Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 SEG TRYGG ELDUR Í VARÐANUM Vit kunnu koma sterkari burtur úr van­lukkuni Hóast alt kunnu vit eisini fáa okkurt gott burtur úr hesi vanlukkuni, heldur kommunustjórin á Tvøryri STØRSTA OYA SØGU sløkki­liðið í Vági boðsent og eisini vóru boð eftir hjálp norðaneftir og hað­ani komu bæði skip og brand­ bil­ar at hjálpa til at sløkkja og at køla ammoniakktangarnar. Beint eftir at eldurin varð frá­ boð­að­ur, var ein van­lukku­miðstøð skip­að í einum serligum rúmi á løg­ reglu­støðini í Havn, har lyklafólk møtt­ust at savna inn upplýsingar og ráðgeva teimum, sum royna at sløkkja eldin. Og á Tvøroyri varð somu­leiðis ein tilbúgvingarmiðstøð skip­að í skúlanum í Trongisvági. Á mið­støð­ini á Tvøroyri vóru tríggir fund­ir, har tikið varð saman um. Ein fundur var klokkan tvey, ein var klokkan 18 og ein var klokkan 22, tá ið arbeiðið at sløkkja at kalla var av. Niels Erik Nymark sigur, at tey á vanlukkumiðstøðini í Havn settu seg alt fyri eitt í sam­band við Politiets Nationale Be­red­ skabs­center í Danmark, sum fekk beinleiðis teldusamband við Før­oy­ ar og sostatt kundi fylgja gongdini bein­leiðis. Samstundis varð sam­ band tikið upp við aðrar partar, sum høvdu við tilbúgvingina at gera. – Eitt tað fyrsta, sum varð gjørt, var, at gera eitt Herkules flutn­ings­ flog­far klárt at flúgva til Føroya við mann­ing og útgerð – men tíbetur varð ikki brúk fyri tí, segði Niels Erik Nymark. Hann sigur, at teirra fremsta upp­gáva er at fyrireika seg upp á tað ringasta, og tí hugsaðu tey um, hvussu farast skuldi fram, skifti hann ætt og eldurin breiddi seg til aðr­ar bygningar í grannalagnum. Og tí mæltu tey frá at drekka vatnið og ikki fyrrenn klokkan 18 komu boð­ini um, at kanningar vístu, at vatn­ið var drekkandi, og annars kundi brúkast til øll endamál, vatn ann­ars verður brúkt til. Fingu yvirlit yvir støðuna Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at teirra uppgáva var at samskipa sam­skifti ímillum teir ymsu part­ ar­nar, og annars at byrgja økið av. Teirra uppgáva var eisini at fáa fatur á fólki, sum visti, hvussu virk­ið var innrættað, hvussu var við brand­múrum og hvørji vandamikil evni, kundi vera á virkinum, og, hvar tey vóru. Á Fønix, sum leveraði trýst­fløsk­ ur til Varðan, vistu tey akkurát, hvussu nógvar trýstfløskur Varðin hevði frá teimum, og hvat slag av gassi var í hvørjari. Jaspur Vang sigur, at tá ið greiða var fingin á, hvørji vanda­mik­il evni vóru á virkinum, og, hvussu nógv, talan var um, vendu tey sær til Den Kemiske Be­red­skabs­styrelse í Danmark, sum eru serkøn á øk­ in­um. Og í samráð við tey varð av­gjørt at áseta eina trygd­ar­fjar­ støða upp á ein kilo­metur rundan um virkið. Samstundis vórðu øll, sum vóru inn­an­fyri markið, bráðflutt út um trygd­ar­markið, og miðstøðir til tey vórðu settar upp í Skúlanum í Hvalba, í Skúladeplinum í Hovi, og aðra­staðni við. Riggaði stak væl Allir partar vóru samdir um, at til­ búgv­ingin og samstarvið ímillum teir ymsu partarnir í tilbúgvingini, rigg­aði stak væl. Onkur minni brek vóru í sjálvum samskiftunum, tí í ávís­um førum høvdu boð óneyðuga leingi at koma fram til móttakaran, men alt hetta eru tættir, sum verða tikn­ir við í eini eftirmeting. Og tað, øll fegnaðust allarmest um, er, at ongin fekk skaða. Fyristøðukvinnan á Sjúkra­hús­ in­um segði, at