Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 197 - 15. oktober 2004 Nr. 197 - 15. oktober 2004 11 Samgongan er ikki samd um uppskotið um at byggja skúladepil í Marknagili í Havn. Uppskotið, ið eftirh- ondini er nøkur ár gamalt, snýr seg um at byggja ein skúladepil til fleiri miðnámsskúlar í nánd av Føroya Handilsskúla í Marknagili. Verkætlanin er sostatt væl- kend og hevur verið umrødd leingi. Nú er so komið fram, at semja er ikki í samgonguni um hesa verkætlan. Javnaðarflokkurin hevur meldað út, at landsstýris- maðurin í skúlamálum ikki hevur samgonguna aftan fyri seg í hesum máli. Tað er eftir okkara áskoðan spell, at stígur nú er komin í hetta mál. Vit loyva okkum at halda, at hetta við ein- um felags bygningi fyri allar miðnámskúlar í høvuðs- staðnum er eitt gott hugskot. Øll vita, at bæði tekniski skúlin og studentaskúlin hava stórar hølistrupulleikar. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin og alt ov lítil til næmingatalið. Tekniski skúlin er í somu støðu, so her er stórur tørvur á at byggja nýtt. Verkætlanin hevur sum longu nevnt verið á veg leingi, og tað má sigast at vera illa avstað farið, at samgongan ikki hevur fingið hetta mál uppá pláss undir samgongusamráðingunum. Tað er mikið spell. Tað er eitt sindur torført at skilja, hvat tað er, ið ger, at Javnaðarflokkurin er ímóti hesi verkætlanini. Tað er jú innlýsandi, at tað er bíligari at byggja ein skúlabygnng enn tveir. Við einum depli ber til at skipa nógv felags virksemi og tað ber til at deila ymisk felags høli. Hetta má spara nógvan pening til rakstur. Tá hugsað verður um tær ovurstóru rakstrarútreiðslurnar í skúlaverkin- um, so skuldi ein hildið, at fíggjarlig fyrilit áttu at viga tungt hjá politikkarunum. Tað er tí torført at skilja mótstøðuna ímóti einum skúladepli í Marknagili. Um talan er um námsfrøðiligar grundgevingar, so eiga hesar at koma á borðið, so almenningurin kann taka støðu til slíkar grundgevingar. Hinvegin hava vit ilt við at síggja, hvat skuldi verið galið við, at ung fólk úr fleiri ymiskum skúlaskipanum deila somu hentleikar og í ávísan mun somu lærarar. Hetta skuldi júst verið ein fyrimunur. Tann tíðin, tá studentarhúgvan gjørdi tann stóra munin, er farin um at kalla øll Norðurlond, so tað kann valla vera her, vit skulu leita eftir orsøkun- um til mótstøðuna. Vit skulu sjálvsagt ikki blankt avvísa, at tað kunnu vera grundir til ikki at fremja hesa verkætlan. Men so mugu vit hava allar grundgevingar fyri mótstøðuni fram í ljósið skjótast. Um vit ikki fáa góðar og vælgrundaðar grundgevingar, hevur Javnaðarflokkurin í høvuðsstað- num ein trupulleika. Tí eitt er rættiliga vist: havnarfólk taka undir við hugskotinum um ein skúladepil í Marknagili og býráðsval stendur fyri durum. Men val ella ikki. Spurningurin um at skapa felags útbúgvingar- umhvørvi tengt saman við effektivisering og rationali- sering og her ikki minst út frá okkara avmark-aðu ressursum átti í hvussu er at elvt til eitt breitt orðaskifti. Tað fara vit at taka upp í eini av komandi tinghellunum eisini. DAGSINS MEINING Sosialurin Skúladepil VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sambýli til tey sum hava sálarliga sjúku Halla Samuelsen