fríggjadagur 15. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 197 - 15. oktober 2004
Nr. 197 - 15. oktober 2004
7
Hvalirnir, sum fingu
sendarar ásettar í
Sandavági í summar,
og sum enn lata
færtta ordiliga frá
sær, eru nú aftur í
føroyskum sjógvi
GRIND
Grindahvalirnir, sum fingu
sendara ásettan í Sandavági
tann 25. august, eru nú
aftur í føroyskum sjógvi
eftir at hava verið ein túr
yviri móti norsku strondini.
Tað søgdu teir frá í gjár.
Tó eru tað bara tríggir, sum
senda regluliga og geva
positión, sigur Náttúru-
gripasavnið á heimasíðu
síni. Og teir tríggir fylgjast.
Onkur av hinum sendir
eitt signal soleiðis av og á,
men teir geva onga posi-
tión, so ikki ber til at siga
neyvt, hvar teir eru. So fyri
tann skuld kunnu teir væl
vera í somu grindini, sum
teir, ið boða ordiliga frá,
hvar teir eru staddir.
ej
Í føroysku Eliaskirkj-
uni í Keypmanna-
havn er nógv virk-
semi. Møti og sunnu-
dagsskúli hvørja viku,
legur og evnisdagar
eru bert onkur av
teimum føstu tiltøk-
unum. Evnisdagur
verður komandi
leygardag, har evnið
verður bíbliulesnaður
og andaktslív
KIRKJULÍV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Flestu føroyingar munnu
vita av føroyska arbeiðin-
um í Eliaskirkjuni í Keyp-
mannahavn. Har savnast
nógvir føroyingar um Guds
orð. Leygarkvøld til møti
og bønarmøti og sunnudag
til
sunnudagsskúla
við
børnunum.
Nógv annað virksemi er í
kirkjuni, til dømis ein
bókasøla, bíbliutímar og á
hvørjum heysti verður skip-
að fyri legu, har endamálið
er bæði at styrkja trúnna og
felagsskapin. Tí leggja fyri-
reikararnir dent á góð evni
og familjuvinarlig støð.
Bíbliutímarnir eru aðru-
hvørja viku, og tá teir ikki
eru, savnast ein lærubólkur,
har høvuðsevni í kristnu
trúnni verða viðgjørd.
Evnisdagar verða eisini
fyriskipaðir, og í morgin
verður ein tílíkur, har evnið
verður bíbliulesnaður og
andaktslív.
Á skránni ein tílíkan
evnisdag eru bæði framløga
og felagsprát um evnið. Tá
dagurin er við at enda,
verður ein felagsnátturði.
Og sum vanligt, verður so
møti í kjallaranum í Elias-
kirkjuni leygarkvøldið.
Upplagdur møguleiki
Føroyska arbeiðið í Elias-
kirkjuni hevur nú nøkur ár
aftan fyri seg. Tað byrjaði í
1980 við, at nøkur komu
saman til bíbliutímar í
heimunum. Árið eftir, varð
virksemið so víðkað til
eisini at umfata møti í
Eliaskirkjuni annaðhvørt
leygarkvøld. Men ikki fyrr
enn frá 1989 hava møti
verið hvørt leygarkvøld.
Sunnudagsskúlin byrjaði
í 1992, og á heysti í 97 var
fyrsta møti uttan fyri Keyp-
mannahavn. Árliga legan
hevur verið á hvørjum ári
síðan byrjan.
– Hjá trúgvandi ung-
dómi, ið fer niður at nema
sær kunnleika, er alneyðugt
at koma í ein kristiligan fe-
lagsskap. Vit halda arbeiðið
vera eitt gott tilboð til før-
oyingar, sum búseta seg í
Keypmannahavn og nær-
hendis, stendur at lesa í
faldaranum um føroyska
arbeiðið í Eliaskirkjuni.
