mánadagur 3. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør er tín yndisbók?
– Í løtuni lesa eg eina sera áhugaverda bók um Lars Emil Johansen og
grønlendskan politikk, strembanina at fáa heimastýrið og sjálvstýrisskipanina.
Bókin hevur heitið Den Utæmmelige og er Niels Ole Qvist rithøvundur.
Hvat land ynskir tú at vitja?
– Eg havi ferðast nokk. Eg havi verið í nógvum londum í Evropa, og havi einki
serligt ynski at vitja nakað nýtt land.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Neyvan munnu tað vera
nógvir føroyingar, ið hava
verið á fyrstu røð til eins
nógvar søguligar hendingar
sum útvarpsmaðurin Jógvan
Arge. Við síni eyðkendu rødd
hevur hann verið fastur
gestur í føroyskum heimum
í eitt mannaminni, har hann
hevur beinleiðis útvarpað
frá nógvu av størstu hend
ingunum í menningini av
modernaða føroyska samfe
lagnum.
Alt hevur tó sín enda, og
fríggjadagurin var seinasti
arbeiðsdagurin hjá Jógvani
Arge, ið hevur starvast sum
útvarpsmaður í samfull 47 ár.
Hóast starvstíðin byrjaði í
1970, so var tað ikki eitt ókent
arbeiðspláss, ið Jógvan Arge
kom til. Pápin, Niels Juel
Arge, var í nógv ár stjóri í tá
verandi Útvarp Føroya, og
átti hann ein stóran leiklut
í, at sonurin fekk áhuga fyri
journalistiska yrkinum.
– Eg kom nógv í útvarpið
sum hálvvaksin, og slapp at
hjálpa til við ymiskum. Mær
dámdi tað væl, og eg helt tað
vera eitt spennandi arbeiði.
So tá eg var vorðin student
í 1966, fór eg niður 1. januar
1967 í læru hjá Ritzau tíðinda
stovuni í Keypmannahavn.
Tað var óivað alt ávirkað av
tí tilknýtinum, ið eg hevði til
útvarpið sum barn og hálv
vaksin, sigur Jógvan Arge.
Uppsagdur
Fríggjadagin takkaði Jógvan
Arge fyri seg eftir 47 ár í
starvi í Útvarpinum, men
yrkisleiðin kundi havt verið
munandi styttri. Fyri tíggju
árum síðan bleiv kendi út
varpsmaðurin nevniliga upp
sagdur av táverandi stjóra.
– Í 2007 fór eg frá sum
deildarleiðari, tá táverandi
stjórin segði allar deildar
leiðarar úr starvi. Eg søkti
ikki starvið av nýggjum,
men gjørdi eina avtalu um,
at eg skuldi halda fram við
at gera mínar sendingar. Men
so kom eitt spariumfar, og
eg bleiv sparkaður út, sigur
Jógvan Arge.
Veteranurin í útvarpinum
dylur ikki fyri, at tað kendist
tungt at verða uppsagdur
eftir at hava starvast har í so
mong ár.
– Tað var ikki hugnaligt,
og kom eitt sindur illa við.
Eg var um 60 ára gamal, hvat
skuldi eg finna uppá, spyr
Jógvan Arge.
Jógvan Arge fekk hálvt
ára uppsagnartíð, men dagin
áðrenn hon gekk út, komu
boð um, at Mentamálaráðið
ikki góðkendi uppsøgnina.
Sostatt slapp Jógvan Arge
aftur til arbeiðis á stovnin
um, ið hann hevði hjálpt at
bygt upp.
– Tað var løgið at koma
aftur til arbeiðis, men eg var
væl móttikin, og havi trívist
væl síðan, sigur Jógvan Arge.
Umfatandi broytingar
Tá Jógvan Arge hevði sín
fyrsta starvsdag í Útvarp
Føroya helt stovnurin til á
Bryggjubakka har umleið
átta fólk vóru í starvi. Tað
var sostatt munandi øðrvísi
umstøður at framleiða út
varp enn tað, ið vit kenna til
í dag. Um hetta mundi var
senditíðin eisini munandi
meira avmarkað.