valevni hjá Javnaðar- flokkinum Tað eru tvey sambýli í Tórshavnar Kommunu til tey, sum hava sálarliga sjúku, og nøktar hetta als ikki tørvin. Fleiri sambýli áttu at verið, so at tey, sum ynskja tað, kunnu hava møguleikan at flyta heim- anífrá, ella út av psykiatr- isku deildunum. Sum fyrr staðfest í fjølmiðlunum eru 2-4 fólk saman á hvørjari stovu á psykiatrisku deild- unum. Tey hava eina song, eitt náttborð, eitt skáp í part, og eitt felags hond- vask. Tað er alt. Og nógv hava »búð« soleiðis í fleiri ár. Hetta er als ikki eitt virðiligt privatlív. Fleiri, ið eru liðugt viðgjørd, kunnu ikki útskrivast, tí einki stað er at útskriva tey til. Fólk flest halda, at tað er ein sjálvfylgja at hava sítt egna kamar, íbúð ella hús, men so er ikki hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, tí tey hava einkis tað at fara til. Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevniliga at útvega hesum fólkum fleiri sam- býli í kommununi. Fái eg tín stuðul til bý- ráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, betri. Og eg skal so gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl. VAL04 Hildur Eyðunsdóttir Valevni Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð www.eydunsdottir.com Tað fer eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði fram í ítróttarfeløgunum at menna um kropsliga og sosiala trivnaðin hjá børnum og ungum. Tí fáast íløgurnar, sum verða gjørdar í ítróttin, fleirfalt aftur, og vit skulu áhaldandi betra um um- støðurnar hjá øllum ítrótt- argreinum. Fimleikurin Tað eru hundraðtals virknir fimleikarar í øllum aldri, frá nýføðingum til pensjon- istar, men henda stórsta ítróttargrein av øllum hevur út av lagi vánaligar um- støður. Nú eigur ein rættilig fim- leikahøll at vera bygd til bæði fimleikafeløgini í býnum, sum hevur um- støður bæði til amboðs- og rýtmiskan fimleik. Nýggja høllin skal sjálv- andi uppfylla altjóða kapp- ingarkrøv. Frælsi ítrótturin Rættiligt stadion skal byggjast til frælsa ítróttin. Tey eru rættiliga mong sum íðka frælsan ítrótt í dag, men einki er at ivast í, at áhugin hevði verið nógv- ar ferðir størri, um umstøð- urnar vóru betri. At hesar eru eisini sera áskoðaravinarligar ítróttar- greinir, verða vit javnan mint á, seinast við olymp- isku leikunum, og eisini á oyggjaleikunum. Góðar umstøður til fim- leik og til frælsan ítrótt eru ein alneyðug fortreyt, skulu vit aftur gerast før fyri at bjóða okkum fram sum vertir á oyggjaleikunum. Fólkaheilsa Fáa vit hesar ítróttarkarmar upp á pláss, er nógv vunnið á leið at fremja eina góða fólkaheilsu, tí fimleikurin og frælsi ítrótturin kunnu íðkast og njótast av fólki í øllum aldri. Gerast trygt og hugnaligt at renna og súkkla Fólkaheilsan og ítróttur eiga eisini at vera við í býarskipanini yvirhøvur. Føroyar eru sum skaptar at renna og súkkla í, men tað er alt ov ofta ov vandamik- ið. Gøtukervið í kommununi skal útbyggjast, so tað í stórst møguligan mun ber til hjá fólki til gongu og á súkklu at sleppa undan bilaferðsluni. Tann spírandi súkklu- ítrótturin væntar fyrst og fremst tryggleika, skal hann mennast. Tá ið for- eldur tora at lata børnini súkkla frítt, fer eisini henda ítróttargrein at blóma. Nú skal