hósdagur 29. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
18
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR
TERJI NIELSEN
VISBY, GOTLAND
Jónfinn Petursson er aktivur
partur av badmintonkappingini á
Oyggjaleikunum, men tá ið vit hitta
hann í høllini, har kappingin fer
fram, hevur hann ikki nakað plagg
ella frámerki, sum vísir, at hann er
føroyingur. Orsøkin er, at Jónfinn
Petursson er farin til Gotlands sum
dómari í badmintonkappingini.
Eg eri sum so partur av føroyska
badmintonhópinum, men eg eri
also dómari í kappingini. Hetta er
fyrstu ferð nakrantíð, at Badmin
tonsamband Føroya hevur sent
ein skrásettan dómara til kapp
ingarnar á Oyggjaleikunum, greiðir
Jónfinn Petursson frá.
Dømir eisini føroyingar
Spurdur hvat ein skrásettur dóm
ari er fyri nakað, sigur Jónfinn
Petursson, at tað er ein dómari,
sum skal hava lokið nøkur ávís
skeið.
Hjá okkum í Føroyum er tað
vanligani nøkur skeið, sum verða
tikin í donskum samanhangi.
Men hetta er so ein liður í at koma
víðari í døming og vónandi sleppa
at døma úti í altjóða kappingum,
sigur hann.
Jónfinn Petursson greiðir
frá, at tað eru nógvir dystir í
gongd allatíðina, tí tað skulu so
ómetaliga nógvir dystir spælast í
badmintonkappingini í Gotlandi,
og av tí sama døma dómararnir
eisini rættiliga nógvar dystir.
Eg haldi, at teir hesar fyrstu
dagarnar havi eg dømt eini 50
dystir í minsta lagi, sigur hann.
Hesa løtuna vit vitja í Racket
hallen seinnapartin mikudagin,
síggja vit eisini Jònfinn Petursson
døma ein dyst í tvímansleiki hjá
kvinnum, og júst í tí dystinum
dømir hann eitt føroyskt par. Í
nógvum øðrum ítróttargreinum
sleppa dómarar ikki at døma
íðkarar frá sínum egna landi, men
soleiðis er ikki badminton.
Tað verður undirstrikað væl
og virðiliga her, at tað eitur ”The
Friendly Games”, og at alt fer
fram í einum góðum ítróttaranda,
og tí kunnu vit eisini døma før
oyingar. Men tá ið vit koma til
fjórðingsfinalurnar ella longur,
so sleppa vit ikki at døma okkara
egnu, sigur hann.
Bleiv dómari av tilvild
Men hvussu bar tað til, at Jónfinn
Petursson endaði sum badminton
dómari – hevur hann sjálvur verið
virkin spælari áður?
Nei, tað var eitt sindur av tilvild.
Dótturin spældi nógv badminton,
og so hevur man gingið til tað
saman við henni, og so hevur onk
ur lagt til merkir, at man var har, og
einki hevði ímóti at hjálpa til, um
tørvur var á tí. So ein dagin bleiv
eg spurdur, um eg vildi taka eitt
dómaraskeið. Tað eru eini trý til
fýra ár síðani, og so havi eg tikið
tað har frá, sigur hann.
Sum gongdin er í løtuni í før
oyskum badminton, so hava før
oyingar skjótt sjey skrásettar
dómarar.
So vónandi hava vit tveir før
oyingar við sum dómarar til kom
andi oyggjaleikir á Gibraltar í 2019,
sigur hann.
Spurdur, hvat hann droymirum
at sleppa at døma her í Gotlandi,
sigur Jónfinn Petursson, at tað er
eitt sindur trupult at siga.
- Eitt ella annað stað, so droymi
eg um at døma eina finalu, men
tað merkir so samstundis, at før
oyingar ikki eru í finaluni, og tað
ynski eg sjálvandi ikki. Men røkka
føroyingar ikki finalunum, so havi
eg kanska ein møguleika at sleppa
at døma eina av finalunum, men
best er, um føroyingar sleppa í
finalurnar, sigur Jónfinn Peturs
son at enda.
Aron Jacobsen fekk mikudagin
silvur í ”All round” kappingini
í fimleiki. Tað er fyrstu ferð
nakrantíð, at ein føroyingur
fær silvur í ”all round”
kappingini á oyggjaleikunum.
“All around” merkir, at
kappast verður í øllum seks
kappingargreinunum,
og
mikudagin hilnaðist so mikið
væl hjá Aron Jacobsen, at
hann bleiv næstbestur og vann
silvur.
Harumframt hevur hann
staðið seg so mikið væl, at
hann er komin í finaluna í
beinsveiggi, lopi um hest,
ringum, paralellari barr og
rekk. Tað vil siga í øllum
greinum uttan gólvi.
Hinir menninir stóðu seg
eisini væl mikudagin, tí eftir
kappingarnar var greitt, at teir
hava vunnið sær tilsamans 11
finalupláss, tá kappast verður
fríggjadagin.
Aron Jacobsen fekk silvur í ”all round”
kappingini í fimleiki mikudagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Søguligt
silvur til Aron
JÓNFINN ER KOMIN TIL
GOTLANDS AT DØMA
OYGGJALEIKIR: Ein av mongu føroyingunum,
sum hevur sína dagligu gongd í Rackethallen í
Visby, har badmintonkappingin fer frá í Gotlandi, er
Jónfinn Petursson. Men hann hevur ein heilt annan
leiklut enn allir hinir føroyingarnir í høllini
Jónfinn Petursson er komin til Gotlands at døma í kappingini í
badminton sum tann fyrsti skrásetti føroyski dómarin nakrantíð
MYND: ÍSAK LAKSAFOSS
ÍTRÓTTUR