Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 197 - 15. oktober 2004 Nr. 197 - 15. oktober 2004 9 - Sunnur matur er fínasta slag. Man skal bara ikki blíva alt ov hysteriskur - so er tað onki stuttligt longur, siga genturnar á Húsarhaldsskulanum , sum eisini avdúka, hvat tær eta, tá tær sláa seg leysar, og ongin sær… MATUR OG HEILSA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Lagið er avbera gott hend- an fyrrapartin, vit vitja genturnar á Húsarhalds- skúlanum Klaksvík. Í køk- inum er tónleikurin for frá, og nakrar av gentunum eru í ferð við at gera døgurða. Tað verður nú ikki tað heilt stóra, bara fesk suppa, tí hetta kvøldið er veitsla á skúlanum, og tá stendur oksasteik við øllum tilhoyri á skránni. Tveir stórir døg- urðar sama dag hoyra nevn- iliga ikki heima á einum sunnum matskema - tað vita tær alt um á Húsar- haldsskúlanum, har heilsu- góður matur og matvanar eru fastir tættir á tímatalv- uni. Eitt sindur av hvørjum Hóast tær flestu av gent- unum, sum eru í køkinum hendan morgunin, eru rætt- iliga ungar, eini 16-17 ár, er heilsugóður matur als ikki nakað fremmant fyri tær. Heimanífrá er tær vanar við at hoyra tos um at eta sunt, men fyri tær flestu er hetta fyrstu ferð, tær sjálvar skulu gera sunnan mat og halda skil á, at maturin er rætt samansettur. Og hvussu gongur so tað? - Fínt, sigur Asta Hansen og ramsar skjótt rætta orkubýtið upp, meðan hon hakkar gularøturnar til suppuna. - Tað er læt nokk at halda skil á einum rætti, men tað er ikki nokk. Man skal jú helst halda skil á, hvat man etur ein heilan dag, og tá kann tað blíva eitt sindur fløkt. So má man bara royna at fáa eitt sindur av hvørjum, heldur hon. Sunset heldur en Burger King Eitt er at eta sunt, tá mamma ella lærarin heldur eyga við tær. Men hvussu so, tá tær sjálvar sleppa at gera av, hvat tær hava best hug at eta? Um tit nú sluppu at velja at eta døgurða á Sunset Boulevard ella Burger King. Hvat høvdu tit valt? - Sunset!!, rópa tær við ein munn og síggja út til at meina tað í rama álvara. - Tað smakkar nógv betri, og so veit man, at tað ikki er junk-food, man koyrir í seg. Tær flestu viðganga allíka- væl, at ein sodavatn nokk hevði smakka best afturvið, men skulu tær drekka okk- urt, tí tær eru tystar, velja tær vatn. Prátið byrjar at snúgva seg um, hvi man í grundini skal eta sunt. Er tað bara tí, tær eru bangnar fyri at blíva ov tjúkkar? - Tja, eisini tað, men ikki bara, sigur Susan Guðjóns- son. - Gongur man bara og fyllir seg við svansi, orkar man onki og fær illa hugsa klárt - man blívir so dovin, sigur Susan, sum eisini fílist á, at tað eru so nógvar freistandi myndir og lýs- ingar fyri ósunnum mati allastaðni. - Men blaðar man í onkrum blaði, eru tað faktiskt líka nógvar lekrar myndir av sunnun mati. So í síðsta enda er tað upp til tín sjálvan, sigur Susan, sum nú má skunda sær við suppuni til svongu vinkon- urnar. Anita heldur tað vera nógv meir spennandi at gera sunnan mat, enn hon hevði ímyndað sær, áðrenn hon kom á Húsarhaldsskúlan Asta veit væl, hvat hon skal hyggja eftir á eini vørulýsing, tá hon fer til handils. Sunt heldur enn svans - Matur nýtist als ikki at vera fremm- andur fyri at vera sunnur. Ofta er tað føroyska og einfalda tað allarbesta, sigur Elisabeth Akurs- mørk, virkandi leið- ari á Húsarhalds- skúlanum. MATUR OG HEILSA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Ger tað einfalt, sigur Elisabeth Akursmørk, tá vit spyrja hana, um eitt