fimleikurin og frælsi ítrótturin raðfestast VAL04 Hans Birgir Hansen Tær nýtist ikki at vera búskapar- og samfelags- frøðingur, ella hava annað heiti fyri at finna út av, hvussu ein skipar lands- húsarhaldið og framleiðslu- , flutnings-, tænastu-, ídn- aðarvinnu v.m. Tað sama við uppaling, frálæru, undirvísing, børnum, ung- dómum, tilkomnum, vøggustovum, barnagørð- um, frískúlum, kommu- nalu, hægri skúlum, læru- stovnum, læruplássum v.m. Tað er eingin av øllum ser- frøðingum, ið taka sær av øllum viðurskiftum frá børnum til fólkapensjón- istar, ið nakrantíð hugsa, hvussu ein eigur at skipa landshúsarhaldið og áður- nevndu virksemi. Tað eru nevniliga ikki øll ófaklærd og faklærd, ið hava somu atgongd til útbúgving, lærupláss, arbeiðsmarkn- aðir, arbeiðspláss, al- menna-, privata-, land-, kommunuríkið í Havnini. Tað kemst av tí rikna familju-, vina- og kenn- ingapolitikkinum, framí- hjárættindi, stættaskipan, stættamuni og tilknýti til etableraðu politisku flokk- ar, arbeiðsmarknað, ar- beiðspláss. Tað eiga at verða lagdar ábyrgd og skyldur á alt arbeiðandi starvsfólkið og arbeiðs- fólkið hjá teimum oman fyri nevndu ongantíð ov skjótt, so slepst undan øll- um keðiligum fyribrigdum o.m.ø. Tað er ikki rættvíst skipað, tá almenningurin, arbeiðsgevarar, arbeiðstak- arar fíggja privatlívið hjá teim vælbjargaðu, ið fáa fleiri fyrimunir fram um tey tímaløntu kring alt landið í dag. Eg havi nóg mikið at tríva í at skriva og fylgja upp øllum tí skrivað við samandráttum av øllum kjakevnum, viðurskiftum v.m. og geva samanhang- andi innlit, forstáilsi, tilvit- an í dag. Eg havi samhuga við øllum, sum í tí dagliga líða samfelagsligan órætt og hvørs søk ein vil tala í lesarabrøvum í bløðum og úti í øllum kjaki við at verja hesi móti teim sterku í samfelagshøpi. Eg síggi ávøksturin av øllum tí, ein av fyrsta tíð hevur fingið sáað, tað síggja arvafígg- indar, mótstøðufólk, ið gevast at stríðast við meg, ið hevur tað longsta stráðið við núverandi gongd. Eg eri stak væl nøgdur við at vera leikmaður í øllum kjaki í bløðum og úti mill- um manna og hvussu nógv er tikið upp eftir mær frá áðurnevnda, ið sæst verður ført út í lív føroyinga. Almenningurin í Føroyum, hyggið her ! Skal altjóða útbúgvingar- vikan 2004 vera á tínum skúla? Tað eru nógvir møgu- leikar at skipa fyri bæði stórum og lítlum tiltøkum í undirvísingini í viku 45 í ár. Lesið meira og boðið frá tiltøkum, so at eisini vit í Føroyum eru luttakarar í altjóðanini. Á henda menna vit evnini hjá næmingunum at taka við avbjóðingunum sum altjóða samfelagið setur teimum í framtíðini. Altjóða vika í døg- unum 15.-19. nov. Heitt verður á skúlar í øllum landinum um at vera við og skipa fyrit tiltøkum í vikuni Verið við og tekni tykkara tiltak: www.ciriusonline.dk/visakt ivitet.asp?id=200186 Altjóða útbúgvingarvik- an er fyri allar skúlar frá fólkaskúla til universitet og aðrar útbúgvingarstovnar. • Fái hugskot um hvat tit kunnu skipað fyri: http://www.ciriusonline.dk/ VisArtikel.asp?Id=200197 • Fái ein vinarskúla ella vinarflokk í Avstralia, lesið meira: http://www.ciriusonline.dk/ visaktivitet.asp?id=200190 &Menu=200185 Hetta er tilboð til flokkar í fólkaskúlanum • Lesið meira um hvat var í 