mánadagur 3. juli 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Upptakt:
FÓTBÓLTUR
André Olsen
Víkingur tryggjaði sær í farnu viku
gott útgangsstøðið í fyrsta und
anumfari av Champions League
kappingini, tá teir vunnu 2-1 í fyrru
uppgerðini móti meistaraliðnum
frá Kosovo, Trepca 89, í einum dysti
sum varð leiktur á Tórsvølli
Søguligur dystur í Kosovo
Týskvøldið skal Víkingur spæla
seinnu uppgerðina í Kosovo, har
ein heilt onnur avbjóðing bjóð
ar teimum enn heima í Føroyum.
Hóast mótstøðuliðið verður tað
sama, og avbjóðingin ítróttarliga
kemur at líkjast tí heima í Før
oyum uppá nógvar mátar, verða
tað viðurskifti, ið eru heilt øðrvísi
til dystin í Kosovo, sammett við í
Føroyum. Talan er um fyrstu ferðina
nakrantíð at Trepca 89 spælir á
heimavølli í altjóða fótbólti, og tí er
boðað frá úr Kosovo, at talan verður
um fullsettan leikvøll, sum rúmar
áleið 18.000 áskoðarunum, í mun
til at 841 áskoðarar vóru til dystin á
Tórsvølli fyri eini viku síðani. Har
afturat verður hitin eisini øðrvísi
samanborið við í Føroyum, tí veður
forsøgnin í Kosovo boðar týskvøldið
frá, at tað fer at vera um 30 hitastig
hjá Víkingi at spæla í Kosovo.
Hava vant seg við hitan
Víkinga ferðalagið hevur fyrireika
seg væl til uppgerðina í Kosovo
týskvøldið, har farið var úr Føroy
um longu fríggjadagin. Sølvi Vatn
hamar, ið er størsti profilur á lið
num hjá Víkingi, greiðir frá, at farið
var avstað í so góðari tíð, fyri at teir
í Víkingi kunnu venja seg við hitan.
– Vit fóru avstað úr Føroyum
longu fríggjadagin, har vit fyrst
vóru í Danmark ein dag. Síðani
komu vit niður til Kosovo leygar
dagin, har tað er ógvuliga heitt. Vit
vita at hitin fer at vera ein avbjóð
ing, og hava roynt at fyrireika okk
um uppá tað. Tað er eisini tí at vit
eru farnir yvir her í so góðari tíð, so
vit fáa fleiri venjingar í klimanum,
greiðir Sølvi Vatnhamar frá.
Vita frá royndum
hvat krevst
Sølvi Vatnhamar greiðir víðari frá,
at teir í Víkingi hava gott mót til
seinnu uppgerðina móti Trepca
89, har teir frá royndum vita hvat
krevst fyri at spæla seg víðari í
altjóða fótbólti. Víkingur hevur
nevniliga tríggjar ferðir áður spælt
seg víðari í altjóða fótbólti – eina
ferð í 2013 og tvær ferðir í 2014.
– Higartil hava vit spælt okkum
eina lítla leiðslu, so vit mugu royna
at byggja á tað sum riggaði frá fyrra
dystinum, har vit hildu teimum frá
stórum málmøguleikum. Í fyrra
dystinum høvdu teir meira bóltin
enn vit, meðan vit vóru sera vanda
miklir í umstillingunum.
– Vit hava hoyrt at tað verður
fullsettur leikvøllur, og at teirra
áskoðarar eru av villasta slag, so
tað verður heilt sikkurt ein stuttlig
uppliving at spæla dystin. Vit eru
sera spentir, og vita frá royndum
hvat krevst fyri at spæla okkum
víðari, so eg kann lova tær fyri at
arbeiðshandskarnir eru tiknir við
heima úr Føroyum, her til Kosovo,
sigur Sølvi Vatnhamar at enda úr
Kosovo.
Yvir tvær milliónir
krónur bíða Víkingi
Eydnast tað Víkingi at vinna seg
víðari úr fyrsta undanumfari av
Champions
League
kappingini,
bíða íslendsku meistararnir úr FH,
sum hava føroyska Gunnar Nielsen
í málinum, í øðrum undanumfari
av Champions League kappingini.
Umframt tað, bíðar Víkingi eisini
ein stór peningalig upphædd, um
tað eydnast teimum at spæla seg
víðari. Víðari luttøka úr fyrsta und
anumfari av Champions League til
annað undanumfar gevur nevni
liga 300.000 evrur, sum svarar til
gott og væl 2,2 milliónir krónur,
sum altso verður lagt afturat peng
unum, ið Víkingur fekk í fjør fyri at
vinna føroyameistaraheitið.
Vit gita liðið hjá Víkingi
sær soleiðis út týskvøldið:
Elias Rasmussen – Gert Hansen,
Atli Gregersen, Erling Jacobsen,
Hanus Jacobsen – Gunnar Vatn
hamar, Hans Jørgen Djurhuus,
Sorin Anghel, Filip Djordjevic –
Sølvi Vatnhamar – Adeshina Lawal
Víkinga profilurin, Sølvi Vatnhamar, sigur, at teir í Víkingi vita frá royndum hvat
krevst fyri at spæla seg víðari í altjóða fótbólti. Týskvøldið skal Víkingur spæla
seinnu uppgerðina í Kosovo móti meistaraliðnum har niðri, Trepca 89
VÍKINGARNIR VITA
FRÁ ROYNDUM
HVAT KREVST