fríggjadagur 15. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 197 - 15. oktober 2004
Nr. 197 - 15. oktober 2004
13
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Nøvnini á 8 kvinnum
komu á kvinnulistan
mikukvøldið eftir fundin
"Kvinnur! Takið eisini
ábyrgd í politikki!", sum
Tofta Kvinnufelag skip-
aði fyri. Tað er fimtu
ferð,
at
kvinnulistin
stillar á Toftum.
At so fáar kvinnur eru
við í politikki, er ein
fólkasjúka! Soleiðis tók
Kristina W. Andreassen
til á fundinum, sum
Tofta Kvinnufelag skip-
aði fyri mikukvøldið.
Kristina
var
fyrsta
kvinnan, ið varð vald í
bygdarráðið á Toftum í
70’unum.
Kristina fortaldi mill-
um annað um arbeiðið at
fáa fótbóltsvøllin, sum
harliga trongdist til tey
ungu. Hóast tað eru
mong ár síðani Kristina
gavst í bygdarráðnum,
og væl komin til aldurs,
er hon framvegis eld-
huga fyri politikki, og
eggjar yngru kvinnun-
um at halda seg framat.
Kristina var ein av trim-
um kvinnum sum á
fundinum søgdu frá sín-
um royndum í lokalpoli-
tikki.
Vardi ansingina
Jancy Olsen, forkvinna í
kvinnufelagnum, hevur
eisini verið sera virkin í
politikki. Hon hevur júst
sagt seg frá sum næst-
forkvinna í Javnaðar-
flokkinum,
og
sum
lokalpolitikari
gjørdi
hon tænastu í 8 ár. Hon
varð vald í bygdarráðið
á fyrsta kvinnulistanum,
sum stillaði í 1988.
Jancy sat í tvey valskeið.
Á fundinum greiddi hon
millum annað frá um
hvussu
trupult
tað
mangan var, at fáa end-
arnar at røkka saman, tá
grunt var í kommunu-
kassanum.
- Tá mennirnir vildu
skerja barnaansingina,
so mammur, ið vóru
heima vegna barnaburð,
ikki skuldu fáa ansing-
artilboð til størri børn-
ini, segði eg korta nei!
greiddi Jancy frá, sum
eitt dømi um hvørji
málsøki hon hevði stríst
fyri.
Til valið í 1996 stillaði
Jancy ikki uppaftur, og
tá varð Katrin Poulsen
vald á kvinnulistanum.
Hon hevur sitið í 8 ár, og
stillar
ikki
uppaftur
hesaferð.
Katrin
er
leiðari fyri dagrøktina,
og hevur eisini eitt festi
at taka sær av. Komm-
unufundirnir eru um
kvøldið, og Katrin dylir
ikki fyri, at tað krevur
fitt av orku at arbeiða
við kommunupolitikki.
– Men kommunupoli-
tikkur er spennandi og
sera áhugavert arbeiði,
sum eg havi røkt í 8 ár.
Nú vil eg fegin lata aðrar
sleppa framat, sigur
Katrin.
Ein vansi
Á Toftum stilla tey ikki
eftir flokki. Bert ein al-
mennur listi er, og á
listanum eru 11 valevnir
- av hesum bert ein
kvinna.
Alfred Olsen, komm-
unuskrivari og tingmað-
ur hjá Sambandsflokk-
inum, segði í sínum inn-
leggi, at kvinnulistin
hevur skyldina í, at so
fáar kvinnur stilla á hin-
um listanum.
- Kvinnulistin virkar
kanska móti síni ætlan.
Tí tá kvinnurnar vita at
hesin listin kemur, vil
eingin á tann almenna
listan, og tað er spell,
helt Alfred Olsen. Hann
strikaði undir, at tað
veruliga er tørvur at fáa
fleiri kvinnur við - bæði
í lokalpolitikki og í
landspolitikki.
Royndi landspolitik-
arin ásannaði tó, sum
víst var á, at skulu tey á
Toftum hava møguleika
at velja fleiri enn eina
kvinnu á hesum komm-
unuvalinum, má ein listi
gerast afturat. Tí al-
menni listin er liðugur,
og á honum er, sum
nevnt, bert ein kvinna.
