ikki tørvur á tí
Hann vísir á, at ávísir netmiðlar
leggja serliga nógvar myndir út
hvørja ferð tað er ein grind. Mynd
irnar, sum valdar verða til mynda
tema eru eisini ofta ógvusligar og
tiknar, tá drápið er í gongd.
– Eg dugi ikki at síggja, hví tað er
fornuftigt at gera. Summir miðlar
velja ógvusligar myndir hvørja
ferð, sigur hann.
Birgar Johannesen greiðir frá,
at hann umgongst nógv fólk í ger
andisdegnum, og prátið gongur
ofta væl, og herfyri, tá grind hevði
verið, sat hann saman við eini 30
fólkum, og tey hugdu øll at eini
ávísari mynd á einum netmiðli av
grindadrápinum, sum júst hevði
verið. Øll vóru tey samd í, at mynd
in var ræðulig.
– Vit vóru øll í luftini, tí hatta
er so býtt og óneyðugt, sigur hann
greiður.
– Vit føroyingar hava ikki brúk
fyri øllum myndunum, tí tað er
nokk við eini yvirskrift um, hvussu
nógvir hval lótu beinini, leggur
hann afturat.
Orsøkin til, at Birgar øsir seg
um evnið er ikki hon, at hann ikki
ynskir myndir verða tiknar av
grindini, men heldur vil hann, at
myndirnar verða valdar við skyn
semi og ikki eru so ógvusligar.
– Legði tú eina mynd út, har tú
rekur eina grind, so hevði ongin
havt nakað ímóti tí, men at taka
100 myndir og velja ta ljótastu úr
hvørja ferð, er tað mest markata,
sum tú kanst ímynda tær, sigur
hann avgjørdur.
– Hví skal man bíða, til alt er
meiðað niður, og sjógvurin er reyð
ur, og menn vassa í blóði. Eg dugi
ikki at síggja, hvat tað skal vera
gott fyri, leggur hann afturat
Órógva føroyingar
uttanlands
Hann heldur eisini, at slíkar myndir,
sum liggja á netinum órógva lívið
hjá føroyingum uttanlands, tí fólk
vita at viðkomandi er føroyingur.
– Hevði eg ikki verið føroyingur,
so hevði eg hatað føroyingar, um eg
sá slíkar myndir, sigur hann.
Myndir av grindadrápi tæna
ongum endamáli, tí tørvur er
ikki á teimum. Hann heldur ikki,
at útlendingar eru áhugaðir í at
vita, at grindadráp – og tískil eis
ini myndir av tí – er partur av før
oyskari mentan. Hann vísir á, at
vit óivað ikki høvdu havt hug til, at
sæð eitt djór verða slátað í einum
sláturhúsi í dag, og somuleiðis hava
útlendingar heldur ikki hug til at
síggja, hvussu vit drepa grindina,
sum er til matna.
– Tey hava fortreð av, at vit gera
soleiðis í Føroyum, og eg haldi, at
vit skulu droppa hatta við, at hjá
okkum er alt tað, sum vit gera rætt.
Tað er tað ikki altíð, sigur hann.
Hann leggur afturat, at varð
grindin dripin í friði og náðum, so
leiðis sum gjørt varð fyrr, so var
tað ongin trupulleiki. Hann held
ur eisini, at blíva føroyingar við
á hendan hátt, so kann tað eisini
ávirka handil millum lond.
Skaðar okkum
Birgar vísur á, at av tí at so mong
fólk í heiminum fáa ilt av, at vit
eta grind, so er ikki neyðugt hjá
okkum at rópa tað út um fjøll og
dalar við ógvusligum myndum,
hvørja ferð tað hendir. Serliga
ikki, tí føroyingar ikki hava tað fyri
neyðini. Hann heldur eisini, at tað
er munur á at síggja eitt djór verða
slátað, sum verður etið av mong
um fólkasløgum, og síðani síggja
grindadráp, tá so fá fólk eru von
við, at grind verður dripin og etin.
– Lamb eta tey flestu, og tí hevur
ongin fortreð av at síggja tað verða
dripið, men grindadráp øsir nógv
fólk. Hvalurin er blivin friðaður,
og tí er tað tann mátin vit velja at
vísa drápið á, sum er umráðandi,
sigur hann.
Vit føroyingar vita, at drápið
er bæði humant og professionelt,
men tað síggja útlendingar ikki,
greiðir hann frá.
Tað er naivt at halda, at hetta
ikki skaðar umdømi okkara, heldur
hann, og eisini mugu og skulu vit
vísa umhugsni.
– Øll verðin elskar hval, og man
er noyddur til at taka hensyn til
hvønn annan, serliga tá verðin er
so lítil sum hon er, sigur hann.
Skulu ikki vera flov
– Tá eg var smádrongur, hevði hvør
hvalur eini 50 sting í kroppinum,
men í dag hevur man funnið hum
anar metodir, og tær koma av
pressinum uttanífrá, sigur hann.
Hann heldur, at føroyingar ikki
skulu vera flovir av, at vit drepa
grind, men tvørturímóti skulu vit
halda fast við mentanina og matin.
Tó, so skal tað ikki borðreiðast fyri
øllum heiminum hvørja ferð.
EG ERI 100 PROSENT Í MÓTI
AT VÍSA MYNDIR HVØRJA
FERÐ EIN GRIND DOYR
Birgar Johannesen:
– Vit føroyingar hava ikki brúk fyri tí, tí myndirnar eru so ógvusligar
og óneyðugar. Tað er nokk við við eini yvirskrift, at so og so nógvir
hvalir løgdu beinini, sigur havnamaðurin Birgar Johannesen, sum rekur
Býarsavnið og er mest kendur fyri sín alsk og eldhuga fyri Havnini