Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 19 Høvuðsstuðul hjá føroysku ítróttafólkunum í Gotlandi #VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR BOGASKJÚTTARNIR VUNNU AFTUR GULL HÓSMORGUNIN OYGGJALEIKIR: Føroysku bogaskjúttarnir hava gjørt eitt ordans hál á oyggjaleikunum í Gotlandi TERJI NIELSEN VISBY, GOTLAND Tað hevur hildnast ómetaliga væl hjá føroysku bogaskjúttunum í Got­landi. Heiðursmerkini eru komin í hús eitt fyri og annað eftir, og bogaskjótikappingarnar vóru júst endaliga lidnar, tá ið blaðið skuldi til prentingar á miðdegi hósdagin, og tá saman­ umkom høvdu føroysku boga­ skjútt­arnir vunnið ikki færri enn 14 heiðursmerkir, og helvtin av teim­um vóru gullheiðursmerkir. Vunnu gull hósmorgunin Tað var í liðkappingini í compound, at Føroyar hósmorgunin vunnu gull við at sigra á Guernsey. Tey fimm, sum mannaðu føroyska gull­ liðið, eru: Albert Dam, Anja Eydnu­ dóttir, Jóannes Poulsen, Jógvan Nicla­sen og Nikkel Petersen. Samstundis bleiv kappast í lið­ kappingini í recurve, og har vun­ nu Føroyar bronsu við at sigra á Álandi í bronsudystinum. Recurve­ liðið var mannað við Jastrid Rein Jensen, Absalon Hansen og Odd­ mar Nielsen. Umframt gull í fleiri av lið­ kappingunum, so hava bæði Anja Eydnu­dóttir, Oddmar Nielsen og Albert E. Dam vunnið gull í ein­ stak­lingakappingum. So tað er einki at taka seg aftur í, at føroysku bogaskjúttarnir hava havt einar framúr góðar oyggja­ leikir í Gotlandi. Ein av føroysku skjúttunum, sum vann gull í einstaklingakapping, er Al­bert Elias Dam, sum vann gull í so­nevndu knock-out kappingini í Compound. Hann hevur verið við til nógvar oyggjaleikir og fleiri ferð­ir vunnið heiðursmerkir, men hetta er fyrstu ferð, at hann vinnur gull. Eg havi verið nær við áður, og nú lukkaðist tað so aftaná 20 ár. Nú er man blivin so mikið gamal, at man ikki er so spentur, sum man hevur verið, eg eri ikki so nervøs­ur longur, sjálvt um eg enn eri rættiliga spentur, sigur Albert Elias Dam. Hvussu hevur hann so borið seg at við at fáa gull í ár. Eg royni bara at gera tað rætta, og í ár rakk tað heilt á mál, sigur gull­vinnarin. Føroyingarnir hava sum áður­ nevnt staðið seg ómetaliga væl, og tað hevur eisini havt við sær, at tað hava verið fleiri innanhýsis dystir mill­um føroyingar í kappingini, og tað hevur verið eitt sindur ser­ligt. Men ein føroyingur, sum hevur staðið serliga væl av øll­um bogaskjúttunum, er Anja Eydnu­ dótt­ur, sum hevur vunnið heili trý gull­heiðursmerkir. Henni hevur Albert nógv gott at bera. Anja hevur klárað tað óvanliga væl. Tað serliga við Anju er, at hon klárar seg merkiliga væl, tá tað stend­ur á, og hon hevur veruliga toppað her í Gotlandi, sigur hann. TERJI NIELSEN VISBY, GOTLAND Tað byrjaði rættiliga rokaliga hjá føroysku skjúttunum miku­ morgunin, tá ið teir skuldu fara at kappast. Eftir skránni skuldi kappingin byrja klokkan 11 fyrra­ partin, men tá ið klokkan júst var farin av átta, ringdu fyri­reikar­ arnir til føroysku skjútt­ar­nar og søgdu, at kappingin var farin í gongd klokkan átta, og at tað var komin ein misskiljing í. So vit tóku okkum ein hálvan tíma til at seta morgunmatin fram í og líka fáa nervarnar upp á pláss, áðrenn vit fóru til kappingina, men tað var nokk so rokaligt. Men satt at siga, so vundu okkara skjúttar burtur úr hinum, so tað hevði ikki nakra neiliga ávirkan, sigur Sjúrður Knudsen, formaður í Skjótisambandinum. Hann sigur, at møguliga hevur rokaligi morgunin gjørt sítt til, at okkara skjúttar als ikki fingu stund­ir til at gerast nervøsir. Okkara skjúttar eru øgiliga væl fyri, og teir hava vant nógv und­an oyggjaleikunum. Teir skutu øgiliga javnt gott, so tað var øgiliga gott skotið hjá teimum báð­um, sigur Sjúrður Knudsen. Av teimum 200 møguligu stig­ un­um fingu føroysku skjúttarnir heili 170 stig, meðan næstfremsta liðið, ið var Cayman Islands, hevði 158 stig, og Gotland hevði 155 stig. Hósdagin var farið undir ein­ stak­lingakappingar, og tær halda fram fríggjadagin, tá ið seinastu skot­ini vera skotin, og vinnararnir verða funnir. Gull til skjúttarnar OYGGJALEIKIR: Sámal Debes og Tórur Fløtt vunnu gull í liðkappingini í skeet í skjóting mikudagin Anja Eydnudóttur hevur staðið seg framúr væl í Gotlandi og hevur vunnið trý gull í bogaskjóting Albert E. Dam hevur á fyrsta sinni vunnið gull á oyggjaleikunum, eftir at hann hevur verið í 20 ár Mynd: Hilmar Jan Hansen