Felags ábyrgd
Annika Wardum Joen-
sen var eisini gestarøð-
ari á fundinum miku-
kvøldið. Hon gjørdi eitt
tankaeksperiment,
og
bað
fundarfólkið
í-
mynda sær eina politiska
skipan,
har
einans
kvinnur sótu við valdin-
um.
– Hvørjar raðfestingar
høvdu tá verið gjørdar?
Hevði tað verið ein nóg
góð skipan og hevði rætt
verið raðfest? Kanska
sæð frá okkara sjónar-
horni, men neyvan frá
einum samfelagssligum.
Í politikki tørvar okkum
bæði kvinnur og menn.
Okkum tørvar at taka
ábyrgdina saman, so vit
fáa ein politikk, har
áhugamálini hjá øllum
pørtum í samfelagnum
verða
raðfest,
segði
Annika.
Nærum fullteknaður
Fyri fundin var ikki
gjørt av, um kvinnulistin
á Toftum fór at stilla
aftur hesaferð. Men eftir
fundin vóru longu átta
nøvn á listanum, og trý
koma
helst
afturat.
Listin verður klárur í
hesi vikuni, sigur Jancy
Olsen, forkvinna í Tofta
Kvinnufelag.
Kvinnulisti nærum
fullteknaður
VIÐMERKINGAR
Atli Hansen
Dastið av føroysku fjøl-
miðlunum tykist at hava tað
best við at dyrka tað nega-
tiva og tað gølukenda, tá ið
tað snýr seg um føroysku
vinnuna. Teir leggja lítið í
at vera til staðar við tí góða
orðinum tá íð tað gongur
væl og tá íð framgongd við
íløgum verður vekslað um
til nýhugsan og frambrot.
Lítil og eingin hugur er at
bera tær ljósu søgurnar
víðari, sum eisini standast
av, at tað gongur væl.
Pelagiska vinnan er einki
undantak. Nú hevur tað
gingist væl í nøkur ár og tí
hevur dúgliga verið sneytað
í roknskapum fyri at vita,
hvat yvirskotini hava verið
og hvat tey verða nýtt til
við tí undirtóna, at hetta
helst rennur niður í nakrar
reiðara- ella partaeigara-
lummar. Rækjuflotin við
sínum undirskotum fekk
toyggið í undanfarnu viku.
Ókvalifiseraðar illgitingar
um støddina av eginpen-
inginum sum ein fylgja av
uppskrúvaðum virðum á
skipum hava avdúkað eina
ófatuliga lítla vitan hjá
blaðmanninnum um rokn-
skaparliga eftirliti á hesum
øki.
Serliga hava blaðmenn á
Dimmalætting roynt at íðk-
að hesa grein og við jøvn-
um millumbilum verið teir
ídnastu at finna sær eina
rók at skapa sær livibreyð á
í hesum samanhangi. Í
seinastuni hevur tað so
verið Georg L. Petersen,
sum er komin aftur á vøllin
sum umboð fyri henda
bólkin í blaðhúsinum.
Fyrst royndu teir at finna
út av, hví útlendskur kapi-
talur hevði so lætt spæl í
føroysku fiskivinnuni. Teir
funnu ikki út av nøkrum og
máttu sleppa endanum.
Seinni hevur Georg roynt at
mistonkiliggera ein ávísan
kapitalvøkstur í pelagiska
flotanum og lýst tað sum
nakað ivasamt. Hann hevur
helst ikki funnið út av, at
fleiri nðggj skip eru komin
til landið. Man roknar helst
við á blaðnum at hava eitt
størri undirhaldsvirði við at
illtonkja og skapa mystik
enn bert at frøast saman við
teimum, sum hava verið við
til hesa framgongd. Hvað-
ani skulu íløgur í fram-
tíðina koma, um tað ikki er
frá vøkstri?
