Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 197 - 15. oktober 2004 Nr. 197 - 15. oktober 2004 5 Kvinnufelagið, sum í mong ár hevur stuðl- að kvinnuligu val- evnunum við ymisk- um tiltøkum, hevur aftur í ár rætt teimum eina hjálpandi hond. Í ár verður Mettustova latin ókeypis til kvinnuligu valevnini at nýta sum teimum lystir KOMMUNUVALIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Kvinnufelagið í Havn hevur í fleiri ár verið ein dyggur stuðul hjá øllum teimum kvinnuligu valevn- unum í Tórshavnar komm- unu. Undan hesum ymisku valunum, hevur felagið millum annað skipað fyri tiltøkum í Norðurlanda- húsinum, Meiarínum, Kommunuskúlanum og í Mettustovu. Í ár er tó ætl- anin at veita stuðulin á ein nakað øðrvísi hátt. Lata Mettustovu Kvinnufelagið í Havn hús- ast í Mettustovu úti á Reyni. Og tað verður eisini Mettustova, sum verður karmur um stuðulin til kvinnuligu valevnini til býráðsvalið í ár. – Vit hava tikið avgerð um, at lata øllum teimum kvinnuligu valevnunum Mettustovu til láns. So kunnu tær nýta húsið á bestan hátt, antin til polit- iska café, fundir ella annað, sum tørvur nú er á. Tær kunnu sjálvar ráða, greiðir Inga Ellingsgaard, limur í kvinnufelagnum frá. Fyrr hevur felagið annars havt stórar kampagnur koyrandi fyri kvinnuligu valevnini, men tað gerst dekan ov dýrt í longdini. Lýsingarnar kosta ikki einki, og at leiga onnur høli til kvinnupolitiskar fundir, er eisini dýrt, greiðir Inga frá. – Vit vilja allíkavæl so fegnar stuðla tær á onkran hátt og tí hava vit bjóðað teimum hølini hjá okkum at ráða yvir. Mær vitandi er tað enn bert Javnaðarflokk- urin, ið hevur sagt ja takk, men vit skulu hava fund við allar flokkarnar mánadag- in, so tá fáa vit at síggja hvussu verður, sigur Inga. Hon leggur dent á, at Mettustova er eitt tilboð til allar flokkar. – Sjálvandi er tilboðið galdandi fyri allar flokkar. Vit eru ikki eitt parta- politiskt felag, men vit vilja stuðla teimum kvinnum, sum velja at fara upp í politik, sigur hon. Inga heldur, at tað er týdningarmikið fyri kvinn- urnar at vita, at onkur er, sum bakkar tær upp og sum stuðlar tær, óansæð hvønn flokk tær stilla upp fyri. Politiska skipan Inga sigur seg halda, at kvinnur hava eina heilt øðrvísi hugsan um politikk enn mannfólkini hava. – Tú sært menninar stilla upp val eftir val, meðan kvinnurnar ógvuliga ofta taka seg aftur, tá tær hava sitið í eini tvey skeið. Kvinnurnar blíva ikki við at vera í politikkinum alt lív- ið, vísir tað seg. Eg haldi, at vit prioritera lívið øðrvísi, tí tað vísir seg at konu- fólkini fara nógv skjótari úr politikkinum aftur í mun til menninar, heldur Inga. Av tí, at menninir hava stýrt politiska pallinum so leingi, og tí teir sum oftast eru í meiriluta, kann tað hugsast, at politiska skip- anin og arbeiðshættirnir eru lagdir til rættis av monnum til menn. Tað er millum annað tí, at Mettustova bert verður latin kvinnunum. – Tað kann so væl vera, at kvinnurnar av og á hava tørv á at tosa saman einsa- mallar, uttan at verða órógvaðar av nøkrum. Hetta verður ein fínur møguleiki til tað. Eisini verður møguleiki at skipa fyri onkrum tvørpolitisk- um. Og vónandi verður eisini skipað fyri onkrum, sum vit onnur eisini kunnu koma við til og fáa gleði av, sigur Inga. Inga sigur, at tær í Kvinnufelagnum so inni- liga vóna, at flokkarnir fara at taka av hesum tilboð- num, sum ikki kemur at kosta teimum eina krónu. – Hetta skal vera okkara ískoyti til at hjálpa kvinnu- ligu valevnunum í ár, sigur Inga Ellingsgaard at enda. Kvinnufelagið stuðlar valevnunum Fullkomna bannið av fartelefonum á Landsjúkrahúsin- um, verður í næst- um avtikið. Loyvt verður at tosa nær- um um alt sjúkra- húsið Síðani fartelefonin fór at vera hvønnmansogn, hevur tað verið ein stór- ur bági hjá sjúklingun- um, at tað ikki hevur verið loyvt at nýta hana á sjúkrahúsinum. Hetta hevur eisini økt um arbeiðsbyrðina hjá telefondamuni í veksl- aranum, eins og hjá sjúkrasystrunum, sum máttu taka sær av at heinta rullandi mynttele- fonirnar og seta tær upp á pláss aftur, eftir at sjúklingarnir høvdu lænt tær. Men nú er vent í hol- uni og politikkurin við- víkjandi