Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 23 LAWAL HEVUR SKORAÐ Í HVØRJUM DYSTI Merkisvert er, at Adeshina Lawal hevur skorað í hvørjum altjóða dysti sum hann higartil hevur leikt í. Í 2014 skoraði hann í báðum uppgerðunum hjá B36 ímóti Linfield FC, og á Tórsvølli skoraði hann aftur móti Trepca 89. Hann hevur tí spælt tríggjar dystir altjóða, og skorað í øllum. Tá Føroyar fyri nøkrum árum síðani fóru framvið Wales á FIFA styrkislistanum fyri landslið, var tað føroyinginum, Jákupi Emil Hansen, at takka. Jákup Emil Hansen fylgdi so mikið væl við, at hann fekk kunnað FIFA um ein feil, sum teir rættaðu, soleiðis at Føroyar at enda fór framvið Wales á styrk­is­list­an­ um hjá FIFA. Sami Jákup Emil Han­sen fylgir eisini væl við hvussu tað gongur teimum føroysku feløgunum í altjóða fótbólti og við styrkislistanum har. Á Facebook síðuni, Føroyskt Fótbóltskjak, greiddi Jákup Emil Hansen týskvøldið frá, at sigurin hjá Víkingi var týdningarmikil fyri føroyskan fótbólt. – Víkingur vann ein flottan sigur, men tíverri vann Europa FC úr Gibraltar eisini á útivølli móti The New Saints úr Wales. Ein sigur í altjóða fótbólti, gevur 1000 stig á UEFA Country Ranking, sum tó skal býtast við talið av liðum frá hvørjum landið. Av tí at Gibraltar hevur eitt land færri enn vit í altjóða fótbólti, fáa teir tí fleiri stig enn vit fyri sigurin. Stigini hjá Gibraltar verða býtt við trý, meðan okkara verða býtt við fýra. Gibraltar fekk tí 333 stig fyri sigurin hjá Europa FC, meðan Føroyar fingu 250 stig fyri sigurin hjá Víkingi. – Stigatalvan sær tí soleiðis út at Føroyar í løtuni hava 3250 stig á styrkislistanum, meðan Gibraltar hava 2833 stig. Tað er tí ógvuliga tætt á styrkislistanum, har Gibraltar enn andar okkum nógv í nakkan, men har vit nú eisini eru farnir at leggja trýst á fleiri lond, so sum Litava, Malta og Wales, sum eisini hava fýra umboð í altjóða fótbólti. So sigurin hjá Víkingi hevur stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, skrivaði Jákup Emil Hansen á Facebook síðuna Føroyskt Fótbóltskjak eftir sigurin hjá Víkingi týskvøldið. Við 2-1 sigrinum á Trepca 89 í fyrru uppgerðini í Champions League kappingini, hevur Vík­ ing­ur eitt gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina niðri í Ko­sovo um eina góða viku. Víkinga venjarin, Sám­al Erik Hentze, fegn­aðist eisini eft­ir dystin um sig­urin. Serliga ger sigurin túrin hjá Víkingi niður til Kosovo meira huga­ligan. – Eg eri sjálvsagt fegin um at vinna dystin, og hetta ger eisini túrin niður til seinnu uppgerðina nógv huga­ligari, har vit hava eina leiðslu við okkum í skjáttuni, og kunnu noyðast við einum javn­leiki. – Men avbjóðingin hjá okk­ um niðri í Kosovo verður stór. Vit vita at tað verður heitt har yviri, og sum skilst vera nógvir áskoðarar eisini til dystin, so tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, segði Sámal Erik Hentze eftir dystin. Sum skilst verð­ur tal­an helst um ein út­ seldan leik­vøll hjá Trepca 89, tá teir spæla móti Vík­ingi týs­kvøld­ið í kom­ andi viku. Talan er um fyrsta heima­dystin hjá Trepca 89 í altjóða fót­bólti nakrantíð. Víkingur – Trepca 89 2-1 (1-1) 1-0 Gunnar Vatnhamar, 17. 