Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið eldur kom í Varðan á Tvøroyri, varð ein nógv størri apparat sett ígongd enn fólk geva sær far um Enn er ómøguligt at siga, nær arbeiðið verður aftur á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Men tá ið virkið verður bygt aftur, skal stórur dentur leggjast á, at tvørafólk skulu føla seg trygg Áki Bertholdsen – Hetta er ein hin størsta vanlukka, sum hevur verið í Føroyum! Tað staðfesti Niels Erik Nymark, sjef­politiinspektørur hjá løgregluni í Føroyum, á borgarafundi á Tvør­ oyri, har fólk fingu høvi til at reisa spurn­ingar, sum tey kanska ikki høvdu fingið svaraðar. Men tað, fólk kanska ikki rætti­ liga geva sær far um, er hvussu stórt apparat í roynd og veru, verð­ ur sett ígongd, tá ið ein so stórur eld­ur verður fráboðaður Tað var klokkan 9.46 fríggja­ morg­un­in 9. juli, at Alarmsentral­ur­ in fekk boð um at eldur er í Varð­an­ um Pelagic, og at talan er um stóran eld og nógvan royk. Átaksleiðarin fekk boðini alt fyri eitt, og nakrar heilt fáar minuttir seinni var sløkkiliðið mannað á Varð­an­um. Fólkið, sum var á virkinum, fóru alt fyri eitt av virkinum og klokkan 10.16 fekk løgreglan boð um, at øll fólk­ini vóru komin út í øllum góð­ um. Sjúklingar og eldri flutt í kjallaran Nakrar fáar minuttir eftir at eld­ur­ in er fráboðaður, gjørdust annars greitt, at av­leiðingarnar kundi verða álv­ars­lig­ar tí at 42 tons av ammoni­akki er í trim­um tangum á virk­inum, og somuleiðis eru fleiri trýst­fløskur við gassi á virkinum. Har­um­framt standa aðrir tangar við vanda­miklum gassi standa á bryggj­uni. Ein, ið fekk boð beinanvegin, var vatn­meist­arin á Tvøroyri, og hans­ ara upp­gáva varð at stýra vatn­in­ um fyri at tryggja, at nokk av vatni var at sløkkja við. Suðuroyar sjúkrahús fekk eisini boð­ini alt fyri eitt so at tey kundu fyri­reika seg til at taka ímóti, skuldi fólk fingið skaða, og tey sendu eis­ ini sjúkrabilar og manning á staðið. Gunnbjørg Guttesen, fyri­støðu­ kvinna á Suð­ur­oy­ar Sjúkrahúsi, segði, at um morg­un­in fekk Suð­ ur­oy­ar Sjúkra­hús eisini boð um at nøk­ur fólk vóru ymsa­staðni bý­ num, sum ikki kláraðu seg sjálvi og tí vórðu portørar sendir at hjálpa teim­um. Men tá ið teir komu fram, hevði onkur longu hjálpt teimum burt­ur. Sjúkrahúsið, fekk eisini, sum øll onnur, boð um, at tað ikki var ráði­ ligt at drekka vatnið úr kran­an­um – Alt starvsfólk, sum var við í til­ búgv­ing­ar­ætl­anini hjá sjúkra­hús­ inum, varð tilkallað, og kommunu­ lækn­in kom av sínum eintingum at hjálpa til, segði Gunnbjørg Gutte­ sen. Ein danskur serlækni var á veg til Føroyar at arbeiða á Sjúkra­hús­ inum, og hann skundaði sær um­ borð á Smyril, so hann lukkaðist suð­ur, og hann kom eisini av sínum ein­ting­um á Sjúkrahúsið at hjálpa til. Á sjúkrahúsinum varð ventila­ti­ óns­skip­anin sløkt, og øll vindeygu vórðu latin aftur. Øll, sum kundu út­skrivast, vórðu útskrivað, men ein sjúkl­ingur mátti førast á Lands­ sjúkra­húsið við tyrluni. Restin av sjúklingunum vórðu savn­að­ir í kjallaranum á Sjúkra­ hús­inum, og búfólkini á Ellis- og Røkt­arheiminum vórðu eisini flutt í kjall­aran Har vóru tey til klokkan 16, tá ið Sjúkrahúsið fekk boð um, at spreingivandin var av og stutt eftir vórðu øll flutt aftur úr kjallaranum. Køkurin á sjúkrahúsinum fór eis­ini at gera mat, har tørvur var á tí. Og klokkan 18 fekk Sjúkrahúsið so