tartelefonum er nú broyttur. Hetta fer at vera ein stórur lætti hjá teimum mongu sjúklingum, sum hava egna fartelefon við, og sum nú kunnu ringja, uttan nakran trupulleika. Eisini verður tað ein stórur bati hjá avvarð- andi, sum nú fáa bein- leiðis samband við sjúk- lingin, uttan nakað stríð – og uttan at verða til stríð hjá øðrum. Undantøk Nøkur undantøk vera tó, har ikki verður loyvt at tosa í fartelefon. Tey mest viðkvomu kann- ingartólini tola nevniliga ikki geislingarnar frá fartelefonunum, og tey kunnu tí verða ávirkað. Væl og virðiliga verð- ur tó skeltað, um hvar verður loyvt at tosa og ikki. Av Landssjúkrahúsin- um frættist, at eisini grannalond okkara eru farin frá at hava full- komið fartelefonbann. Seinnu árini eru nevniliga gjørdar langar og neyvar kanningar, um geislingina frá fartele- fonum. Hesar kanningar hava víst, at vandin fyri, at tólini verða ávirkað, er ógvuliga lítil. Tey tól, ið verða fram- leidd í dag, eru somu- leiðis øll sera væl vard ímóti fartelefongeisling. So um tú skalt inn- leggjast í Havn, so kanst tú trygt leggja tær far- telefonina í taskuna. Skeltini, ið siga »far- telefonin bannað», verða framyvir nevniliga ikki at síggja allastaðni á Landsjúkrahúsinum. –eys– Fartelefonir loyvdar á Lands- sjúkrahúsinum Inga Ellingsgaard í Kvinnufelagnum sigur, at Mettustova verður til taks hjá øllum kvinnuligum valevnum í Tórshavnar kommunu hetta til valið Savnsmynd Konjekturfrágreiðing hjá Búskaparráðnum: Reiðarafeløg og fiskimannafeløg stýra fiskivinnupolitikkinum Sambært feskastu frá- greiðingini hjá Bú- skaparráðnum eru tað fyrst og fremst fakfelagsleiðararnir Jákup Sólstein og Óli Jacobsen og teirra limir, sum stýra før- oyska fiskivinnupolit- ikkunum og ikki landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, og sam- gongan KONJEKTURFRÁ- GREIÐING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo ..."Myndugleikarnir hava latið reiðarafeløg og fiski- mannafeløg havt ræðið á fiskivinnupolitikkinum, heldur enn at reka egnan politikk í landinum sum heild at gagni" Hósmorgunin kom kon- jekturfrágreiðingin fyri 2004 frá Búskaparráðnum, og ráðið leggur ikki fingr- arnar ímillum, tá spurning- ur um, hvør stýrir føroyska vinnulívinum verður um- røddur. Búskaparráðið fýlist harðliga á, at politiski myndugleikin ferð eftir ferð gongur beinleiðis ímóti tilmælum frá bæði fiski- frøðingum og búskaparfrøð- ingum. Í frágreiðingini verður víst á, at Búskapar- ráðið hevur fleiri ferðir heitt á landsins myndugleikar um liberalisera fiskiskapin, men uttan úrslit. – Búskaparráðið hevur síðan tað varð sett á stovn víst á, at galdandi regluverk um fiskiskapin førir til spill av vinnuligum tilfeingi og mótvirkar, at vit kunnu fáa sum mest av búskaparlig- um gagni úr fiskiskapinum, stendur millum annað skrivað í frágreiðingini. Í frágreiðingini verður eisini sagt, at politisku myndugleikarar hava størri áhuga í at verja áhugamál- ini hjá verandi loyvishav- arum í fiskivinnuni, heldur enn at skipa fiskiskapin við heildarbúskaparligum atlitum. Politisk misrøkt Búskaparráðið heldur, at búskaparpolitikkurin hjá landsins myndugleikum í dag er við at gera búskapar- liga afturstigið størri enn neyðugt er. Í konjekturfrá- greiðingini verður mint á, at upprunin til politisku kreppuna í nítiárunum var búskaparpolitikkurin í áttatiárunum. – Í teimum trimum týdn- ingarmestu útflutnings- vinnunum eru í dag trupul- leikar, sum millum annað stava frá politiskari mis- røkt, stendur skrivað í frá- greiðingini. Búskaparráðið sipar her til, at politiski myndugleik- in ikki hevur verið nóg dugnaligur til at tillaga fiskaframleiðsluna í Føroy- um, eftir at kappingin úr Asia og Eysurevropa er harðnað nógv. – Tað almenna hevur ikki skilt týdningin av, at júst fiskavirkini komu á privatar hendur so skjótt sum til bar, og av hesum kann standast størri skaðið enn neyðugt var, verður skrivað í konjekturfrágreið- ingini. Búskaparráðið fýlist eisini á, at flestu vinnupol- itisku tiltøkini í fiskivinn- uni hava til endamáls at verja verandi arbeiðspláss og verandi fyritøkur, heldur enn at lata fría kapping valda. – Forðingar fyri