Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 Mána­lendingin var tað størsta UNDIR FÝRA EYGUM UM Jógvan Arge Jógvan Arge er 70 ára gamal og er úr Tórshavn. Hann er sonur Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu og Niels Juel Arge, gamla útvarpsstjóran, og hevur traðkað ein part av sínum barnaskóm í gamla útvarpshúsinum á Bryggjubakka, har hann legði rødd til ymiskar sendingar. Umframt at vera útvarpsmaður hevur hann eisini útgivið fleiri søguligar bøkur, m.a. Teir tóku land og Havnarmenn í Gundadali, og var hann frá 1978 til 1980 formaður í Ítróttasamband Føroya. Jógvan Arge hevur eisini fingist við politikk og hevði sæti í Tórshavnar býráð frá 2001 til 2017 fyri Tjóðveldi, umframt at hann umboðaði flokkin á tingi í tíðarskeiðinum 2002-2004. Hevur tú nakra fyrimynd ? – Nærmasta fyrimyndin hjá mær hevur nokk verið pápi. Eg fylgdi øgiliga væl við arbeiðinum hjá honum í útvarpinum og tær bøkur hann skrivaði. Hann var eisini gamal HB'ari, og tað gjørdist eg eisini. Nakar serligur persónur tú kundi ynskt at gjørt samrøðu við? – Tað eru nakrir persónar, ið hava livað, ið eg kundi hugsað mær at gjørt meira burturúr. Men tað er altíð soleiðis, at áðrenn man veit av er tíðin farin, og so gleppa tey fólkini av hondum. – Tað kann tykjast ógvusligt at gevast frá degi til dags. So nú royni eg hetta í eitt ár, har eg ikki skal møta til arbeiðis hvønn morgun, men fái løn fyri tær sendingar, ið eg framleiði. Jógvan Arge brúkar ikki nógva tíð at hugsa seg um, tá hann skal nevna minni­lig­asta hendingina, ið hann hev­ur útvarpað. – Frásøgnin frá mána­lend­ingini í 1969, tá menn­iskja fyrstu ferð var á mánanum. Tað var ein søgulig løta, tá Neil Arm­strong segði kendu orðini, at hetta var eitt lítið fet fyri ein mann, men eitt risa­fet fyri mannaættina. – Eg sat í einum studio í Keyp­mannahavn og segði frá øllum tí, ið eg fekk fat­ur á frá sjónvarpi og aðra­staðni. Tí einu ferðina sat eg í 24 tímar út í eitt og segði frá tí, ið gekk fyri seg. Í 1969 sást sjónvarp ikki í Føroyum, og tí hevði Jógv­an Arge avtalað við út­varpið, at hann skuldi sita í Dan­ mark og greiða frá tí, ið hann fekk hendur á, meðan aðrir sótu í Før­ oy­um, og greiddi frá tí, ið teir vistu. – Eg hugdi so at DR og lurtaði eftir ymiskum rás­um, so sum NASA. Dan­ir gjørdu nógv burt­ur­úr hend­ing­ini, og høvdu eina rúgvu ser­ frøð­ing­un­um at greiða frá hvat alt snúði seg um.