2003: http://www.ciriusonline.dk/ visaktivitet.asp?id=200190 &Menu=200185 Lesið meira á www.ciriusonline.dk Mánadagin 15. november skipar Cirius-DK fyri ein- um serligum tiltaki í sam- bandi við útbúgvingarvik- una. Mary Krúnprinsessa verður við á tiltakinum í DK. Tiltakið við avstralsk- um vinarflokkum er ætlað sum ein serlig heilsan til Mary krúnprinsessu. Cirius fær í samstarvi við Av- stralsku sendistovuna sam- band við avstralskar skúlar. Avstralskur vinarskúli Tilboð til fólkaskúlar. Fái vinarskúla í Avstralia og samskiftið um terldupost við avstralsku næmingar- nar. Er tú fólkaskúlalærari og hava næmingarnir hjá tær áhuga fyri at samskifta við næmingar í Avstralia, so kann Cirius í samstarvi við avstralsku sendistovuna hjálpa tær. Fyribils eru tveir kontaktpersónar í Avstralia. Tey kunnu geva fleiri upp- lýsingar um avstralsku skúlarnar,s um hava áhuga í at gerast vinarskúli við skúlar í Føroyum og Dan- mark: Tasmania Kontaktpersónur: Judy Whiteaker, inter.ed@development.tas. gov.au Judy Whiteaker arbeiðir hjá útbúgvingarmyndugleikinu m á Tasmania Department Economic Development GPO Box 646 Hobart Tasmania AUSTRALIA 7001 Phone: +613 6233 5763, Fax: +613 6233 5800 www.get-tasmania.edu.au South Australia Kontaktpersónur: Peter Calvaresi, Calvaresi.Peter@saugov.sa. gov.au Peter Calvaresi arbeiðir hjá útbúgvingarmyndugleikinu m í South Australia Department of Education and Children's Services GPO Box 1152, Adelaide 5001 Phone: + 61 8 82263335, Fax: + 61 8 84104842 www.internationalstudents. sa.edu.au Hevur tú okkurt at spyrja um áðrenn tú skrivar til Avstralia so set teg í sam- band við Jesper Langer- gaard á Cirius, jl@ciriusmail.dk, tel:+ 45 33 957016. Hugskot og íblástur til hvussu tú kann arbeiða við telduposti fáast á hesari heimasíðuni: www.europeanschoolsproj ect.org/image/index.html Altjóða útbúgvingarvika Skúla- depilin TÍÐINDASKRIV Nú kjak hevur tikið seg upp um skúladep- ilin í Marknagili, vil eg gera vart við støðu Tjóðveldisfloksins í hesum málið. Tjóðveldisflokkurin heitir á landsstýris- mannin í mentamálum um at leggja uppskotið um miðnámsskúlan í Marknagili fyri tingið. Tjóðveldisflokkurin byrjaði at arbeiða við tankunum um ein mið- námsdepil í Markna- gili meðan flokkurin sat við mentamálum í seinastu samgongu. Hesir tankar eru nú myntaðir út í einum sera væl undirbygdum skitsuprojecti um ein minámsdepil í Marknagili. Okkara metan er at ein tílíkur miðnámsdepil í fram- tíðini vil gerðast tann platformurin sum øll tann føroyska mið- námsútbúgvingin kann fara at mennast útfrá. Tað er ein sann- roynd, at menningin í londunum kring okku- m fer tann vegin, at fe- lagsútbúgvingin hjá øllum borgarum í landinum varar longu og longur, og Tjóð- veldisflokkurin er av tí fatan, at jú breiðari vit fáa útbúgvið allan okkara ungdóm, jú betri møguleikar skapa vit fyri einum fram- komnum samfelagið, ið er ført fyri at standa á egnum beinum. Við hesum í huga, og vitnini um teimum umstøðum lærarar og næmingar á Studenta- skúlanum í Hoydølum, Tekniska skúla og Før- oya Hansilsskúla í Tórshavn arbeiða undir, er púra greitt, at farið eigur at verða undir miðnámsskúlan í Marknagili, ongatíð ov skjótt. Eisini vil eg gera