Arbeiðið er sjálvstøðugt
við sama játtanargrund-ar-
lagi sum Fólkakirkjan. Eitt
5-mannastyri stendur fyri
arbeiðinum, sum er bygt á
bíbilsku
skriftirnar
og
evangelisku luthersku játt-
anina hjá Fólkakirkjuni,
sum tulking av teimum
heilagu skriftunum.
Arbeiðið hevur til enda-
máls, at boða gleðiboð-
skapin, at styrkja hin
kristna felagsskapin og at
kalla til trúboðan úti og
heima.
Í faldaranum stendur eis-
ini, at føroyska arbeiðið í
Eliaskirkjuni er ein upp-
lagdur møguleiki hjá før-
oyingum, sum leita sær til
Keypmannahavnar, at hitta
landsmenn í góðum og
uppbyggjandi felagsskapi.
Nógv virksemi
í Eliaskirkjuni
Føroyska arbeiðið í Elias-
kirkjuni hevur 14 ár á baki.
Tað byrjaði við bíbliulesnaði
í heimunum í 1980
Grindin í føroyskum sjógvi
Fylgisveinagrindin var í gjár
í føroyskum sjógvi eystanfyri
Áskoðararnir hjá NSÍ,
ið rópa seg "guli-
ganz", hava aftur í ár
kosið ein "ársins guli-
ganz-leikara". Ungi
maðurin, sum fekk
heiðurin í ár, arbeiðir
á Fiskavirkinum í
Gøtu, har hann fekk
heiðurslønina miku-
dagin
HEIÐURSLØN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nøkur ár hava áskoðarar-
nir hjá NSÍ, sum rópa seg
"guliganz", kosið ein av
leikarunum at vera "ársins
guligans-leikara".
Nú fótbóltskappingin er
liðug, hava áskoðararnir
gjørt av, at Óli Hansen,
verjuleikari hjá NSÍ, skal
fáa henda heiður í ár.
Handanin av heiðurs-
lønini fór fram mikudagin á
arbeiðsplássinum hjá Óla,
sum er Fiskavirkið í Gøtu.
Áskoðararnir halda, at
Óli hevur havt eitt fram úr
gott ár í miðverjuni hjá NSÍ
í ár, tó at tað hevur gingið
misjavnt hjá 1. deildar-
liðnum hetta kappingarárið.
Óli heldur, at útlitini fyri
komandi kappingarár og
vónirnar um eitt enn betri
úrslit, eru góðar.
– Eg ynski at takka øllum
viðhaldsfólkunum hjá NSÍ
fyri dyggan stuðul, og eg
vóni, at stuðulin komandi
ár verður minst líka so góð-
ur, sigur "ársins guliganz-
leikari" hjá NSÍ.
Umframt
"guliganz-
steyp", fekk Óli Hansen
eisini ein kekk áljóðandi kr.
3.000, sum er latin av
R.L.O. Entreprenørum sam-
an við áskoðarum hjá NSÍ.
Tað var guliganz-formað-
urin, Bogi Hansen, sum
handaði verjuleikaranum
heiðurslønina.
Ársins guliganz-leikari í
fjør var Messias Pereira, og
í 2002 varð Arnfinn Lang-
gaard kosin ársins leikari
hjá NSÍ.
- Vit, sum sita í Kald-
baksnevndini, verða
slett ikki eftirspurd,
tá ið ræður um virk-
semið á Sundi. Vit
halda, at vit longu
hava ríkiligt av dálk-
ing og duni hinumeg-
in fjørðin. Tískil
ynskja vit asfaltverk-
ið, sum bygt verður á
Sundi, har piparið
grør, og vit duga ikki
at skilja, at nú er uppá
tal at leggja eina frí-
havn á Kaldbaksfirði,
har eingin streyma-
sjógvur er, sigur Edit
Vang, sum er limur í
Kaldbaksnevndini
DÁLKING OG DUN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk í Kaldbak eru órógv-
aði.
