Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 21 Høvuðsstuðul hjá føroysku ítróttafólkunum í Gotlandi #VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR OYGGJALEIKIR: Føroysku svimjararnir halda siðvenjuna viðlíka og vinna eina ørgrynnu av heiðursmerkjum á oyggjaleikunum í Gotlandi TERJI NIELSEN VISBY, GOTLAND Mánakvøldið og týskvøldið tryggj­ aðu føroysku svimjararnir sær fýra gull hvørt kvøldið, og mikukvøldið vóru gullheiðursmerkini trý í tali. Harumframt hava okkara svimjarar eisini vunnið eina ørgrynnu av øðrum heiðursmerkjum. Hæddarpunktið mikukvøldið var uttan iva seinasta kappingin á kvøldinum, tá ið føroysku kvinn­ur­ nar skuldu svimja stafettina á fýra ferðir 100 metrum frísvimjing. Hetta bleiv ein fantastiska spenn­andi kapping, har Føroyar ikki vóru favorittar undan kapp­ ing­ini. Men tað løgdu føroysku kvinn­ur­nar einki í, tí tær løgdu seg á odda næstan beinanvegin. Sign­hild Joensen legði út sum eitt óløgi, og Jana Bjartalíð Thomsen bara økti um leiðsluna, og tær báð­ ar seinastu, Vár Eidesgaard og Sára Nysted, vóru líka knáar sum hinar báðar, so at enda bleiv talan um ein knúsandi føroyskan sigur. Rómurin í Solbergabadet, har svimji­kappingin fer fram, var øgi­ lig­ur, og føroyingar seta veruliga sín dám á áskoðarafjøldina, og sum onkur fremmandur segði miku­ kvøldið ” you take all the gold”. Meira var á veg Eftir evstamark hjá blaðnum var farið, høvdu føroysku svimjararnir fram­vegis nakrar finalur, sum teir skuldu kappast í, og mest sannlíkt var, at fleiri heiðursmerkir fóru at koma til høldar, sjálvt um man ikki skal kanna sær bitan ov tíðliga. Sum skilst var málsetningurin hjá føroysku svimjarunum undan leiku­num, at man skuldi hava 10 gull­heiðursmerkir, men longu áðr­enn seinastu finaludagin vóru heili 11 gullheiðursmerkir komin í hús, so sigast má, at tað hevur ging­ið væl hjá okkara svimjarum í Gotlandi. SVIMJARARNIR SVIMJA Í HEIÐURSMERKJUM Rómurin var øgiligur í føroysku svimjileguni, tá ið kvinnurnar svumu seg til gullið á stafettini mikukvøldið Mynd: Rókur í Jákupsstovu 27 ára gamli gotlendingurin, Ras­ mus Lund vil varðveita forna got­lendska málið. Hesin áhugin hevur ført til, at hann hevur lært seg bæði íslendskt og føroyskt. Hósmorgun hevði Rás2 vitjan av einum forkunnugum gesti í studionum á gistingar­húsinum í Visby. Talan er um 27 ára gamla Rasmus Lund, sum hevur lisið á lærdum háskúla í Uppsala á svenska meginlandinum. Har las Rasmus Lond norðurlendsk mál. Rasmus Lund hoyrir til ein minniluta í Gotlandi, sum vil, at gamla gotlendska málið – Guta­ målet – skal varðveitast. Hansara stóra innlit í tað forna gotlendska mál­ið gjørdi, at hansara áhugi var vakt­ur fyri tí íslendska málinum, og síðani eisini tí føroyska máli­ num. Bert hálvafjórða viku í Føroyum Rasmus Lund hevur bert verið í Føroyum á einum sinni, og var tað á einum summarskeiði hjá Fróð­skaparsetrinum, sum vardi hálva­fjórða viku. Annars hevur Ras­mus Lund lært seg føroyskt sjálvur. Hetta hevur hann gjørt við at lurta eftir føroyskum út­varps­sendingum, og við at hyggja og lurta eftir føroyskum sjón­varps­sendingum í Kringvarpi Før­oya. Rasmus Lund hevur eisini ognað sær føroyskar bøkur, og staðfestast má, at hann tosar ræð­ið føroyskt. Íslendskt er lættari at úttala Rasmus Lund hevur búð eitt ár í Íslandi, og hann sigur, at hann held­ur seg práta betur íslendskt enn føroyskt. Hann heldur, at tað er lættari at úttala íslendskt, men hann heldur samstundis, at før­oyskt hevur eina lættari mál­ læru enn íslendskt. Rasmus Lund hevði ynskt, at eitt samstarv um før­oyskt, íslendskt og gutamálið hevði kunnað blivið veruleiki, tí hann staðfestir, at hesi trý mál­ ini hava somu rót og sama upp­ runa. Gutamálið hevur eisini fleiri orð, sum hann kennir aftur í føroyska málinum og í tí ís­lends­ ka málinum. Hevði ynskt størri sjálvræðið Rasmus Lund heldur, at Føroyar eru ein fyrimynd hjá got­lend­ ing­um um hvussu ein kann varðveita eitt tungumál, sum verður tosað av fáum fólkum. Stjórnarliga held­ur hann eisini, at Føroyar eru ein fyrimynd hjá Gotlandi. Meðan Før­oyar hava stórt sjálvræði, og stýra flestu innlendis økjum, so er Gotland bara ein vanligur svensk­ur lands­ lutur við nøkrum kom­mun­um. Hann hevði ynskt, at Got­land eins og Føroyar kundið verið ein sjálv­stýrandi partur av svenska ríkinum. Skaðar knústu oyggjaleikadreymin Rasmus Lund er sum flestu gotlendingar sera fegin um at kunna hýsa oyggjaleikunum í Got­landi. Um hann ikki hevði verið so skaddur, so heldur hann, at hann hevði havt møguleikan at tikið lut á oyggjaleikunum í frælsum ítrótti. Rasmus Lund rann teinarnar, 10.000 metrar og 5.000 metrar áðrenn skaðarnir settu ein steðg fyri tí. Hevði lagnan ver­ið øðrvísi, so hevði hann verið ein av oyggjaleikaíðkarunum. Ungur gotlendingur hevur lært seg føroyskt