Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 26 Óli Jacobsen Gazet Patursson: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen 4. partur G azet hevur eisini ver­ ið góður í ráðum hjá politisku mynd­ug­leik­ un­um, sum tá vóru. Í 1919 fór ein sendinevnd við løg­ tings­monnunum Jógvan Poulsen, Jóan Hendrik Poulsen og Rasmus á Háskúlanum til Danmarkar at ting­ast við danskar myndugleikar um at fáa ein landbúnaðarskúla sett­an á stovn. Sum ráðgevarar vóru Gazet og Mads Winther Lüt­ zen við á ferðini. Komin heim aftur hevði Jógv­an Poul­sen eina frágreiðing í Dimma­ lætt­ing. Tað var stórur áhugi í donsku stjórnini at stuðla einum slík­um skúla og royndarstøð. Her verður í hvussu er nevndur møgu­leiki fyri at fáa royndarstøð í Hoy­vík. Hann kom eisini nógv ár seinni. Hetta var ikki einastu ferð, at Ga­zet og Rasmus komu at vera sam­an um sín felags áhuga. Í 1909 stendur í Dimmalætting ein stubbi, sum eitur Færøsk Bota­nik. Her verður greitt frá, at í tí viðurkenda danska tíðarritið Botan­isk Tidsskrift hevði Rasmus havt eina ritgerð um “bladskiftet hos Tangplanten More...” Síðan verður sagt: En an­den fær­øsk Botaniker, Land­brugs­ kandi­dat Gazet Patursson, har til det store ansete Værk Botany af the Faroes leveret en Fortegnelse og Færøske Plantenavne. Eisini viðurkendur fyri skordjór, insektir og summarfuglar Umframt urtir og plantur hevði Gazet eisini ans fyri flogkyktini. Hann kendi tey út og inn, og hann lat eftir seg eitt vælskipað savn av skor­dýrum, sum tó fór fyri skeyti seinni. Men nakað av tí, hann savn­aði, er til á Zoologisk Museum í Keyp­mannahavn. Tað hevur eisini eydnast okk­ um at fáa myndir av nøkrum av teim­um skordjórum, sum Gazet sendi til Zoologisk Museum, og sum framvegis eru har. Júst á hesum øki hevði Gazet eitt tætt samstarv við Leif Dahl, beiggja læknan Paula Dahl. So Gazet nýtti nógva tíð at jagstra summ­ar­fuglar og annað flogkykt. Hetta var ikki nakað, sum øll dugdu at skilja. Onkur speiskur vel­ba­staðmaður hevði einaferð tik­ið til, at Gazet hevði nýtt ein heilan dag at kryvja ein grinda­ lokk! Brævaskifti um flogkykt Her verður endurgevið nakað av tí bræva­skifti, sum Gazet hevur havt við Zoologisk Museum um tilfarið í sam­band við hansara kanningar við­víkjandi flogkyktum. Hetta er eitt virkisøki hjá Gazet, sum er lítið kent. Zoologisk Museum skrivar : I Zoologisk Museums samling af sommerfugle fra Færøerne op­ be­vares enkelte eksemplarer ind­ sam­let af G. Patursson. Det drejer sig om (i hvert fald) følgende arter: Acle­ris notana, Operophtera bru­ mata, Phlogophora meticulosa og Vanessa atalanta. På det tids­ punkt, hvor disse blev indsamlet og for­æret til museet, var kendskabet til Færøernes sommerfuglefauna sta­dig mangelfuldt, og der var der­ for tale om fund af betydelig inte­ resse. I de senere år har der væ­ret en stigende interesse for fær­øske sommerfugle (både fra dansk side og lokalt), og med mo­der­ne indsamlingsmetoder har de fleste af de arter, som G. Patursson fandt, vist sig at være regelmæssigt fore­ kom­mende på Færøerne. Til er kladda til eitt bræv sum, Gazet í september 1966 sendi til Mag.scient. W Buck á Uni­versi­ te­tets Zoologiske Muse­um. Her skriv­ar hann: Tak for Deres beredvillige svar på min henvendelse til museet. Kort tid efter afsendelsen af de to pup­per til museet begyndte de gen­ væ­ren­de fire pupper klækningen. Af disse fremkom der først en ad­mi­ral og senere tre tidselfugle. Disse sidste sender jeg herved mu­ seet. Desuden sendes resterne af en som­merfugl fundet druknet i en vand­beholder indendørs 20.juni, måske kan den genkendes. Mod slutningen