Hinumegin fjørðin hava
tey í fyrsta lagi Sundsverk-
ið á Sundi og komunalu
brennistøðina á Sandvíkar-
hjalla, og nú verður nýtt
asfaltverk bygt á Sundi.
Seinastu tíðina hevur
eisini verið frammi at leggja
eina fríhavn á Sundi, har eitt
nú russiskir trolarar, sum nú
liggja á Havnarvág, kunnu
umskipa, bunkra og annað.
Vesturættirnar eru tær, vit
hava mest av, og tí kann
ikki útilokast, at ein ávísur
dálkingarvandi er til steðar,
tá ið kaldbaksfólk bæði
hava brennistøð, el-verk og
nú eisini fáa asfaltverk
beint hinumegin fjørðin.
Á Kaldbaksfirði er aling,
og eisini hevur ein ávís
hummaraveiða
verið
á
fjørðinum.
Óhugnaligt
Martin Justesen, sum býr í
Kaldbak, var fram við á
Sosialinum mikudagin.
Hann heldur, at tankin
um fríhavn á Sundi tykist
óhugnaligur, tí so stutt er
um fjørðin, og einki rák er á
fjørðinum.
- Tað er eingin ivi um, at
dunið frá stóru trolarunum,
sum ætlandi skulu liggja á
Sundi, fer at órógva býling-
arnar í Kaldbak og ikki
minst nýggja býlingin Á
Fløtu, sum liggur nakrar
fáar hundrað metrar yvir av.
Hann vísir á, at tað var
ikki lítið, sum hoyrdist til
nýggju motorarnar á Sundi,
tá ið hesir komu.
– Tað ljóðaði, sum um
ein stórur bussur stóð utt-
anfyri dyrnar alla tíðina.
Ikki fyrr enn kaldbaksfólk
gjørdu vart við hetta í
bløðunum, varð bøtt um
hesi viðurskifti. Nú hoyrist
lítið til motorarar longur,
og tað fegnast vit um.
Martin fýlist á, at eingin
alment hevur gjørt vart við,
at asfaltverk nú eisini
verður bygt á Sundi.
Nú talan eisini er um at
leggja eina fríhavn beint
yvir av býlingunum í
Kaldbak, helt hann, at hann
ikki kundi tiga longur.
– Jú, tað er óhugnaligt at
ímynda sær, at tann stóri
russarafloti, sum mangan
liggur á Havnarvág, nú
kanska skal flytast inn á
Sund. Tað er nóg ringt, at
hann liggur á reduni og
larmar. Inni á Sundi eru
fjøll, og tað er óhugsandi, at
larmurin ikki fer at órógva
bygdarlívið í Kaldbak.
Martin Justesen sigur, at
hann eisini stúrir fyri dálk-
ing, um ætlanin við fríhavn-
ini á Sundi verður veruleiki.
– Aftrat øllum, sum her
er nevnt, hevur einki verið
frammi um radararnar á
Sornfelli, sum geva kraft-
miklar stálir frá sær, sigur
hann at enda.
Ikki eftirspurd
Á hvørjum kommunuvali
verða trý fólk úr Kaldbak
vald í eina sonevnda Kald-
baksnevnd. Tveir
aðrir
limir eru í nevndini, sum
eru politiskt valdir. For-
maður er borgarstjórin í
Tórshavnar kommunu, Jan
Christiansen.
Tey, sum umboða Kald-
bak í nevndini í løtuni, eru
Edit Vang, Elsuba Vang og
Petur Nolsøe.
Edit sigur, at áður var
Sund ein partur av Kald-
baks sókn, og hon meinar,
at Kaldbaksnevndin up-
prunaliga eisini fevndi um
tey, sum búðu á Sundi.
– Men tað vísir seg í dag,
at vit hava onga ávirkan á,
hvat gongur fyri seg á
Sundi, og vit verða snøgt
sagt ikki eftirspurd.