gott ráð til at byrja heilsu- betri matvanar. - Lat vera við at telja prosentir og gera fløkt roknistykkir. Og miss ikki mótið, um tað miseydnast ein dag. Tað er ongin vanlukka, bara tú tekur tráðin uppaftur, sum skjótast. Elisabeth hevur starvast sum lærari á Húsarhalds- skúlanum seinastu 9 árini og er als ikki í iva um, at áhugin fyri heilsugóðum mati er øktur nógv sein- astu tíðina - bæði hjá næmingunum og hjá fólki sum heild. - Næmingarnir tosa og spyrja meir um heilsugóð- an mat, enn tær gjørdu fyrr. Og so hava tær altið sína avgjørdu meining um tað, tær eta, sigur Elisabeth, sum saman við Jóhonnu á Tjaldrafløtti eisini hevur havt tey sera vælumtóktu heilsuskeið- ini, har tú kanst fáa hjálp at klænka teg ella bara læra betri matvanar, sum øll familjan kann fáa gleði av. Ræstur fiskur og klænkikurar Tey flestu vit væl, hvat tey helst eiga at eta, men tey vit ikki hví, og tí kunnu tey ikki sjálvi byggja víðari á tað í longdini. Tí fáa tey eina grundleggjandi inn- leiðing á skeiðnum í, hvussu maturin er sam- ansettur, sum tey kunnu brúka, tá tey seta matin saman sjálvi heima. Til dømis undrar tað nógv, at tann føroyski maturin, um- framt at vera heilsugóður, er sera væl egnaður sum klænkimatur - bara tú ikki hevur ov nógv smelt og garnatálg afturvið. - Tað nyttar lítið við ein- um smartum kuri úr einum vikublaði, um tilfarið er so fremmant og dýrt, at tað ikki kann brúkast sum gerandismatur hjá allari familjuni. Tá er skjótt at missa móti, og so er lítið vunnið, sigur Elisabeth. Kathrina og Susan eru klárar at seta fesku suppuna á døgurðaborðið Sunnir matvanar: Ger tað einfalt - Hugsa um, hvat tú vilt og kanst, og ikki hvat tú burdi ella ikki burdi. So verður nógv lættari at broyta matvanar, sigur Elisabeth Akursmørk. - Tað er snøgt sagt ikki rætt, tá lands- stýrismaðurin í heilsumálum sigur, at sodavatn er heilsuskaðiligt, sigur stjórin á Føroya Bjór, sum harðliga átalar úttalilsini hjá Hans Paula Strøm í blaðnum týsdagin AVGJØLD Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Einar Waag vísir á, at Hans Pauli Strøm ongi vísundalig prógv hevur fyri, at sodavatn er heilsuskaðiligt. Tvørtur- ímóti. Allar serfrøðinga kanningar og -frágreið- ingar, m.a tær hjá Pál Weihe, vísa, at sodavatn lítla og onga ávirkan hevur, um nýtslan er í samsvar við tað, tú brennur. - Við at bólka soda- vatn saman við tubbak, ger landsstýrismaðurin harafturat sodavatn til tað reina gift, og tað er jú fullkomiliga burtur- við, sigur Einar Waag, sum eisini heldur tað vera sera løgi, at lands- stýrið eina løtu nevnir avgjøldini heilsugjøld og næstu løtu inntøku- lóg. - Tað veldst eftir øll- um at døma um, hvussu tú spyrt. Spyrt tú gene- relt, kalla teir tað heilsu- gjøld. Men spyrt tú, hví sukurfrítt sodavatn og Apollinaris so ikki sleppa undan, skifta av- gjøldini brádliga heiti, og eita inntøkulóg. Okk- urt bendir á, at lands- stýrið hevur ein forklár- ingstrupulleika, sigur Einar Waag. - Spurningurin um, hvørt sodavatn er skaðiligt ella ikki, er ikki ein ja/nei spurn- ingur. Gera vit hann til tað kortini, fer kjakið av sporinum og kann elva til stórar misskiljingar, sigur Pál Weihe, yvirlækni HEILSUSJÓNARMIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Tað ber ikki til at siga, at ein matvøra er sunn ella ósunn í sær sjálvum. Tað veldst um, hvussu nógv vit eta av henni í mun til alt annað, vit eta, og hvussu nógv vit røra okkum. Tí ber tað heldur ikki til at peika á sodavatn