af juni og til midt i juli måned var der mange som­mer­fugle her i bygden også ad­ mi­raler og printed Lady. Jeg tæn­ ker mig, at der må have været et stort antal larver i de mange store næl­de­bevoksninger her omkring, men at de er gået tilgrunde i efter­ årets storme, regn og kulde. Venlig hilsen O.G. Patursson Svarið er soljóðandi: Med taknemlighed har vi mod­ ta­get Deres brev og de to pupper. Den ene af dem var imidlertid klæk­ ket, og er forkrøblet eksemplar af en sommerfugl. På grund af den tran­ge plads i æsken, var dette re­sul­ta­tet. Sommerfuglen var nu ikke svær at genkende, da det jo var den vi på dansk kalder "tid­sel­ fugl", Vanessa cardui L. Den anden pup­pe er stadig levende, og vi vil prø­ve at klække den. Det er jo en art, som er vidt udbredt næsten over hele jorden og samtidig en dyg­tig flyver. Ofte er de set træk­ ken­de i store flokke, også ud over havet, så det er naturligt nok, at den har fundet vej til Færøerne. Ikke desto mindre har vi kun to ek­sem­plarer af denne art i den Fær­øske samling, et fra omkring 1865, og et fra 1939, begge fanget af læ­ger. For øvrigt ser jeg, at vi har en admiral fra sommeren 1945, som De har sendt os. Vi håber også at måt­te beholde disse to tidselfugle til vores samling og siger Dem tak på forhånd. Men venlig hilsen W. Buch Tað sæst av brøvunum, sum liggja eft­ir Gazet, at hann í hvussu er hevur havt brævaskifti við Zoo­ log­isk museum um gullaks í 1904. Ann­ars hevur brævskiftið í hvussu er gingið aftur til 1919, tá hann hev­ur fingið eitt hondskrivað takkarbræv. Frá seinnapartin í 1940-unum hevði Gazet liggjandi fleiri brøv, har hann varð takkaður fyri at senda summarfuglar og kykt inn hag­ar. Í fleiri førum er talan um kykt, sum ikki fyrr vóru staðfest í Før­oyum. Tað er eingin ivi um, at her liggur eitt virðismikið íkast til at lýsa henda partin av føroysku nátt­úruni. Í 1948 varð Gazet biðin um reglu­liga at senda kykt til savnið, og teir bjóða sær til at senda hon­ um ta útgerð, sum skuldi til fyri at hetta kundi gerast til lítar. Í 1963 boðar Leif Lyneborg frá Zoo­logisk Museum frá, at hann er við at gera eitt verk um "Færøernes Flue­fauna". Tað sæst tó ikki at tað er út­komið. Heiðraður av landsstýri og kongi Gazet varð heiðraður fyri sítt fram­ úrskarandi virki m.a. av lands­stýr­ in­um við heiðursmerki og av kongi við riddarakrossinum. Í 1949 fekk hann frá Føroya Løgting eina virð­ is- og sømdarpening uppá kr. 1.000, sum var heilt fitt av peningi tá í tíðini. Helt ólavsøku við hús Gazet hevði tað prinsipp, at hann arb­eiddi ikki sunnudag. Tá fór hann í pussið, men fór kortini í urta­garðin og pilkaði okkurt ókrút. Tey bæði hildu ólavsøku heima hjá sær sjálvum. Tey pyntaða seg utt­an at fara til Havnar, tí onkur kundi jú koma inn á gólvið. Tað kundi eisini henda, at tey bæði fóru í Hólmin á ólavsøku. Hvørt háskúlaskeið kom á vitjan og varð víst runt í urta­ garð­inum. Tað komu nógvir aðrir gest­ir eisini. Ga­zet tók gjarna ímóti gestum, men hann fór ikki út til onnur. Hon­um dámdi ann­ars sera væl at lesa og at loysa kross­ orða­gátur. Fyrireikaði seg til at fara av foldum Niels Winther Poulsen gav Gazet tað ummæli, at "við honum er ein merkismaður farin. Lítillátin og stillførur var hann allar sínar dag­ar, men tó hevur hann sett sær spor, sum seint verða tilgrógvin." Hann var ein av teimum, sum Gazet fekk viðurkenning frá Zoologisk museum fyri sínar kanningar og staðfestingar av skordjórum EISINI SERFRØÐINGUR Í SKORDJÓRUM Bodil, sum var gift við Páll hjá Gazet, við pokali, sum Gazet vann á norðurlendskari havaframsýning í Keypmannahavn í 1937 Gazet Patursson