eitt nú virking umborð á fiskifør- um í føroyskum sjógvi, av- markingar fyri avreiðing uttanlands, stuðul av yms- um slag fyri at fáa fisk virkaðan í Føroyum- slík tiltøk verja væl um arbeiðs- pláss og fyritøkur í hesum vinnum, men forða sam- stundis fyri einari neyðug- ari javnari tillaging til broytt marknaðarkor. Ikki samanbera nítiárini Í frágreiðingini verður staðiliga víst aftur, at djúpa kreppan í nítiárinum vitjar aftur í Føroyum nú. Bú- skaparráðið vísir á, at talan er um eitt afturstig og ikki eina kreppu. – Hetta er ein heilt onnur støða, enn undir stóru kreppuni í nítiárunum, tá tað almenna ikki hevði ráð til at halda egna virksemið gangandi. Tað almenna hevur í hesum tíðum ráð til at virka stabiliserandi, við at halda fast um virksemi og møguleika styrkja bú- skapin við arbeiðsskapandi og neyðugum íløgum, verð- ur sagt í frágreiðingini. Víst verður á, at búskap- arliga støðan í løtuni er heldur ein konjekturaftur- gongd, sum vit vanliga upp- liva. – Afturgongdin stendst partvís av náttúrugivnum ávum, av broytingum í eft- irspurninginum uttanlands, og av tí vit ikki fara við til- feingisvinnunum á forsvar- ligan hátt og tí vit oftast reka ein viðrekandi fíggjar- politikk, verður sagt í frágreiðingini. Í frágreiðingin verður lagt afturat, at búskaparligu trupulleikarnir í løtuni kunnu metast sum ein bráð- feingis trupulleiki, sum ikki verður varðandi. – Fiskiskapurin batnar einaferð aftur, tá gróðurin í sjónum er til vildar, alingin tekur seg upp aftur, tá íleggjarar síggja møguleik- ar í vinnuni aftur, og al- mennu kassarnir fáa alop so hvørt sum vinnuligu part- urin kemur fyri seg aftur. Búskaparráðið sigur bart út, at tað ræður um politisk- an dugnaskap, skal búskap- arliga støðan í løtuni ikki gerast verri enn neyðugt er. – Tað almenna hevur sky ldu til at virka stabiliser- andi, tá afturstig eru í vinnuligu konjekturunum. Hetta merkir í flestu førum, at tað almenna skal vera til reiðar at taka skuld á sínar herðar og tessvegna veita ta trygd, sum er neyðug í vánaligum tíðum. At tað almenna -tað er skattaborg- arin-tekur skuld á seg í vánaligum tíðum merkir, at sami skattaborgari velir at gjalda eina rentubyrðu seinni, heldur enn at missa nýtslumøguleikan í dag. –Hetta er ein heilt onnur støða, enn undir stóru kreppuni í nítiárunum, tá tað almenna ikki hevði ráð til at halda egna virksemið gangandi. Tað almenna hevur í hesum tíðum ráð til at virka stabiliserandi, við at halda fast um virksemi og møguleika styrkja búskapin við arbeiðsskapandi og neyðugum íløgum, sigur Búskaparráðið í feskastu konjekturfrágreiðingini. Mynd: Savnsmynd Makrel kappast í Dan- mark 27. oktober skal føroyski tónleika- bólkurin, Makrel, kappast í tónleika- kappingini, Global Battle of the Bands, á lítla Vega í Danmark DANMARKARFERÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Føroyski tónleikabólkur Makrel skal seinni í mánaðinum luttaka í tónleikakapping í Dan- mark. 27. oktober skipa danir fyri kappingini, Global Battle of the Bands, á lítla Vega, og Makrel verður millum bólkarnar. Talan er um eina al- tjóða kapping, sum fyrst er skipað sum ein und- ankapping, og síðan við einum finaluumfari. Undankappingin verður í 16 ymiskum londum, har í millum Danmark. Finalan í Global Battle of the Bands verður hildin í London 30. nov- ember í ár, og vinning- urin er einki minni enn 100.000 amerikanski rdollarar. Í undankappingini í Danmark verða bólkar- nir Mia Mirror, grasp, Bearfoot, ca8, 3 og før- oysku Makrel. Bólkarnir framføra 2-3 løg hvør, og besti bólkurin fer víð- ari í finaluumfarið Nýggj manning Sammett við manning- ina hjá Makrel í summ- ar, eru tveir nýggir limir komnir í bólkin. Talan er um bassspælaran hjá Prix Føroyar-vinnarun- um, Gestum, Niels Ják- up í Jógvanstovu, og kvinnuliga keyboard- spælaran, Halltóru Hen- riksen. Bæði Niels Ják- up og Halltóra verða millum tónleikararnar hjá Makrel, tá bólkurin skal royna seg á lítla Vega seinni í mánaðin- um. Vanligi bassspælarin hjá Makrel, Hergeir Staksberg, er farin uttanlands í lestrarør- indum, og tí loysir Niels Jákup í Jógvanstovu hann av í løtuni. C M Y K 5 4