Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 197 - 15. oktober 2004 Nr. 197 - 15. oktober 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Nógvar barnakonur doyggja Í gjár fór ST undir eitt átak, sum skal hjálpa barna- konum í teimum fátæku menningarlondunum. Ein nýggj frágreiðing hjá ST vísir, at sjálvt um heimsins lond lovaðu at bøta um korini hjá barnakon- unum í menningarlondunum á einari ráðstevnu fyri tíggju árum síðani, er lítið og einki hent. Í frágreiðing- ini stendur, at hvønn minut doyr ein barnakona í menn- ingarlondunum, hvønn dag verða 7.000 kvinnur smittaðar við HIV, og 200 milliónir kvinnur í menning- arlondunum hava ikki atgongd til nakað fyribyrgjandi. Á ráðstevnuni í Kairo fyri tíggju árum síðani lovaðu tey ríku londini at játta pening til at bøta um korini hjá kvinnum í menningarlondunum, men enn hava londini bara játtað helmingin av tí, sum tey lovaðu. Tað eru kortini ikki bara pengar, sum vanta. ST sigur, at í nógvum londum hava konservativar og átrúnaðarligar kreftir forðað skilagóðum tiltøkum. Tá átrúnaðarligir leiðarar sýta kvinum at brúka nakað fyribyrgjandi, fáa kvinnurnar fleiri børn, enn tær høvdu ætlað, samstundis sum vandin fyri at fáa HIV gerst størri, sigur ST. Sambært frágreiðingini gerast meiri enn ein millión børn móðurloysingar á hvørjum ári, men heldur ikki tað tykist áivrka myndugleikarnar í teimum fátæku londunum. Tí er umráðandi, at tann politiski viljin rað- festir korini hjá kvinnunum fremri, enn gjørt verður nú. At kvinnurnar doyggja, er ikki bara ein trupulleiki fyri børnini, sum tær eiga. Í nógvum londum er tað kvinnan, sum er tann savnandi limurin í húskinum, og tí fer heimið ofta upploysn, tá kvinnan doyr. – Tað eigur at vera ein gleði hjá einari kvinnu at gerast við barn, men soleiðis er tað ikki í menningar- londunum, tí alt ov ofta merkir tað, at hon fer at doyggja um stutta tíð, stendur í ST-frágreiðngini. Tøgn um fangar Amerikanski mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch leggur USA undir at fjala týðandi limir í al-Qaeda, og felagsskapurin ivast ikki í, at USA brýtur altjóða lóg og reglur. Human Rights Watch vísir á, at fyri hjálvum øðrum ári síðani segði amerikanski trygdarmálaráðharrin, Tom Ridge, at amerikanskir hermenn høvdu tikið Khalid Sheikk Muhammad, sum verður hildin at vera maðurin, sum legði atsóknina tann 11. september í 2001 til rættis. Men hvar er hann, spyr Human Rights Watch. Fel- agsskapurin sigur, at amrikanararnir hava tikið minst ellivu aðrar týðandi limir í al-Qaeda, m en at eingin veit, hvar teir eru. HRW ivast ikki í, at fangarnir verða fjaldir onkunstaðni, og felagsskapurin ivast heldur ikki í, at teir verða illa viðfarnir. Teir hava einki samband við sínar næstringar, og Reyði Krossur sleppur heldur ikki at tosa við teir, soleiðis sum altjóða reglur og sátt- málar annars krevja. Human Rights Watch fer so illa við teimum amerik- onsku myndugleikunum, at felagsskapurin samanber framferð teirra við framferðina hjá Nazitýsklandi og teimum gomlu einaræðisstýrunum í Latínamerika. Amerikanskir myndugleikar váttaðu í gjár, at í hvussu er seks av teimum tólv monnunum, sum Hu- man Rights Watch nevnir í einari frágreiðing, eru í am- erikonskum varðhaldi. Men myndugleikarnir vilja ikki siga, hvar meninir eru. Seinsti sjónvarpsdyst- urin ímillum George W. Bush og Kohn Kerry vísti, at teir eru ósamdir um at kalla alt VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Búskapurin, heilsumálini og innanríkispolitikkurin sum heild vóru høvuðsevn- ini í tí seinasta sjónvarps- dystinum, sum var ímillum tey bæði amerikonsku for- setavalevnini gjáranáttina. Skattapolitikkurin hjá Bush-stjórnini bleiv eisini umrøddur. John Kerry segði, at verður hann vald- ur, fer hann at ógilda skattalættan, sum Bush- stjórnin hevur givið teim- um, sum forvinna meiri en 200.000 dollarar um árið. Kerry hevur undir val- stríðnum lovað meðalstætt- ini skattalætta, men Bush segði, at tað lyfti fer Kerry ikki at halda, vinnur hann valið. Bush væntaði heldur ikki, at amerikanaarnir kunnu vænta sær allar ábøt- urnar innan heilsuverkið, sum Kerry hevur lovað teimum. Meiningakanningar aftan á dystin vístu, at tey flestu hildu John Kerry hava vunnið. Í sjónvarpinum ABC var munurin bara eitt prosentstig, men hjá CNN søgdu 52 prosent, at Kerry hevði vunnið, meðan 39 prosent svaraðu, at Bush hevði staðið seg betur. Deyðar mammur halda um børnini, ein smádrongur við ein- um bólti í føvningin- um. Tað er nakað av tí, sum