níggju fólk høvdu ver­ið á sjúkrahúsinum, tí tey føldu seg illa, og ongin hevði fingið var­ andi mein. Niels Erik Nymark staðfesti, at tað ber ikki til at finna orsøkina til eldin. Kriminalteknikarar og brand­ teknikarar úr Danmark hava kann­ að toftirnar, men tað einasta, ið kann ávísast, er, at eldurin kyknaði har tey pakka posarnar. Men hví eldur kom í, verður ver­ andi ein gáta, tí tað er ómøguligt at fáa staðfest, sigur hann. Hann sigur, at tann endaliga frá­ greiðingin er ikki komin enn, men hann veit longu nú, at í henni verð­ ur esini staðfest, at tað ber ikki til at siga, hví eldur kom í Varðan. svara, tí hann sigur, at hann er ikki kønur í brunatrygd. Hinvegin viss­aði hann um, at Varðin fór at leita sær ta serkønu hjálp, ið er neyðug fyri at virkið kann verða so trygt, sum tilber. – Tað hevur stóran týdning at vit fáa okkum serfrøðingar í bruna­trygd, sum kunnu vegleiða okkum í, hvussu gera tað, so trygt, sum gjør­ligt, segði Bogi Jacobsen. Hann vísir á, at virkið sum brendi, varð bygt rundan um eitt virki frá sjeytiárunum og tí varð tað, sum tað var. –  Men nú er alt slættað við jørð­ina, so vit kunnu byrja heilt av nýggj­um, við tí tilfari, vit vilja hava. Men vit mugu lata serkunnleikan gera av, hvussu tað gerast, og vit eru sinnað at gera, tað vit kunnu, fyri at gera tað so trygt, sum tilber, sig­ur stjórin á Varðanum. Áki Bertholdsen – Vit hava allar møguleikar at koma styrkt burtur úr hesi van­ lukk­uni. Tað heldur Henrik Weihe Joen­sen, kommunustjóri á Tvør­ oyri. Hann sigur, at hóast talan var um eina heilt óvanliga spenta støðu, riggaði samstarvið ímill­ um all­ar partar rættiliga væl. Hann vísir á, at tað var eitt fant­ast­iskt hjálpsemi allastaðni, so tað var ongin trupulleiki at út­vega teimum innivist, sum vórðu bráð­flutt av Tvøroyri og tað gjørdi tað mun­andi lættari at arbeiði, tí so høvdu tey ikki tað at hugsa um eis­ini. Hann sigur, at hetta var ein keði­lig hending, men tað góða var, at ong­in fekk skaða, sam­ stund­is sum at sam­s­tarvið var gott og hjálpsemi var stórt. – So vit hava avhjørt nakað at byggja á, og grundarlagið fyri at koma sterk­ari burtur úr hesum, eru av­gjørt til stað­ar, heldur hann. Men samstundis heldur hann, at vit eiga heldur ikki at gloyma, at nógv viðurskifti vóru til vild­ar. – Veðrið var gott, og tað lotið, sum var, lá suðureftir. Tyrlan fekk flog­ið ótarnað fyri veður og verju­skip­ini vóru í nánd og kundu tí vera skjót á staðið. Men tey kundu akku­rát tað sama verið úti á felt­in­um í sambandi við ymsar upp­gáv­ur. Hann sigur, at hóast sam­ starv­ið gekk væl, men í ein­støk­ um førum hendi kortini tað, at samskiftið ikki gekk eftir vild og tískil høvdu summi boð óneyð­ uga leingi at koma fram til rætta mót­tak­aran. – Hesa ferð gekk tað væl, men vit eiga kortini at leggja okkum í geyma, at hesa ferðina vóru øll við­ur­skifti til vildar, sigur hann. Og hann heldur, at nú eigur eitt sam­skifti at vera ímillum land­ið og kommunurnar um at fáa greiðar manna­gongdir fyri, hvussu vit gera, og at venja hes­ ar mannagongdir, sig­ur Henrik Weihe Joensen. Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur á Tvøroyri, vinstrumegin, Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, í miðjuni, og Jóannes Eidesgaard, tosa um trygdina, nú uppsjóvarvirkið skal byggjast upp aftur eftir herviliga eldsbrunan fyrr í mánaðinum