1-1 Fiton Hajdari, 39. 2-1 Adeshina Lawal, 73. Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar (Jákup V. Olsen, 90), Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Sorin Anghel (Heðin Hansen, 83), Filip Djordjevic – Adeshina Lawal Trepca 89: Enis Manxholi – Lapidar Lladrovci (Edon Pasoma, 38), Florent Hasani, Shpetim Idrizi (Kushtrim Luhtaku, 74), Fiton Hajdari, Arber Potoku, Perparim Islami, Argjend Mustafa, Ilir Izmaku, Ron Broja, John Oto John (Odi Henry Chibuze, 60) Leikarametingar Víkingur frá 1-10 Elias Rasmussen 5 Evnaríki málverjin var prísgivin, tá Trepca 89 skoraði, og var annars tryggur í tí hann fyritók sær í dystinum. Kom tó ongantíð av álvara undir trýst, tí Víkingur vardi væl fyri allan dystin, har mótstøðuliðið fyri tað mesta royndi seg við langskotum. Gert Hansen 5 Stóð saman við restina av Víkinga verjuni stinnur og gav lítið burtur í opnum spælið. Var tó ikki líka eyðsýndur í framrættaða spælinum sum Hanus Jacobsen á hinum bakkinum. Atli Gregersen 6 Liðskiparin var eyðsýndur á Tórsvølli týskvøldið, og hevði fleiri ferðir avgerandi takklingar, soleiðis at møguleikarnir hjá mótstøðuliðnum ikki gjørdust vandamiklir. Erling Jacobsen 6 Telist millum bestu verjuleikarar í landinum og stóð stinnur í myndini saman við Atla Gregersen í miðverjuni hjá Víkingi. Hevur fleiri ár á rað prógvað seg í altjóða fótbólti, og bankar av álvara uppá til eitt landsliðspláss. Hanus Jacobsen 6 Vinstri bakkurin kom væl framvið fleiri ferðir, og í tí eina førinum í fyrra hálvleiki átti hann eisini næstseinasta fótin á, tá Gunnar Vatnhamar skoraði fyri Víking. Gunnar Vatnhamar 7 Besti leikari á vøllinum týskvøldið. Stríddist fyrimyndarliga gjøgnum allan dystin, og bæði skoraði og legði upp til mál. Er ógvuliga væl fyri fysiskt. Fróði Benjaminsen 5 Royndi miðvallarin bant væl liðið hjá Víkingi saman, og fylti nógv á miðvøllinum saman við Sorin Anghel. Sorin Anghel 5 Spældi saman við Fróða Benjaminsen á miðvøllinum, har teir vóru við yvirlutan í nærdystunum. Sølvi Vatnhamar 6 Er størsti profilurin á liðnum hjá Víkingi og fylti nógv í framrættaða spælinum. Skuldi havt skorað til 3-1 nakrar minuttir fyri leiklok, men var annars millum bestu menn á vøllinum á Tórsvølli. Filip Djordjevic 5 Vísti í løtum ræðandi styrki við bóltinum, men fall út úr dystinum nakrar ferðir. Átti tó stóran lut í fyrra málinum hjá Víkingi, tá hann leingi helt uppá bóltin. Adeshina Lawal 6 Stríddist væl, hóast truplar arbeiðsumstøður. Var eitt sindur einsamallur sum fremsti maður, men helt væl uppá bóltin. Var eisini leikarin, ið avgjørdi dystin stutt fyri leiklok. VIT ERU NÚ Í HARÐARI KAPPING VIÐ FLEIRI LOND SIGURIN GER TAÐ MEIRA HUGALIGT Sigurin hjá Víkingi móti Trepca 89 ger, at vit nú nærkast fleiri londum á UEFA Country Ranking listanum Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, var sum vera man fegin eftir dystin á Tórsvølli týskvøldið, har sigurin gevur Víkinga ferðalagnum ein meira hugaligan túr niður til Kosovo í seinnu uppgerðini