Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 27 fyri­reikaðu seg til at fara hiðani. Tann 3. november 1969 boðaði hann Zoologisk museum, at nú var hann er farin at eldast, hann var tá 90 ár. Hann hevði ikki orku til at hugsa meira um at senda teimum summ­arfuglar. Hertil svarar Niels L. Wolf: "Mange tak for Deres venlige brev af 3.ds. De gør slet ikke ind­ tryk af, at alderen trykker Dem. Men hvis De helst vil være fri for at tænke mere på som­mer­fug­ le, vil jeg blot takke Dem for den in­te­resse, De altid har vist for dem, og for Deres gode bidrag til kend­ skabet om Fær­øer­ nes som­mer­ fugle." Doyði samstundis sum morgunfrúurnar fóru at næla Tá ið Gazet doyði, var hann lið­ug­ ur at vára, honum longdist nú bert eftir lýkku. Kvøldið fyri, sum hann and­aðist, kom lýregn. Hetta fegn­ að­ist hann um, so ússaligur hann var, og hann helt fyri, at "Nú fara morg­un­frú­urnar at næla." Sámal og Elisa­beth merktu, at nú var endin nær, so tey sendu síni trý børn inn til abb­an at geva honum ein serligan koss. Um náttina andaðist hann, men um morgunin vísti tað seg, at morg­un­frú­urnar nældu. Hesa ferð kom hann ikki at gleða seg u p p i y v ­i r teimum. Hann var farin inn til eina størri gleði. Hann var andsfrískur til tað síðsta og fylgdi livandi við í øllum, sum fyri fórst til tað seinasta. Víst var Gazet ein merkismaður, og vit eru fegin um møguleikan at hava givið honum hetta eft­ir­mæl­ ið. Fredrikka doyði 4. januar 1973. Ískoyti til Kirkjubøar søgu Gazet er eitt ógvuliga sjáldsamt navn. Hildið verður, at hann vist er upp­kallaður eftir Gæsu, sum í kat­ ólski tíðini misti garðin í Kirkju­bø, tí hon hevði etið kjøt í føstu. Eitt endamál við hesi røð er at gera eitt ískoyti til Kirkjubøar søgu við at skriva søguna um Gazet og Fredrikku og teirra ætt. Her eiga Sámal og hansara ein týð­ andi part. Her skal verða skoytt uppí, at Fredr­ikka umframt Karin, Poul Tit­us og Sámal Edil, sum longu eru um­rødd, átti beiggjan Jóan Jacob og hálvsystkini Sigrid og Pet­ur Kristian. Sámal er eisini søguligur. Hann er vist tann einasti persónur í Kirkju­bø, sum er blivin 100 ár. Henda røðin kann passandi enda við hesi frásøgn, sum var frammi føðingardagin: Sámal og Elisabeth hava ver­ ið und­an­gongu­fólk, tá tað hev­ur snúð seg um at menna og varð­veita sam­starvið og sambandið mill­um báðar bygdirnar í sóknini, Kirkju­ bø og Velbastað. Tey hava ver­ið dyggir stuðlar bæði tá tað hev­u­r snúð seg um kirkjuligt virk­semi í sóknini, og tá tað hev­ur snúð seg um felagslívið í ung­manna­fe­lag­ num Sólarmagni. Altíð vóru tey fús at stuðla og trúgv at møta, tá ið til­tøk vórðu fyriskipað, og eftir at kirkj­an í Kirkjubø varð umvæld og tik­in í nýtslu aftur í 1967, syrgdi Sám­al fyri, at tað altíð vóru frískar før­oyskar blómur á altarinum til hvørja gudstænastu. Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá vanlukkuni við Marthu í 1929, tá ið tveir av manningini umkomust Vit hava fingið myndir av nøkrum av teimum skordjórum, sum Gazet sendi til Zoologisk Museum í Keyp­mannahavn. Vit takka teim­ um fyri vælvild og ómak. Skor­ djór­ini eru rættuliga væl varðveitt, tá hugsað verður um, at tey stava frá 1939-1948. Jens Kjeld Jensen hevur gjørt okk­um tann beina at geva eina frá­ greiðing um skordjórini, og hann kann enntá geva søguna um júst tey skordjórini sum eru á mynd­ un­um. Birkivevjari lítli Acleris notana Gazet havde 2 larver i 1948, som han havde fundet i Kirkjubø. Det lykkedes ham at få dem til at forpuppe sig, og derefter at få dem klækket begge to  og det er netop den ene af disse, som I har fået fotografi af. Disse to fund var første fund af birkivevjari lítli på Færøerne. Denne art er nu almindelig i Tórs­havn. Admirálur Vanessa atalanta Den første admirál, som blev fun­det på Færøerne var i 1923 og den blev fanget ved "middle-clas school in Thorshavn" Den første som blev fanget i Kirkju­bøur af Gazet, blev fanget i 1945. Flogið á admirali fevnir 58 mm Admirálur finst í Norðuramerika, Eur­opa, Norðurafrika og New Zea­ landi. Hann er ein vanligur ferða­ fir­valdur, sum hevur vetrarvist í Suð­ur­europa. Tíðliga á vári flýgur hann norðureftir, og verpur egg í not­urnar. Admirálarnir sum koma flúgv­ andu higar á nærum hvørjum sumri eru helst klaktir sama summ­ar. Stundum, tá veðrið er til vildar, verða somuleiðis "før­oysk­ ir" admirálar klaktir her á landi, men sum oftast eru føroysku sumr­ini ov køld og vát. Ormveran spinn­ur eitt notublað saman um seg og liggur so har fjálgt og turt. Admi­rálur sæst frá seinast í mei til november mánaða. Skreytvongur Phlogophora meticulosa Dette eksemplar fra Kirkjubø er den første af denne art fundet på Færøerne i 1947. Siden hen er den ofte fanget, og i dag yngler den ofte her! Frostspannari Operophtera brumata Fundet første gang i Tórshavn ca. 1930, og første gang i Kirkjubø i 1939 (den på fotografiet). For­uden disse 2 steder, er den­ ne art yderligere kun fundet på Nóls­oy. I Tórshavn er den meget al­min­de­lig i dag. SØGAN UM SKORDÝRINI Blomsturprýði sett upp av Gazet, sum helst er frá framsýningini í bátahøllini á Debesartrøð í sambandi við, at Løgtingið fylti 100 ár. Vill rósa Leggstutt fransagras Admiralur Skreytvongur Birkivevjari lítli Frostspannari Høgrumegin frá Fredrikka, systirin Karin og hálvsystirin Sigrid. Fremst mamman, Marianna