hósdagur 29. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
20
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR
TERJI NIELSEN
VISBY, GOTLAND
Føroyski hópurin í frælsum ítrótti
á oyggjaleikunum í Gotlandi telur
rættiliga nógv nýggja andlit í
oyggjaleikahøpi, og talan er um
ein ógvuliga ungan hóp. Men
talan er um ein evanríkan hóp, og
ikki minst á kvinnusíðuni sær tað
rættiliga spennandi út fyri fram
tíðina.
Kvinnurnar sterkar
í stafettini
Mikudagin vísti eitt av ungu
talentunum, 18 ára gamla Margit
W. Fríðmundsdóttir, at hon er eitt
spennandi navn, ið tað verður
áhugavert at fylgja í framtíðini.
Margit rann 200 metrar inn
leiðandi, og tað gjørdi hon so
mikið skjótt, at hon tók næstan
0,4 sekund av føroyska metinum,
sum hon sjálv átti frammanundan.
Í hálvfinaluni hósdagin var mót
støðan tó ov sterk, so Margit gjørd
ist nummar seks av teimum seks í
hálvfinaluni, og tískil fekk hon ikki
pláss í finaluni.
Seinnapartin mikudagin runnu
kvinnurnar so 4 ferðir 400 metrar
stafet, og tað er nakað, sum før
oyskar kvinnur ongantíð áður
hava luttikið í á Oyggjaleikunum.
Men føroysku kvinnurnar
líktust ikki nøkrum nýbyrjarum,
tí tær vunnu sítt heat so ruddiliga.
Elisabeth Simonsen legði fyri, og
ungi hoyvíkingurin gjørdi sítt til, at
okkara vóru við í kappingini, men
tað var, tá ið tann bert 16 ára gamla
Oddvør Josephsen legði til brots,
at Føroyar av álvara komu við í
stríðið um fremsta plássið. Margit
W. Fríðmundsdóttir tóku síðani
yvir, og tá ið Rebekka Fuglø rann
seinasta teinin, var ongin ivi um,
at Føroyar vóru nógv tað sterkasta
lðið í kappingini.
Tí Rebekka Fuglø kom á mál eini
15 til 20 metrar framman fyri næst
fremsta rennaran, og føroyska tíðin
var so mikið góð, 4.06.56, at hon var
næstan tíggju sekund skjótari enn
gamla føroyska metið, ið var frá 2014.
Føroysku kvinnurnar renna
finaluna á 4 ferðir 400 metrum
seinnapartin fríggjadagin.
Rebekka og Oddvør í
finaluna á 800 metrum
Fyrrapartin mikudagin runnu
bæði Rebekka Fuglø og Oddvør
Josephsen innleiðandi kapping á
800 metrum, og ikki kann sigast
enn, at tað gekk teimum báðum
serstakliga væl.
Rebekka Fuglø var í fyrru kapp
ingini, og hon vann ein greiðan
sigur, meðan tað var greitt, at Odd
vør veruliga skuldi spíla seg út, um
hon skuldi hava ein møguleika at
røkka finaluni í sínari kapping, tí
bert tvær tær fremstu vóru tryggj
aðar pláss í finaluni.
Og 16 ára gamla Oddvør Joseph
sen rann sum ein brandur, og hóast
hon leingi lá triðfremst, so hevði
hon teir síðstu 50 metrarnar so
mikið eyka í sær, at hon við einum
framúr endaspurti fekk tikið
seg fram á næstfremsta pláss
ið og harvið tryggjað sær pláss í
finaluni, sum verður fríggjadagin.
Ein rørdur venjari
Guttorm Sørensen er venjari hjá
bæði Rebekku Fuglø og Oddvør
Josephsen, og hann var sum vera
man ein ógvuliga fegin maður, tá
ið tær báðar høvdu tryggjað sær
pláss í finaluni.
Hetta er heilt fantastiskt. Vit
hava ongantíð áður havt tveir
rennarar við í finaluni á 800 metr
um, so hetta er ordiliga stórt fyri
okkum. Rebekku væntaði altíð í
finaluni, men tað var eitt sindur
meira ivasamt, um Oddvør fór at
megna tað, men eg visti, at hon
hevði tað í sær, og tú sást, hvussu
hon gav alt, ið hon átti í sær, og tað
er júst soleiðis, at vit kenna Odd
vør, segði Guttorm Sørensen eftir
kappingarnar mikudagin.
Hann sigur, at tað er serstakliga
stuttligt at vera við í ár, tí føroyski
hópurin telur so nógv ung og
spennandi andlit, sum hava nógv
ár framman fyri sær, um tey blíva
við.
Tær toppa ikki enn, so tað verður
ótrúliga spennandi í framtíðini, um
tær blíva við, tí tær hevði nógv ár
framman fyri sær. Um hetta verður
gongdin, so verður tað ómetaliga
spennandi á Gibraltar um tvey ár,
sigur Guttorm Sørensen.
Fríggjadagin verður eisini stór
ur spenningur um aðrar kappingar
í frælsum ítrótti sæð við føroyskum
eygum. Tí tá fer Tórur Mortensen
at kappsat í trístøkk, har man
kann vænta eitt heiðursmerki, og
somuleiðis fer Marna Egholm at
kappast á hálvmarathonteininum.
Guttorm Sørensen var ovurfegin um úrslitini hjá føroysku rennarunum mikudagin
Mynd: Ísak Laksafoss
MIKUDAGURIN
GJØRDIST
SØGULIGUR
ÍTRÓTTUR
OYGGJALEIKIR: Hjá føroyskum frælsum ítrótti gjørdist
mikudagurin her í Gotlandi søguligur á fleiri økjum
Rebekka Fuglø skal fríggjadagin renna finalu á bæði
800 metrum og á fýra ferðir 400 metrum.
Mynd: Ísak Laksafoss