er funnið í hóp- gravum har norðuri í Irak HÓPMORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey, sum liggja í hópgrav- unum, sum júst eru funnar, gjørdust offur fyri einum átaki hjá stýrinum hjá Sad- dam Hussein í 1988, tá einaræðisharrin setti sær fyri at útrudda tann kurd- iska minnilutan í landinum. Greg Kehoe stendur á odda fyri útgravingini. Hetta eru ikki tær fyrstu hópgravirnar, sum hann hevur kannað, men hann sigur seg ongantíð hava sæð nakað slíkt fyrr. – Eg havi kannað hóp- gravir í mong ár, men eg havi ongantíð funnið kvinnur og børn, sum eru tikin av døgum uttan nakra veruliga grund, sigur Greg Kehoe. Amerikonsku myndug- leikarnir hava valt hann at hjálpa einum serligum dómstóli, sum teir iraksku myndugleikarnir hava skip- að. Í fimm ár hevur hann kannað hópgravir í Bosnia fyri krígsbrotsmannadóm- stólin í Haag, og síðani 1. september hevur hann leit- að eftir hópgravum har norðuri í Irak. Fleiri túsund Har hava hann og hjálpar- menn hansara funnið fleiri hópgravir nakrar kilometrar frá býnum Hatra. Í einari grøv hava teir funnið líkini av minst 300 kurdiskum kvinnum og børnum, og í einari aðrari grøv lógu líkini av monnunum. Alt bendir á, at kvinurnar og børnini vórðu skotin við hondvápn- um, meðan menninir vórðu skotnir við maskinbyrsum. Greg Kehoe og menn hansara hava funnið níggju hópgravir higartil, og teir halda, at har liggja líkini av fleiri túsund kurdum. Greg Kehoe heldur, at myndug- leikarnir fluttu kurdarnar higar, og at teir síðani vórðu skotnir og jarðaðir í hópgravunum. – Hetta eru deyðans markir, sigur hann. Saddam Hussein kemur ætlandi fyri rættin í Bagdad næsta ár. Har verður hann ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini. Eingin veit við vissu, hvussu mangir kurdar og aðrir irakar vórðu fyribeindir í hansara tíð. Greg Kehoe heldur, at talið er um 300.000. Samdir um at vera ósamdir Deyðans markir Ein av hópgravunum, sum eru funnar har norðuri í Irak Eitt maskinbrek á prent- smiðjuni hjá Prentmiðstøð- ini seinnapartin mikudagin gjørdi, at hósdagsbløðini koma út í skerdari útgávu. Sosialurin var farin til prentingar, tá óhappið hendi. Av hesum mátti blaðið skerast við átta síð- um. Tað gjørdi so, at eitt nú Lýsingartorgið kom ikki við, eins og annað tilfar eisini lá eftir. Forsíðan var sum vera man gjørd og kundi ikki broytast. Tískil er heldur ikki samsvar millum ávís- ingar og plaseringar inni í blaðnum. Okkurt, sum ávist er á forsíðuni, er heilt einfalt ikki við í blaðnum. Blaðstjórnin biður lesar- arnar bera yvir við okkum. ej Dansifelagið Tøkum Lætt byrjar vetrar- skránna sunnu- kvøldið. Nýggir dansarar eru væl- komnir, sigur felagið í tíðindaskrivi DANSUR Tøkum Lætt bjóðar øllum at koma í føroyskan dans í vetur. Dansað verður í Skansastvu í Djóna í Geilsgøtu 1 sunnukvøld klokkan 20.00. Fyrsta dansikvøldið í vetur verður nú sunnu- kvøldið 17. oktober. Har liggur skrá fyri veturin frammi, sigur felagið í tíðindaskrivi. Tøkum Lætt sigur frá, at tey hava eina fjøl- broytta skrá, soleiðis at øll kunnu vera við. Bæði royndir og óroyndir dans- arar. Á skránni eru bæði stuttar vísur og tættir, eins væl og longu kvæðini. Meira fæst at vita um dansifelagið Tøkum Lætt, sum er størsta dansifelag í landinum, á heimasíðu felagsins, ið er at finna á adressuni www.slaid- ring.fo/toekum ej Havi gott stev Maskinbrek á prentsmiðjuni C M Y K 3 2 Seinasta freist at lata broyt- ingar inn til telefonbókina 2005 er mána- dagin 1. nov. 2004 Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele- fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir- upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku. Búmerki: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku. Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum. Prísir: (A) Standardlýsing ................................. kr.700,00 (B) Innramming...................................... kr. 800,00 (E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00 (sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004) Litlýsingar: Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.250,00. Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í telefonbókini 2004, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66. GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg! Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum. Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt. Hvítu síður Gulu síður tel 30 30 30 www.tele.fo www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo