Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 22 ELIAS FEKK ALTJÓÐA DEBUT Á Víkinga liðnum týskvøldið var talan um eitt serstakliga rutinerað lið, har teir flestu høvdu roynt líknandi dystir áður. Tó var tað ein, ið fyri fyrstu ferð royndi seg í altjóða fótbólti fyri klubblið. Tað var málverjin, Elias Rasmussen. Elias Rasmussen hevur tó royndir frá yngru landsliðunum hjá Føroyum. Við 2-1 sigrinum á Trepca 89 í fyrru uppgerðini í fyrsta undankappingarumfari í Champions League kappingini, tryggjaði Víkingur týskvøldið føroyskum fótbólti týðandi stig í altjóða fótbólti. 2-1 sigurin gevur teimum eisini gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina um eina viku. ANDRÉ OLSEN T að hevur fylt nógv í føroyskum fót­bólti hetta sein­asta árið, at Gibr­ alt­ar er byrja at anda Føroyar í nakk­an á styrkislistanum fyri klubblið. Seinasta kapp­ing­ar­ ár eydnaðist tað bert før­oyskum fótbólti at fáa 375 stig í altjóða fótbólti, með­an Gibraltar, ið liggur í høl­unum á okkum, skavaði heili 1500 stig saman. Or­søk­in til at tað hevur fylt so nógv, er tann, at kemur Gibr­alt­ar framvið okkum á styrk­is­list­anum, kemur føroyskur fót­bólt­ur at missa eitt um­boð í al­ tjóða fótbólti tey kom­andi ár­ini, har luttøkan fer frá 4 fe­løg­um – sum nú luttaka – nið­ur í 3 feløg. Tí hev­ur trýstið á tey føroysku fe­løg­ini, sum í summar skulu lut­ taka, verið størri enn tað hev­ur verið undanfarin ár. Uppiborin sigur til Víking Tað var tí ógvuliga kær­kom­ið, at Víkingur týskvøldið í fyrsta dys­ tinum hjá einum før­oysk­um fe­ lag­ið í altjóða fót­bólti í summar, kundi tryggj­að føroyskum fót­bólti ein sig­ur. Víkingur vann nevni­ liga fyrru uppgerðina móti meist­ araliðnum frá Ko­sovo, Trepca 89, 2-1 á Tórs­vølli, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 1-1 í hálv­leik­in­- um. Sum heild var talan um uppibornan sigur hjá Vík­ingi. Víkingur var størsta part­in av dystinum omaná, tí hóast mótstøðuliðið úr Kosovo hevði bóltin nógv, var tað Víkingur, ið hevði fleiri vandamiklar mál­møgu­leikar, meðan Trepca 89 sjáldan var vandamikið í álops­ støðu. Víkingur legði seg á odda eft­ir eitt gott korter, tá besti Vík­inga leikarin í dystinum, Gunn­ ar Vatnhamar, stútaði eitt inn­legg í netið. Málið kom eftir gott uppspæl í vinstru síðu, har Filip Djor­djevic og Hanus Jacobsen høvdu spælt væl sínamillum, sum endaði við at Hanus Jac­ob­sen smekkaði eitt inn­legg í høvdið á Gunnari Vatn­ham­ar. Eftir 1-0 málið, hevði Vík­ing­ur ógvu­liga gott tam­ar­hald á dyst­in­ um, og mót­støðu­lið­ið úr Ko­sovo, hevði tað tor­ført við at koma til mál­møgu­leik­ar. Hend­inga­ferðir royndu teir seg við lang­skot­um, sum tó í flestu før­um vóru omanfyri Vík­ingamál­ið. Tað var ikki fyrr­enn eini 10 minuttir fyri hálv­leiks, at mótstøðuliðið úr Kosovo, av álvara raknaði við. Teir gjørdu tá eina út­ skift­ing, sum styrkti liðið hjá teim­ um, og tóku alsamt meira yvir í dystinum. Tað eydn­að­ist teim­um eisini at skora til 1-1 hesa løt­una, sum var teirra klárt besta løta í dyst­inum. Málið kom úr vinstru síðu, har ein Trepca 89 leik­ari, hegnisliga legði bólt­in í einum bleyt­um boga aft­anfyri Elias Ras­ mus­sen í Vík­inga málinum, sum ong­an møguleika hevði at bjarga skot­inum. Víkingur omaná í seinna hálvleiki Tað sást at Vík­ing­ar­nir ikki høvdu ver­ið heilt nøgd­ir við støð­una 1-1 í hálv­leik­in­um, tí frá byrj­an av í seinna hálv­leiki legði Víkingur meira fyri, enn teir høvdu gjørt í fyrra hálv­leiki. Víkingarnir lupu á við fleiri monnum, og gjørd­ ust nógv meira naskir, enn teir høvdu verið í fyrra hálv­leiki. Sum hálvleikurin leið, tók Víkingur eisini meira og meira yvir, og tað var í tráð við leikgongdina, at Vík­ing­ ur eisini skoraði av­ger­andi málið tá 73 min­utt­ir vóru leiktir. Dagsins leik­ari á vøllinum, Gunnar Vatn­ hamar, átti uppleggið, tá hann við góðum inn­legg­ið fann ein púra frían Ade­shina Lawal, ið bert skuldi seta fótin á bóltin, so­leið­is at Víkingur kom á odda 2-1. Seinastu løtuna skuldi Víkingur havt økt til 3-1, tá Sølvi Vatnhamar gjørd­ist púra fríur móti mál­verj­an­um hjá Trepca 89. Men hann misnýtti mál­møgu­ leik­an, tá hann smekkaði beint á málverjan hjá mót­støðu­lið­num. 2-1 sigurin tryggjar Víkingi eitt gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina í Ko­sovo um eina góða viku, um­framt at sigurin eisini er kær­komin fyri føroyskan fót­bólt á styrkislistanum, har Víkingur við sigrinum tý­s­kvøld­ið gav 250 stig til før­oysk­an fótbólt fyri hetta kapp­ ing­ar­ár­ið. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... ÍTRÓTTUR VÍKINGUR TRYGGJAÐI TÝÐANDI STIG