Í síni framhaldandi nega-
tivu herferð skal Georg nú
royna at finna út av, hví
íðnaðarbátar ikki kunnu fáa
fiskiloyvi á sama hátt sum
pelagisku skipini. Hví íðn-
aðarbátar ikki kunnu fiska
sum nótaskip. Og tá ið
hetta fyri honum er ein
trupul spurningur, hevur
hann fingið sær advokat-
hjálp frá einum, íð av
royndum eigur at vita
nakað um málið.
Svarið er so einfalt sum
tað, at hetta eru tveir ym-
iskir skipabólkar, sum hava
fingið veiðu- og fiskiloyvir
út frá ymiskum fortreytum.
Frá byrjanini av hevur verið
tosað um ídnaðarbátar við
botntroli mótvegis trol- og
nótaskipum, sum við nót
síðani fyrst í 60-unum og
flótitroli síðani 1976 hava
roynt eftir uppsjóvarfiski. Í
øllum okkara grannalond-
um er hetta eisini atskildir
bólkar. Og tað slepst ikki
ímillum teir.
Lógin um vinnuligan
fiskiskap kann fáa skyldina
fyri nógv og er helst ikki
nakað meistaraverk innan
lógarsmíð. Men á onkrum
økjum er hon nóg greið
m.a. í § 8. Har er tað blað-
maðurin villist í síni tulk-
ing, tá í hann sigur, at sama
slag skip fáa ymiska við-
gerð. Tað er ikki slagið av
skipum, men hvønn fiski-
skap, tey reka ella hvønn
bólk, tey hoyra til, sum er
avgerandi fyri hvørji loyvir
tey fáa.
Tá ið blaðmaðurin enntá
kan fáa tað til, at " nú er
eingin møguleiki at keypa
nýggjari og betri skip", so
er hann farin heilt av kós og
hevur valla skilt nakað sum
helst av tí, hann roynir at
fáa eina grein burtur úr. Tað
er veiðuorka og ikki aldur
og góðska, sum lógin um
vinnuligan fiskiskap leggur
til grund. Einhvør fær inn-
flutningsloyvi til nýggjari
og betri skip, men ikki við
størri veiðu orku.
Í grein í Dimmalætting
12.10.04
við
heitinum
"Grundgevingar í leysari
luft" nevnir Georg L. Peter-
sen bæði Havørnina og
Atlantsfarið sum dømir.
Eitt sindur ógreitt um tey
eru dømir um tað sama ella
tað øvugta.
§ 7 í lógini um vinnu-
ligan fiskiskap sigur greitt,
at í minsta lagi 2/3 av
ognarpeninginum,
sum
somuleiðis eiga í minsta
lagi 2/3 av atkvøðurættin-
um skulu hava fast tilknðti
til Føroyar. Allir (partaeig-
arnir) skulu vera skrásettir í
fólkayvirlitinum seinastu 2
árini og allir skulu vera fult
skattskyldugir í Føroyum.
Eisini her her er lógin
greið.
Hvørt mansbarn í Føroy-
um veit, at bæðið hesi
nevndu skipini eru 100 %
norsk ogn. At tann advokat-
urin, sum hevur verið ráð-
gevi í minsta lagi við keypi
av
øðrum
av
teimum
nevndu
skipum,
eisini
argumenterar fyri at tey
skulu hava kvotur, er ikki
so undarligt. Keypið skal
rættvísgerast. Endamálið
halgar gerðina. Fáa tey ikki
kvotur frá pelagiska flotan-
um, herja tey væl á rækju-
skipini ella barentshavstrol-
arnar, hóast tey út frá tí
veruliga eigaraskaranum at
døma ikki hava rætt til ein
stert.
Leitar man upp rokn-
skapartøl fyri hesi skip,
kann man undrast yvir, at
tílík projektir fáa loyvi til at
akkumulera 10-tals milli-
ónir í undirskot og tilsvar-
andi negativa eginogn í
smápartafeløgum, uttan at
nakar ger nakað við tað.
Hetta var ein trupulleiki í
80-unum, sum nýggjar lóg-
ir vórðu gjørdar sum verja
ímóti. Galda tær ikki fyri
øll og serliga øll smáparta-
feløg? Ella hevur norski
kreditorurin ("fyrrverandi"
eigarin) kautionerað fyri
partapeningin?
At landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum og hans-
ara umsiting tekur sínar
avgerðir m.a. út frá lógini
um vinnuligan fiskiskap, er
einki at siga til. Hetta skulu
teir gera eftir bestu sann-
føring uttan mun til góðsk-
una av lógarsmíðinum.
Men landsstýrismaðurin
hevur aðrar uppgávur enn
at umsita. Hann kann (og
skal) eisini reka politikk.
Hann hevur til uppgávu at
geva aktørunum á sínum
málsøki bests møgulig kor,
soleiðis at samfelagið sum
heild fær sum mest burtur
úr sínum tilfeingi. Og hetta
kann hann gera við at
hjálpa teimum, sum hava
tað trupult eina tíð ella at
ansa eftir har, sum tað
gongur væl og at rudda upp
í tí, sum onga meining
hevur. Tað verður í dag í
Fiskimálaráðnum nýtt alt
ov nógv orka at viðgera
mál umaftur og umaftur og
harvið útseta seg sjálvan
fyri eitt vaksandi trýst, sum
er darvandi fyri alt virki á
stovninum. Lat okkum fáa
hesa orku umsetta til
visiónir og arbeiði fyri at
gagnnýta okkara tilfeingi
best møguligt.
Fiskimálaráharrin eigur
at hugsa stórt og breitt og
ikki at lata sína tíð fara við
smámálum. Og tá íð lands-
stýrismaðurin er úti í sínum
politisku ørindum er tað
hvørki blaðmanninum á
Dimmalætting ella hansara
advokathjálp, hann skal
standa til svars yvirfyri,
men bert sínum politiska
baklandi – samgongu og
flokki.
Tá íð um fiskivinnuøki
ræður og fyri at læra seg at
hugsa positivt fari eg at
mæla føroysku fjølmiðlun-
um til at lesa tey bløð, sum
koma út á hesum økinum í
okkara grannalondum sum
t.d.. Fiskifrettir, Fiskaren,
Fiskeribladet, Fiskeritid-
ende og Fishing News. Við
hvørt kann ein gerast í
góðum lag av at lesa tann
positiva tíðindaflutningin í
hesum bløðunum.
Við vón um betring.
Føroysku fjølmiðlarnir og vinnan
Í sambandi við at
fyrsta bind av ævisøg-
uni um kenda skip-
aran, Kaj Johannesen
(1910-93), ættaður úr
Hvannasundi, kemur
út í november, er
faldari sendur í hvørt
hús í landinum
NÝGGJ BÓK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin
Bókin er skrivað av jour-
nalistinum Justinus Leivs-
son Eidesgaard.
Høvundurin sigur, at
orsøkin til at bókin eisini
verður seld á hendan hátt er
at røkka kundum, sum ikki
hava dagliga atgongd til ein
bókahandil.
Justinus er uppvaksin í
Oyndarfirði í einum fiski-
mannaheimi,
og
hevur
fingið prátið um fiskivinnu
inn við móðurmjólkini.
Hetta hevur eisini sæst
aftur í hansara arbeiði sum
journalistur. Hann hevur í
mong skrivað um fiski-
vinnu og hevur verið skotin
í persónligheitunum í hesi
vinnu.
Bókin er dokumentarisk,
byggir allan vegin á skjøl,
og út frá skjølunum er farið
út at prátað við fólk. Nógv-
ar spennandi og forkunn-
ugar myndir eru í bókini.
Útgevari er Forlagið Hell-
urnar v/ Jústinus Leivsson
Eidesgaard.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. oktober. Heiðveig, deyð í 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertoganum Heinriki 1 í Slesiu.
Hon bygdi fleiri sjúkrahús og kleystur. Gav seg sjálv í nunnnukleystur, har hon doyði. Varð skírd halgikvinna í
1267.
Heiðveig er føroyska navnið Hedvig.
Upprunaliga týskt navn, samansett av tveimum orðum sum merkja stríð og víggj.
90 ára føðingardagur
Í dag, 15. oktober, fyllir Kathrina Streymoy í Vest-
manna 90 ár. Føðingardagurin verður hildin í
Miðhøllini í Vestmanna Skúla frá kl. 18.00.
Óluva Jacobsen
75 ár
Í dag, 15. oktober, verð-
ur Óluva Jacobsen á
Strondum 75 ár.
Óluva er ættað úr
Nólsoy, foreldur henn-
ara vóru Petra og Clæ-
mint Jacobsen.
Hon fór sum ung til
Havnar at tæna og ar-
beiddi eisini á Apotek-
inum og á Sjómans-
heiminum.
Í 1950 giftist hon við
Elias Jacobsen úr Kol-
banagjógv, og náddu tey
í 2000 at halda gull-
brúdleyp, men umleið 1
ár seinni andaðist Elias,
sum í mong ár var illa
plágaður av Parkinson
sjúku.
Fyrstu umleið 2 árini
búðu tey í Kolbana-
gjógv, men síðani bygdu
tey inni á Strondum, og
har hevur Óluva virkað
síðani sum heimaar-
beiðandi húsmóður.
Tey eiga 4 børn, Katr-
in, Klæmint, Lauru og
Óla. Genturnar báðar
búgva í Danmark, með-
an dreingirnir búgva á
Strondum. Ommubørn-
ini eru 3 í tali og lang-
ommubørnini eru 2.
Føðingardagin
er
Óluva burturstødd.
Í dag, fríggjadagin 15. ok-
tober 2004, hevur Agnas
Fjallsá 25 ára stavsdag hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar.
Agnas er úr Havn. Hon
byrjaði á Føroya Bruna-
trygging á "Glade Hjørn" í
1967. Har arbeiddi hon í
tveimum tíðarskeiðum og
var burturfrá í nøkur ár.
Síðan 1984 hevur hon
havt fast starv á stovninum,
fyrst á Brunatrygging við
Smyrilsvegin.
Í dag er hon á skaða-
deildini á Vanlukku-trygg-
ingini á Kongabrúnni, har
allar deildirnar hjá Trygg-
ingarfelagnum nú halda til.
Foreldrini
hjá Agnas
vóru Signhild, f. Jensen, úr
Havn, og Johan Wolles,
ættaður av Trøllanesi.
Agnas er gift við Erik
Fjallsá úr Klaksvík. Børn-
ini eru Johan, Ruth, Randi
og Erik, sum øll búgva í
Havn. Hon eigur eisini
fimm ommubørn.
Baldvin Baldvins-
son seksti
Fríggjadagin 15. okt. verð-
ur ein kendur havnarmaður
seksti, og tað er eingin
annar enn Baldvin Bald-
vinsson, málarameistari.
Ótrúligt at árini eru
vorðin seksti hjá hesum
unglinga, ið so lættan sæst
fara runt býin, og sum altíð
er til reiðar við einum smíli
ella skemtandi orði.
Baldvin er uttan iva best
kendur sum fótbóltsspæl-
ari, og eftir at vera givin
sum spælari, og sum ein av
okkara bestu fótbólts-dóm-
arum, er hann forrestin
virkin enn sum eygleiðari.
At Baldvin er B.36-ari er
eingin loyna, ja, eg haldi
hann er B.3600-ari, so heil-
hjartaður sum hann er í
felagnum.
Og tí er einki løgið í, at
hann fegin vil hitta vinfólk
og kenningar fríggjamorg-
unin í B.36-húsinum, sjálv-
andi.
Og mong munnu tey
vera, ið koma at heilsa upp
á teg Baldvin. Vit á kon-
dittarínum koma í øllum
førum.
Hjartaliga
tillukku
á
runda degnum ynskja vit
tær Baldvin.
Kondittaristarnir
Agnas Fjallsá, Tórshavn:
25 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
Kaj – Ein dokumentarisk
ævisøga
C
M
Y
K
13
12