vart við at í langtíðar- ætlan Tjóðveldisflok- sins liggur eisini ein ætlan um byggingina av Fiskivinnuskúlan- um í Vestmanna, Lista- og tónleikaskúla í Sandoynni og einum miðnámsskúla í Vág- oynni, sum hevur ferðavinnu sum høv- uðsgrein. Heidi Petersen Framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins í skúlamálum Einar Waag Föroya Bjór Hans Pauli Strøm sigur í Sosialinum 12.10. at soda- vatn er heilsuskaðligt, og flokkar tað saman við tubbaki. Alt gott um at landsstýr- ismaðurin ger eina fólka- heilsuætlan, og rennur fremst í einum átaki fyri at fáa fólk at røra seg meira, hetta er gleðiligt og til- trongt. Men hetta gevur honum ikki rætt til at kalla okkara vørur heilsuskaði- ligar sum tubbak.Vit á För- oya Bjór átala hetta harð- liga. Pál Weihe, arbeiðs-medi- cinari, váttar uppá fyri- spurning, at sodavatn ikki er heilsuskaðiligt fyri ung- dóm og fólk sum klára at forbrenna tað, tey eta og drekka. Yvirforbrúk av sodavatni (og sukri) kann gerast skaðiligt fyri vandabólkar sum ikki fáa nokk motión, men bert sita framman fyri eini teldu ella sjónvarpi. Tá kann ovurnýtsla elva til fiti. Vit vilja eisini her aft- urvísa pástandin hjá H.P. Strøm, at tað ætlaða av- gjaldið ikki skal roknast sum "heilsuavgjald". Um neyðugt kunna vit skjal- prógva hetta við almenn- um innliti í arbeiðsskjølum frá landsstýri, fíggjarmála- ráði og almanna- og heilsu- ráði, har sagt verður m.a. :…."ynskti landsstýrið at vita hvørjir møguleikar eru at økja um inntøkur lands- kassans umvegis sokallaði heilsugjøld."…… Avnoktanin av heilsu- gjaldinum kemur helst av, at vit krevja út frá einum heilsusjónarmiði, at sukur- frítt sodavatn og apollinaris sleppa undan punktgjaldi. Um punkgjald verður álagt ,skal vandabólkurin (og diabetikarar) sjálvandi ikki eykaskattast. Meir um hetta seinni. Sodavatn er IKKI heilsuskaðiligt TÍÐINDASKRIV Altjóða Skrivstovan hevur latið gjørt ein nýggjan kunningarfaldara um stuð- ulsmøguleikarnar í Nord- plus skipanunum. Í Føroy- um kunnar og vegleiðir Alt- jóða skrivstovan - www.ask.fo - um skipanir- nar. Norðurlendska ráðharra- ráðið bjóðar tilsamans fimm ymsar møguleikar at søkja um studning til flyt- føris- og netverksskipan innan útbúgvingarøkið. Tær venda sær serliga til fólk við tilknýti til skúlar og útbúgvingarstovnar, men onnur kunnu eisini søkja um stuðul. Tær fimm skipanirnar eru: Nordplus Junior, sum er ætlað til lærarar og næm- ingar í fólkaskúlum, mið- námsskúlum og innan yrki- sútbúgvingarnar. Nordplus, sum er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norð- urlondunum. Nordplus Vaksin, sum er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum. Nordplus Granni, sum er serliga ætlaða til at menna samstarvið grannarnar eystanfyri, fyrst og fremst baltalondini, men eisini Útnorður-Russland. Sam- starvið er fyri allar útbúgv- ingarskipanirnar. Nordplus Mál, sum er skipan, ið skal menna støð- una hjá teimum norður- lendsku málunum bæði millum norðanlondini og altjóða. Faldarin verður sendur til skúlar og bókasøvn. Fleiri faldarar fáast við at venda sær til Altjóða skrivstov- una, J.C. Svabosgøta 14, í Tórshavn, tlf. 322065. t- postur: ask@ask.fo Nýggjur faldari um Nordplus C M Y K 11 10