Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Kappróðrarárið er í hæddini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tríggjar kappingar av­ greiddar í eina viku. Tað gekk upp á stás á jó­an­s­ økuá Tvøroyri og á sun­ dalags­stevnu í Hósvík, og leygardagin var talan um plettskot í Fuglafirði, tá ið tað var kappast á varma­ keldu­stevnu. Leygardagin verður aft­ ur kappróður. Tá verður kapp­ast á fjarðastevnu, sum hesa­ferð verður á Skála. Aðru hvørja ferð verður á fjarðastevnu kappast í Vestmanna, og fjórðu hvørja ferð verður kappast á Strond­um og á Skála, sum eig­ur tørn at skipa fyri nú leyg­ar­dagin. Skálafjørðurin verður rokn­að­ur millum bestu róðr­ ar­økini av øllum, og fra­m­við vestara arminum á fjørð­in­ um roynist tað avbera væl. Ingibjørg tvífaldur meistari Hóast tað resta tríggir av sjey róðrum, so er møguleiki fyri, at tveir bátar longu leyg­ar­dagin fara at tryggja sær FM heitið. Talan er um barna­manningarnar umborð á Ingibjørg, sum er nýggja 5-manna­farið hjá Havnar Róðr­ar­felag. Ásetingarnar siga, at tað eru úrslitini í fimm teimum bestu av teimum sjey FM kapp­ing­unum, sum telja við í upp­gerðini í barnaróðrinum. Leygardagin vann Ingi­ bjørg við gentumanning og dreingja­manning. Hesar mann­ingarnar hava vunnið allar barnaróðrarnar hig­ar­ til í ár. Tí er møguleiki fyri, at stigamunurin aftur til avbjóð­ar­ar­nar longu leyg­ ar­dagin verður so stórur, at tað ikki fer at bera til hjá øðrum at vinna hann aft­ur á vestanstevnu, sum verð­ur í Miðvági leygardagin fimt­ anda juli, og á ólavsøku. Kappast við knívinum á barkanum Fyri kvinnurnar í Fuglafirði hev­ur fyrri parturin av róðr­ ar­ár­inum verið øðrvísi, enn hann hevur verið undanfarin ár. Í fjør vunnu bæði Erla Kongs­dóttir og Rádni FM. Und­an varmakeldustevnuni hevði Erla Kongsdóttir ongan róð­ur vunnið í ár, meðan Rádni bara hevði vunnið ein róður – á norð­ oya­stevnu. Á heimasjógvi gekk alt upp í eina hægri eind hjá teim­um báðum kvinnu­bát­ unum í Fuglafirði, og tað fegn­ast allir fuglfirðingar sjálv­andi um. Eisini Martin Ven­ned, royndi rógvarin, sum er venjari í Fuglafirði. Rádni sprakk frá Søl­ mundi beinanvegin, vann eina heila bátslongd, og tað eydnaðist ongantíð Søl­ mundi, sum vann bæði á jó­ an­søku og sunda­lags­stevnu, at vinna tað mista aftur. Erla Kongsdóttir koppaði Jall­inum, sum vann tríggjar tær fyrstu kappingarnar. Jall­urin átti besta startin, og inntil málið var reiðiliga hálv­ rógv­ið, var Jallurin fremstur. So spílaði Erla Kongsdóttir seg út, og endaspurturin var heilt framúr. Martin Venned: – Hóast manningarnar hava vant øgiliga nógv, so hev­ur tað ikki sitið soleiðis, sum vit høvdu ætlað og vón­að. Nú høvdu vit knívin á bark­ an­um. Vit hava verið greið yv­i­r, at tøkini ikki hava sitið nóg væl, og at tekn­ikk­ur­in ikki hevur verið heilt í lagi. Á varmakeldu gekk tað upp í hægri eind hjá bæði Rádna og Erlu Kongsdóttir. Tær á Radna hava ikki roynd­ir við, at tær ikki vinna sann­ før­andi. Í ár hava tær verið und­ir trýsti. Tað hevuir iva­ leyst ávirkað, men nú var einki at missa, og tær vunnu. Enn er langt á mál, um tað skal eydnast at endurvinna FM heitini, men møguleikin er har, og vit arbeiða fyri at røkka so langt sum møguligt, sig­ur Martin Venned. Klaksvíkingar trívast væl í Fuglafirði Stóri spurningurin undan fin­alu­róðrinum í Fuglafirði var, um tað mundi fara at eydn­ast hjá Orminum Langa at syfta Klaksvíkingi. Tætta upp­gerðin í Hósvík síðsta miku­kvøld kundi lagt upp til tað. Klaksvíkingur var best­ur í Fuglafirði í 2009, 2011 og 2013, tá ið tað varð kapp­ast á tvey túsund metr­um, og hann var eisini fremst­ur í 2015, tá ið fyrsta kapp­ingin var á tús­und metr­um. Aftur leyg­ ar­dagin vóru klaks­vík­ingar fremst­ir. Sig­ur­in var meiri sann­før­andi, enn hann var miku­kvøldið í Hósvík. Martin Venned hevur vunn­ið fleiri FM heiti við 10-mannaførum. Í 1998 og 1999 var tað við Eyst­ur­ oy­ingi, í 2008 var tað við Havnarbátinum, og so eru tað sigrarnir við barn­dóms­ fe­lag­num í Klaks­vík. Í 2001 var tað við 8-manna­farinum Nev­inum Reyða, og síðani við Klaksvíkingi í 2009, 2011 og 2013. – Avrikið hjá Klaksvíkingi leyg­ardagin vísti, at henda mann­ingin stendur einki aft­anfyri tað bestu, sum mítt ættarlið hevði umborð á Klaks­vík­ingi. Tað var í 2013. Leyg­ar­dag­in runnu tekn­ ikk­ur, tempo og taktiska tilvitanin hjá Klaksvíkingi upp í hægri eind. Teir raktu tøk­ini, sum vit plaga at siga, og sigurin var sannførandi, sig­ur Martin Venned. Hann heldur ongan iva vera um, at Klaksvíkingur Kvinnurnar í Fuglafirði vístu framúr avrik, tá ið tær høvdu knívin á barkanum, og millum mannfólkini var tað bara Sundabáturin, sum megnaði at koppa tí, sum var bestur mikukvøldið FM HEITINI SPØKJA LONGU Á SKÁLA