Hon sigur, at lokalu um-
boðini í Kalbaksnevndini
av sínum eintingum tóku
málið um nýggja asfalt-
verkið á Sundi upp á fundi í
nevndini undir "ymiskt".
– Hóast vit mótmæltu
verkætlanini harðliga og
mótmæltu, at málið ikki er
tikið upp í nevndini, fingu
vit bara at vita, at málið er
avgreitt. Okkum dámar
slett ikki, at asfaltverk
verður bygt á Sundi, og vit
ynskja verkið, har piparið
grør, sum hon tekur til.
Edit sigur, at tað tykist,
sum um Tórshavnar býráð
heldur seg kunna leggja
allan "lort" á Sundi uttan at
spyrja Kaldbaksnevndina
um nakað sum helst.
– Okkara meining er, at
Kaldbaksnevndin framveg-
is eisini eigur at fevna um
Sund, og tí kenna vit okk-
um sett til síðis, tá ið ræður
um útbyggingar og ætlanir
á Sundi, sum liggur beint
yvir av okkum, sigur hon.
Við upp á ráð
Edit sigur, at málið um um-
røddu fríhavnina á Sundi er
so nýtt, og tí hava tey ikki
tikið hetta málið upp í
Kaldbaksnevndini.
– Okkum dámar slett
ikki, at ein møgulig fríhavn
í Føroyum verður løgd á
Sundi, og hesum fara vit at
mótmæla harðliga.
Hon sigur, at tey onkun-
tíð hava hildið, at olja lekur
úr Sundsverkinum, men
teimum er sagt, at talan er
um kølivatn, sum hevur
nakað av olju við sær.
– Hetta hevur higartil
ikki verið ein stórur trupul-
leiki, men tað er ikki so
sjáldan, at tað bráar inni á
fjørðinum.
Edit heldur, at nú so nógv
er frammi um, at olja
verður mist á sjógv undir
bunkring, er tað ræðandi at
hugsa sær, at ein stórur
trolarafloti kanska fer at
liggja á Sundi í framtíðini.
Hon sigur, at áðrenn bøtt
varð um dunið frá nýggju
motorunum á Sundsverkin-
um, kundu myndir á vegg-
inum og veggir ristast.
– Umframt at dunið
hoyrdist yvir um fjørðin,
merktust ristingarnar nógva-
staðni í bygdini, sigur hon.
Edit sóknast eisini eftir
árinskanningum í samband
við brennistøðina á Sand-
víkarhjalla.
– Eg havi skilt, at fleiri
kanningar eru gjørdar í
Leirvík í samband við
brennistøðina á Hagaleiti,
og har er mær vitandi stað-
fest, at seyður, sum gongur
uppat økinum, er meira
fongdur við dioxin, enn
seyðurin í haganum har
norðuri annars er.
Edit Vang sigur seg at
enda vóna, at býráðsmynd-
ugleikarnir í høvuðsstaðn-
um í størri mun enn higartil
fara at taka Kaldbaks-
nevndina við upp á ráð, tá
ið ræður um Kaldbaksfjørð
og økið á Sundi.
Ársins "guliganz" á bryggjuni í Gøtu
Fólk í Kaldbak eru órógvað
Guliganz-formaðurin, Bogi
Hansen, handar Óla
Hansen, sum áskoðararnir
hjá NSÍ hava kosið at vera
"ársins guliganz-leikara",
steyp og kekk í heiðursgávu
– Vit vóna, at býráðsmynd-
ugleikarnir í høvuðsstaðnum
í størri mun enn higartil fara
at taka Kaldbaksnevndina
við upp á ráð, tá ið ræður
um Kaldbaksfjørð og økið á
Sundi, sigur Edit Vang, sum
er limur í Kaldbaksnevndini
Mynd: Jan Muller
C
M
Y
K
7
6