og siga, at tað er heilsuskaðiligt í sær sjálv- um, sigur Pál Weihe, sum var við í ráðgevandi bólk- inum hjá Fíggjarmálaráð- num, tá uppskotið um av- gjøld á sodavatn og tubbak varð fyrireikað. Heildarmynd Spurdur um orsøkina til, at sodavatn kortini varð valt út millum aðrar vørur, tá avgjøldini vórðu ásett, sig- ur Pál Weihe, at tølini vísa, at støðan við ovurfiti hjá børnum er tann sama í Før- oyum, sum í øðrum londum í Europa. Hóast vit ikki vita, hvussu hendan støðan er íkomin hjá okkum, er tað sannlíkt, at gongdin hevur verið tann sama, sum eitt nú í Danmark. Og har er tað ósamsvarið millum orkuinntøku og orkunýtslu, sum er trupulleikin - Børnini eru likamliga óvirkin, tá tey sita framm- anfyri telduni ella sjón- varpsskíggjanum. Drekka tey so leskidrykkir, sum innihalda vanligt sukur, fáa tey tilførda eina orku, sum tey ikki klára at brenna, tí tey eru so óvirkin, sigur Pál Weihe. Hann leggur afturat, at hóast sukur ikki hevur so stóran týdning fyri upp- bygnaðin av kroppinum, sum protein og fitievni, so er sukur neyvan skaðiligt, um tað verður umsett til orku, við at vera virkin kroppsliga. Sukurfrítt ikki eitt alternativ Mong hava undrast yvir, hví Apollinaris og sukur- frítt sodavatn ikki sleppa undan avgjaldinum. Til hetta sigur Pál Weihe, at tað í fyrsta umfari kemst av, at drykkirnir koma undir sama vørubólk, sum soda- vatn. Í hesum førinum vóru tað sostatt umsitingarligar og ikki heilsuligar grundir, sum vigaðu tyngst, tá av- gjøldini vórðu ásett. - Sjálvur haldi eg, at tað gjørdi onki, um vatn við Citrus slapp undan avgjald- inum, við tað at hesir drykkir mugu metast at vera eitt rímiligt alternativ til sodavatn, sigur Pál Weihe. Hinvegin heldur hann tað ikki vera ráðiligt at geva fólki ta fatan, at tey róliga kunnu drekka so nógv sukurfrítt sodavatn, sum teimum lystir. Tað sukurfría sodavatnið inniheldur nógv kunstigt sukur umframt nógv tilsetingarevni, sum vit ikki vita nóg nógv um. Frá einum heilsusjónarmiði er tað ikki ráðiligt bein- leiðis at stimbra nýtsluni av sukurfríum sodavatni, so leingi vit ikki kenna møgu- ligar langtíðar avleiðingar av tí, sigur Pál Weihe. Ávarar Pál Weihe ávarar sostatt ímóti, at gera hetta kjakið til ein spurning um ein- stakar matvørur ella drykk- ir, sum til dømis sodavatn. - Hetta kann hava við sær, at fólk missa heildar- myndina úr eygsjón og fara at halda, at bara tey ikki drekka sodavatn, so er alt í fínasta lagi. Tí tað nyttar lítið, um tú í staðin fyllir teg við góðgæti og køkum. Somuleiðis er tað skeivt at halda, at bara við at seta avgøld á sodavatn og tubb- ak, so er alt gott. Tað er tað ikki, men samanumtikið ber til at siga, at minni nýtsla av hesum vørum fer at betra um fólkaheilsuna, sigur Pál Weihe, yvirlækni. Einar Waag átalar Hans Paula Strøm Pál Weihe, yvirlækni: Sodavatn ikki heilsu- skaðiligt í sær sjálvum Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í heilsumál- um, viðgongur, at grund- gevingin, hann førdi fram í blaðnum í Sosialinum týsdagin í sambandi við avgjaldið á sodavatn var skeiv. Hann heldur fram- vegis avgjøldini vera eitt gott hugskot, men sigur, at hann átti at havt orðað seg øðrvísi. - Tað er ikki rætt at siga, at sodavatn er heilsu- skaðiligt í sær sjálvum. Men saman við ov lítlari rørslu og ósunnum mat- vanum annars, kann soda- vatn verða ein viðvirkandi orsøk til at heilsustøðan sum heild versnar, sigur Hans Pauli. Hans Pauli Strøm: - Málbar meg skeivt C M Y K 9 8