hósdagur 29. juni 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
24
ÍTRÓTTUR
KAPPRÓÐUR Eftir at hava arbeitt
upp á tað í næstan trý ár, hava
tær á Sølmundi rokkið støðuna,
sum tær ætla at halda tørn um
BÁTSFORMAÐURIN
MISTI VITIÐ Í
ENDASPURTINUM
JÓANNES HANSEN
T
að vóru framúr líkindi
og umstøður at kappast
í søguliga kappróðrinum
í Hósvík mikukvøldið.
Veðrið var av tí fagrasta, umstøður
og fyrireikingar vóru til ug, og fleiri
av róðrunum vóru sera tættir og
spennandi.
Eftir nógvar royndir, har tað
ikki eydnaðist, so megnaðu kvinn
urnar á 6-mannafarinum Sølmundi
leygardagin á jóansøku at vinna á
Rádna úr Fuglafirði.
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur
verið í tungum sjógvi. Tí var fagn
aðurin stórur í gulu leguni miku
kvøldið. Sølmundur vann gull,
í barnaróðrinum vann Tjaldrið
silvur í kappingini fyri dreingir, og
í barnakappingini fyri gentur vann
Spógvin bronsumerkini.
At tað leygardagin og aftur
mikukvøldið eydnaðist Sølmundi
at basa Rádna úr Fuglafirði er úrslit
av miðvísari ætlan og stórari íløgu.
Ingibjørg Thomsen er bátsfor
maður á Sølmundi, og hon greiðir
soleiðis frá:
-Vit hava kappast ímóti teimum
í Fuglafirði síðani 2015. Tað árið
róðu vit við 5-mannafarinum
Rituni í Norðdepli-Hvannasundi,
og tær í Fuglafirði vunnu FM við
Erlu Kongsdóttir. Í fjør vóru vit
við Sølmundi, og tá vann Rádni
allar róðrarnar og harvið FM í
kappingini millum 6-mannaførini.
Hóast mótstøðan var stór, so
góvu vit ikki skarvin yvir. Tað
vóru sjey ímóti sjey, vit hava
vant miðvíst fram móti hesum
kappingarárinum, og nú eru vit
sjálvandi ovurfegnar um, at tað
er eydnast at vinna tveir róðrar.
Vit fara at gera okkara ítasta í
Fuglafirði leygardagin, og vit ætla
at vinna, men tað ætla tær á Rádna
sjálvandi eisini í heimasjógvi, sigur
Ingibjørg Thomsen.
Manningin á Sølmundi ferðast
úr ymsum herashornum á Glyvrar
at venja. Tvær koyra úr Havnini,
tvær úr Klaksvík og ein av Viðar
eiði, ein býr í Lamba og ein í Runa
vík.
-Í fjør vóru vit rættiliga trilvandi.
Vit hava fingið framúr nógva
hjálp og vegleiðing í felagnum,
har umstøðurnar eru sera góðar
at venja og fyrireika, og ikki minst
sinniligi stuðulin hevur verið kær
komin, sigur bátsformaðurin.
Ingibjørg Thomsen er ættað úr
Sandvík. Í 2003 og 2004 róði hon
við Huldu og Firvaldi. Undir lestri
í Aberdeen róði hon tvey ár, og nú
er hon bátsformaður á Sølmundi.
Onkrar hava róð vit Bliki, umframt
at tær í fyrraárið róðu við Rituni.
-Felags fyri okkum er, at vit hava
ikki vunnið nakað serligt. Tá ið vit
leygardagin vunnu á jóansøku,
søgdu tvær, at hetta var fyrstu ferð
yvirhøvur, at tær høvdu verið við til
at vinna, greiðir bátsformaðurin frá.
Bátsformaðurin endaði
á landssjúkrahúsinum
Tað var stórur spenningur undir
róðrinum og øgiligur dramatikkur,
tá ið 10-mannaførini vóru komin á
mál.