– Vit sendu ein tíma um
morgunin, ein tíma á mid
degi og ein til tveir tímar um
kvøldið, og nærum alt snúði
seg um at framleiða tíðindi.
Tað var tað, ið vit megnaðu
vit tí manning, ið vit høvdu
tá.
Arbeitt varð við at víðka
um virksemi og hølisviður
skiftini við millum annað
inntøkunum frá V4, og við
góðari undirtøku frá føroy
ingum kundi Útvarp Føroya
nøkur ár seinni flyta í nýggj
hølir í Sortudíki.
– Í 1981 fluttu vit úr
Bryggjubakka í spildurnýtt
hús í Sortudíki. Vit vóru
ikki nógv fleiri enn fimtan
starvsfólk, so tað var ikki
meira enn so, at vit sóust aft
ur har uppi. Endamálið var
alla tíðina at gera eina betri
skrá, so tá blivu eisini fleiri
fólk sett í starv, og hevði tað
við sær, at vit kundu senda
meginpartin av degnum tá
í fýrsunum, minnist Jógvan
Arge aftur á.
Út um landoddarnar
Eitt sum bleiv gjørt meira
burturúr eftir, at Jógvan
Arge kom í starv, var at
senda journalistar út um
landoddarnar at siga frá við
urskiftum, ið høvdu áhuga
fyri føroyingar. Journalist
ar blivu regluliga sendir til
aðalfundirnar hjá Norður
landaráðnum, og tá føroy
ingar skuldu taka støðu til
viðurskifti við EF, varð ungi
útvarpsmaðurin sendur at
fylgja gongdini.
– Síðst í sjeytiárunum
var tað tann stóri politiski
spurningurin í Føroyum. Tá
Danmark søkti limaskap,
skuldu føroyingar kanna
hvørjar treytir vóru fyri før
oyskum limaskapi. Tað bleiv
viðgjørt í Føroyum, Brússel
og Keypmannahavn, sigur
Jógvan Arge.
Fyri eitt føroyskt útvarp
varð mett, at tað var týdning
armikið at vera til staðar til
hesar samráðingarnar, og so
leiðis bar til, at Jógvan Arge í
sjeytiárunum var fleiri ferðir
í Brússel.
– Eg var einar fýra, fimm
ferðir í Brússel í 1971 meðan
samráðingarnar vóru. Tað
var mikið spennandi, og
fólk lógu við oyrunum til
útvarpið og lurtaðu eftir
hvat úrslitið bleiv av sam
ráðingunum.
Tað
endaði
fyribils við, at vit í 1971 fingu
umhugsunartíð, men innan
tvey ár samtykti løgtingið,
eftir uppskoti frá landsstýr
inum, at verða verandi uttan
fyri EF.
Verður at hoyra aftur
Hóast Jógvan Arge nú er far
in úr føstum starvi, so merkir
tað ikki, at hansara rødd
tagnar í útvarpinum. Hann
hevur nevniliga gjørt eina
avtalu við Kringvarpið um at
halda fram við Meg minnist
sendingunum.
– Tað dámar mær væl, tí
tað kann tykjast ógvusligt
at gevast frá degi til dags. So
nú royni eg hetta í eitt ár, har
eg ikki skal møta til arbeiðis
hvønn morgun, men fái løn
fyri tær sendingar, ið eg
framleiði.
47 ár er long tíð á einum
arbeiðsplássi, men spurdur
um hann ikki angrar, at hann
aldrin royndi nakað annað,
er Jógvan Arge skjótur at
svara.
– Nei, tað haldi eg ikki. Eg
veit heldur ikki, um eg kundi
brúkst
nakra
aðrastaðni.
Eg havi hvørt fall aldrin av
álvara hugsa um at arbeitt
nakra aðrastaðni enn í út
varpinum.
KENDA RØDDIN
HAVT SÍN SÍÐSTA
ARBEIÐSDAG
– Eg veit heldur ikki, um eg kundi brúkst nakra aðrastaðni. Eg havi hvørt fall aldrin
av álvara hugsa um at arbeitt nakra aðrastaðni enn í útvarpinum. Tað sigur kendi
útvarpsmaðurin Jógvan Arge, sum fríggjadagin hevði sín síðsta arbeiðsdag í Kringvarpinum