Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 17 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO G uðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Is­lands, heldur ikki, at vit føroyingar eiga at dylja grindadráp fyri um­heim­inum, hóast Visit Faroe Is­lands ikki brúkar grindadráp í markn­að­ar­ føring síni. – Eg haldi, at vit skulu vísa eina ær­liga mynd av Føroyum, og hetta leggja vit okkum eisini eftir á Visit Faroe Islands, sigur hon. Bárður Eklund, digitalur markn­ að­arleiðari í Visit Faroe Islands, tek­ur undir við henni. – So longi vit halda á fram við at drepa grind, so skulu vit ikki fjala nakað. Tað er júst hetta, sum vit gera annarleiðis enn hini londini, sum drepa hval. Tá grinda­drápið verður fjalt, verður tað mysti­fis­er­ að. Í staðin hava før­oy­ing­ar tosað opið og róliga við mótpartin. Tað er meir føroyskt, og tað er ein fínur hug­burður, sigur hann. Bárður Eklund heldur, at hóast vit ikki fjala grindadrápið, so er ikki neyðugt at reypa um, at vit drepa grind, og tí tekur Guðrið Høj­gaard undir við. – Tað er umráðandi, at vit ikki fjala grindadrápið, hóast vit ikki ikki lýsa við tí sjálvi, men heldur vísa vit á Visit Faroe Islands til heima­síð­una whaling.fo, tá vit fáa fyri­spurn­ingar, sigur hon. Guðrið Højgaard heldur, at tað er torført at nágreina, hvussu mynd­ir av grindadrápi ávirka ferða­vinnuna í Føroyum, men at tað ávirkar umheimin, at vit drepa grind er ongin loyna. Hon greið­ir frá, at tá umstrídda frá­boð­an­ar­ skyldan varð partur av grinda­lóg­ ini, so minkaði talið av ferðandi til Før­oya niður í eina helvt. Mótstøðufólk av grindadrápi seta seg í samband við Visit Faroe Is­lands við jøvnum millumbili, og ser­liga tá grind hevur verið, greiðir hon frá. – Vit fáa fult av teldupostum alla tíðina um júst hetta, og nú tá grinda­drápið var í Havn, høvdu mót­støðu­fólk roynt, at fingið heima­síðuna niður og tekna teldu­ post­adressu okk­ara til á leið 12.500 tíð­inda­brøv, og hetta gev­ur okkum nógv eyka arb­eiði, sigur hon. Visit Faroe Islands tekur ikki støðu Visit Faroe Islands hevur onga greiða meining um, hvørt miðl­ ar­nir skulu leggja myndir út av grinda­drápi ella ikki. – Vit síggja onga grund til at hava sterka meing um tað, sigur Bárð­ur Eklund. Hann greiðir áhaldandi frá, at fleiri ferðandi velja Føroyar sum ferðamál, og fleiri velja eisini Før­ oyar frá, tí tey ikki kunnu sættast við áhugamál og mentan okkara. Mótstøðan kemur í bylgjum Tað er torført at vita, hvat tað er, sum ger, at alarmklokkurnar hjá grindamótstøðufólki fara at ringja. Mótstøðan á netinum í móti grindadrápi kemur í bylgjum, og tað er ikki altíð, tá grind hevur ver­ ið, greiðir hann frá. Hann heldur ikki, at myndirnar, sum føroysku miðl­arnir brúka ávirka hesa bylgj­ una. Mótstøðufólk brúka ofta mynd­ ir, sum passa til teirra propaganda, greið­ir hann frá. – Hetta rákið er alla tíðina, og ikki neyðturviliga bundið at einum grinda­drápi, sum hevur verið, sigur hann. Áðrenn mótstøðufólk av grinda­ drápi komu til Føroya, høvdu fáir før­oy­ingar nakra greiða meining um, hvørt tað var rætt at leggja mynd­ir av dápinum út á netið. Nú tykist tað, sum fólk halda, at tað er irreterandi við útlendskari uppí­blanding, og at tað kanska hevði verið annarleiðis, hevði man ikki havt hesar myndirnar, heldur hann. –- Tann lítla bylgjan, sum før­oy­ ing­ar hava sæð hevur lítið at siga í mun til rákið av mótstøðu, sum vit síggja uttalands. Tær fáu við­ merk­ingarnar, sum vit fáa, er lítið í mun til viðmerkingar á útlendsku miðl­unum, sum ikki eru aktuellar ella faktuellar. Tað rákið er nógvar ferðir størri, sigur hann. Umtalan vaksandi Guðrið Højgaard leggur tó afturat, at hóast alt, so hevur áhugin fyri Føroyum ongantíð verið so stór­ ur, sum hann er nú, og hon held­ur ikki, at føroysku miðlarnir skulu afturhalda myndum av grinda­ drápi, tí tað er umráðandi, at myndin sum víst verður av Før­ oy­um er ærlig. Tað heldur Bárður Eklund eis­ ini, og sigur, at á Visit Faroe Is­lands blanda tey seg ikki upp í, hvussu føroysku miðlarnir arb­eiða, og hann heldur ikki, at før­oysk umtala og myndatøka av grinda­ drápi ávirkar ferðafólk, sum um­ hugsa Føroyar sum ferðastað. – Umtalan av Føroyum á net­ in­um er vaksandi, og tað er bæði posi­tiv­ar og negativar søgur at lesa. Myndir, sum felagsskapir, ið eru í móti grindadrápi brúka, eru ikki altíð nýggjar ella rættar mynd­ ir. Tað, at føroyskir miðlar leggja mynd­ir út ger hvørki frá ella til, sig­ur hann Flest føroyingar síggja ikki hetta rákið, tí tú skalt vera á hes­ um plattformunum fyri at síggja tað, sum verður lagt út har, sum mót­støðufólkini av gridadrápi sam­skifta. – Tey venda sær ikki beinleiðis til før­oyingar, men til fólk, sum hava somu áhugamál sum tey, sig­ ur Bárður Eklund. Rákið vaksur báðumegin Bárður Eklund hevur fylgt við á miðl­unum, sum umrøða Føroyar og grindadráp, í nøkur ár. Tær mynd­irnar, sum verða brúktar eru aft­ur­vendandi, greiðir hann frá. Umrøðan av Føroyum er vaks­ andi, og hon ger, at fleiri koma at vitja landið. Bárður heldur, at hóast vit fáa meir av bæði positivari og negativari umrøðu, so vaksur tað positiva rákið skjótari. – Miðlarnir hava eitt journ­al­ ist­iskt arbeiði at gera, og vit hava ikki nakað sum bendir á, at tað stand­ast trupulleikar av tí, sum før­oyskir miðlar gera við myndum, sig­ur hann. Tað er umráðandi, at vit ikki fjala grindadrápið, hóast vit ikki ikki lýsa við tí, og tað er torført at siga, hvørt myndirnar føroysku miðlarnir leggja út hava nakra ávirkan í útheiminum, halda Guðrið Højgaard og Bárður Eklund, frá Visit Faroe Islands. Visit Faroe Islands: UMRÁÐANDI AT VÍSA ÆRLIGA MYND AV FØROYUM Tað er torført at nágreina, hvussu myndir av grindadrápi ávirka ferðavinnuna í Føroyum, men at tað ávirkar umheimin, at vit drepa grind er ongin loyna