Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Á ferðini her heima hevur par­ið eisini verið ein túr í Fámara, og í hesum sam­ bandi sigur nú kendi før­oy­ ing­ur í Danmark speiskliga nak­að soleiðis frá vitjanini hjá teimum báðum í Fámara: “Ímynda tær ein stóran dølsk­an kurling hund - av tí illa slagnum – sum ligg­ur leinkjaður á sínum garði. Garðurin er fullur av goml­ um kjøtbeinum, sum hund­ ur­in kortini ikki tímir at eta. Hann liggur bara har, feitur og snerkir at øllum, sum ganga framvið. Hvønn dag fær hundurin eitt nýtt alt- ov-stórt kjøtbein, soleiðis at garðurin verður skitin og yv­ir­fyltur við gomlum, hálv­ etn­um og órørdum beinum, sum øll spakuliga eru byrjað at rotna. Og Jóhan í Kollafirði heldur soleiðis fram: – So kemur ein ungur smid­lig­ur, flottur og væl­ trimm­að­ur hundur fram­við (tað eri eg!) og ætlar at taka eitt av mongu kjøt­bein­un­ um, sum kortini liggja og rek­ast – til onga verðins nyttu. Men, knappliga (hvað­ani komst tú??) reisir hin gamli og óbrúkiligi hund­ur­in hárini og fer í ein kloss­ut­an dyst upp á lív og deyð. Ikki tí, at hann vil hava kjøt­bein­ið aftur, men fyri at tryggja sær, at flotti fýrurin IKKI fær tað... Jóhan í Kollafirði vísir á, at dysturin endar við, at hin gamli óbrúkiligi hundurin fær kjøtbeinið aftur, og hin væl­trimmaði fer víðari út í verð­ina fyri at vita, hvat heim­ur­in hevur at bjóða av spenn­andi tingum... – Hesar tankar hevði eg, tá Kat og eg vitjaðu í Fám­ ara. Kat hevði annars ein rom­ant­isk­an dreym um, at vit kanska kundu sova í Fám­ara, men eftir at hava ver­ið her í fimm minuttir í ru­in­unum, segði hon: Lat okk­um koma avstað, og tað gjørd vit, eru orðini hjá Jo­ han í Kollafirði eftir hesa vitj­an saman við damuni, Kat Lula, í Fámara. ­ ­ Jóhan í Kollafirði og daman, Kat Lula, hava vitjað í Føroyum í samband við føðingardagin hjá mammu Johan. Tey fóru avstað aftur við Norrønu sunnukvøldið Soleiðis upplivdi Johan at vitja aftur í Fámara FRÍÐKING: Nú verður fríðkað um ymsa­staðni í Miðvági. Við Kirkjar er garður lað­að­ur fram við ítróttarøkinum, og plantað er mill­um laðingarnar. Arbeiðið er gjørt av starvs­fólki hjá Vága kommunu í samráð við Skóg­røkt Landsins. Niðast við viðarlundina verður trappa laðan oman í ósan. Tað er langt ímillum, at sjey línuskip eru í føroyskum sjógvi í senn Vilmund Jacobsen – Tvey ísfiskalínuskip fiska í grøn­lendsk­um sjógvi. Tey koma heima at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. Eitt línuskip, sum frystir fisk­in, fiskar eis­ini í grønlendskum sjógvi í løtuni. Á Fiskamarknaði Føroya vísa tey á, at tvey línuskip eru í Vesturgrønlandi, sum taka ímóti fiski. – Í løtuni fiska eisini tvey línuskip í íslendskum sjógvi. Annað frystir fisk­in – og hitt ísar og kemur helst heim at landa í aðru viku. Lagt verður aftrat, at í løt­uni eru sjey línuskip í før­oyskum sjógvi, har­av seks eru á ísfiskaveiði, og eitt fryst­ir fiskin umborð. – Vit vænta, at ís­fiska­ skip­ini koma inn at landa hesa vikuna. Tey hava mest av longu og brosmu – og eitt skip fisk­ar svartkalva. Um útlitini til útróður verð­ur sagt, at streymurin verð­ur góður, men tíðin til útróður er vánalig, og út­róðr­ar­bát­arnir fáa sera lít­ið. Eftir stóra hjálpar­ arbeið­ið, tá stóreldur herj­aði Varðan Pelagic, hev­ur Kristin Michelsen, borg­ar­stjóri í Tvøroyrar komm­unu, handað komm­un­u­num í Suðuroynni viðurkenningarskjal. Trol­bát­ arnir eru allir til fiski­skap Partrolararnir hava fram­vegis brúkiligan fiski­skap eftir upsa, men teir fáa framvegis lítla og onga hjáveiði. Okk­urt partrolarapar royn­ir eftir svartkalva, og trý pør eru á gull­ laksa­veiði. Í løtuni er eing­in djúpvatnstrolari til fiskiskap. Í morgun, tá tey á Fiska­marknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru allir teir smáu trol­ bát­ar­nir til fiskiskap. - Ein eru á Rygginum; hin­ir eru á landleiðini og á landgrunninum. Vænt­andi landa tveir trol­bátar í dag, og hin­ir koma helst inn at landa síðst í vikuni. Meg­in­parturin av veið­ ini hjá trolbátunum er toskur. Teir fáa eis­ini nakað av hýsu, flat­ fiski og havtasku. Tvey garnaskip eru til fiskiskap, og eitt er á beding. - Eitt skip fiskar svart­ kalva og hevur brúki­ lig­an fiskiskap, og eitt fiskar havtasku, verður lagt aftrat. Vánaligur útróður – Eftir at hava verið fimm minuttir í ruinunum í Fámara, segði Kat: Lat okkum koma avstað...