boð um, at drekkivatnið var reint og kundi brúkast til øll endamál. Leiðslan á Sjúkrahúsinum, stjóri, yv­ir­lækni og fyristøðukvinna, møtt­ust javnan at taka saman um, og bæði Landssjúkrahúsið og Klaks­víkar Sjúkrahús ringdu at boða frá, at tey vóru til reiðar við hjálp, varð tørvur á tí. Suðuroyar Sjúkrahús skuldi fáa vørur suður, men nú hendan støð­ an tók seg upp, koyrdu tey av sín­ um eintingum eyka maskur í eskj­ ur­nar, at hava upp á beráð. Fyrireikaðu seg upp á tað ringasta Annfinn Leo, átaksleiðari, sigur, at tá ið tey vóru komin á staðið, ásann­aðu tey skjótt, at tað var ómøgu­ligt at sløkkja eldin, tí tað var ov heitt og tað var ov nógv­ur royk­ur og tí løgdu tey á at køla am­ moni­akk­tangarnar fyri at avmarka spreingi­vandan. Samstundis varð TVØRAFÓLK SKULU FØLA ELDUR Í VARÐANUM Áki Bertholdsen Enn ber slett ikki til at siga, nær arb­eið­ið verður aftur á upp­sjóv­ ar­virk­inum, Varðanum Pelagic, á Tvør­oyri, sum kolaðist upp av eldi fríggja­dagin 9. juni. Tað staðfesti Bogi Jacobsen, stjóri á Virkinum, á borgarafundi í Trong­is­vági nú eitt kvøldið. Hann sigur, at nú verður farið und­ir arbeiðið at beina toftirnar av virk­in­um burtur, og tað arbeiðið fer at varða í tríggjar ella fýra vikur. Men annars sigur stjórin, at hig­ar­til er so stutt fráliðið, at tey hava ikki havt stundir at hugsað nakað ser­ligt um, hvussu virkið skal byggj­ast upp aftur. Tað einasta, ið er greitt, er at virk­ið verður bygt aftur, men tað hava tey ikki rættiliga havt stundir til at hugsa um enn, tí higartil er ork­an farin til at ymsar spurningar í sam­bandi við eldin, eitt nú trygg­ing­ar­viðuskifti, at skipa fyri rudd­ing­ar­arb­eiðnum, og at tryggja, at starvs­fólkið kom so væl frá skelk­in­um sum gjørligt.  Men Bogi Jacobsen segði, at tá ið grundin er ruddað, er stundin kom­in at hyggja frameftir aftur og so skal ein tilgongd leggjast til rættis at fáa eitt nýtt virkið.  Men tað skal eitt drúgt fyri­ reik­ing­ar­arb­eiði til og tí er óvist, nær virk­ið verður liðugt og fólkið slepp­ur til arbeiðis. Á borgarafundinum vóru fólk eyð­vit­að forvitin eftir at fáa stjóran at seta dagin á. Og spurdur um virk­ið verður klárt aftur um eitt ár, svaraði hann, at tað verður tað kanska, men meiri enn tað vildi hann ikki binda seg til. Skal í minsta lagi lúka øll krøv Annars er einki undarligt í, at fólk hugsa nógv um trygdina og á borg­ ara­fundinum vildu fólk hava at vita, hvat ætlanin er at gera fyri ikki at koma í eina slíka støðu aft­ ur, sum kundi verið nógv verri, gekk tað ikki eftir vild. Men bæði stjór­in á Varðanum, og umboðini fyri kommununa, vissaðu fólk um, at Varðin fór at lúka øll krøv. Tummas Sørensen, bý­ar­verk­ frøð­ingur á Tvøroyri, vísti á, at Varðin leyk øll krøv, og nú hann verð­ur bygdur aftur, skal bygn­ing­ urin sjálvandi eisini lúka øll krøv. Men hann vísti samstundis á, at krøv­ini eru minstukrøv og at tað er onki sum forðar teimum í at seta strangari krøv til virkið enn krøv­ini seta, og tað er væl trúligt, at tað verð­ur støðan. Fólk vildu eisini hava stjóran á Varðanum, at greiða frá, hvørji til­ tøk fara at verða sett í verk fyri at tað skuldi vera so trygt, sum tilber. Men hann bar seg undan at HETTA VAR EIN HIN VANLUKKAN Í FØRO – Hetta var ein stór vanlukka, og tað er eitt stórt apparat, sum fer ígongd í eini støðu, sum hesari, staðfesti Niels Erik Nymark, sjefpolitiinspektørur