Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 14 Nr. 197 - 15. oktober 2004 VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal Sambært Øssuri Dam Ja- cobsen, er ein kollvelting hend í Danmark. Fimm danskir flokkar umboða nú stevnuskránna hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað hevði nú verið hugaligt, men tíverri ber Øssur skeiv tíðindi. Øssur Dam Jacobsen hevur í bløðunum eitt lesarabræv um Tjóðveldisflokkin og Norðurlandaráðið, sum tí- verri er bygt á beinleiðis skeivleikar og rangar upp- lýsingar. Hann leggur und- irritaða og Tjóðveldisflokk- in undir at umboða stevnu- skránna hjá einum donsk- um flokki, tí undirritaði er varalimur í Norðurlanda- ráðnum vegna Norðurat- lantsbólkin á fólkatingi. Í sambandi við nevndar- val í Fólkatinginum er Norðuratlantsbólkurin í einum tekniskum samstarvi við aðrar flokkar á fólka- tingi um nevndarval. Júst sum tá flokkar í Føroyum gera tekniskan valbólk um nevndarval til Løgtingið. Norðuratlantsbólkurin er í tekniskum valbólki við Sosialdemokratar nar, Kristiligu Demokratarnar, SF, Eindarlistan og Radi- kala Vinstraflokkin. Tað ber í sær, at nevndarsessir verða býttir eftir einum lutfalli til henda valbólk, og síðani millum flokkarnar. Norðuratlantsbólkurin hevur í tí sambandi millum aðrar nevndarsessir fingið ein sess sum varalimur til Norðurlandaráðið. Júst hendan sessin høvdu Sosialdemokratarnir áðr- enn broytingina. Tað merk- ir, at tá føroysk mál koma fyri í Norðurlandaráðnum - sum eitt nú umsóknin um sjálvstøðugan limaskap til Føroya, hvalaveiði ella út- norðurmál - so kann undir- ritaði taka sæti í Norður- landaráðnum vegna Tjóð- veldisflokkin. Øssur Dam Jacobsen tykist halda, at politisk binding er millum limir og varalimir í Norðurlanda- ráðnum og millum limirnar í einum tekniskum val- bólki. Altso, at ein varalim- ur er umboð fyri ein annan úr øðrum flokki. Hevði hann kannað málið, so hevði hann beinanvegin komið eftir, at hetta er skeivt. Tá ein varalimur tekur sæti í Norðurlandaráðnum ella í aðrari nevnd fyri ein fastan lim, so umboðar hann bara seg og sín egna flokk. Sosialdemokraturin, sum hevði varasessin til Norðurlandaráðið, áðrenn Norðuratlantsbólkurin fekk hann, umboðaði hvørki hinar flokkarnar ella Tjóð- veldisflokkin. Og undir- ritaði umboðar heldur ikki hinar flokkarnar, um eg stundum taki sæti í Norð- urlandaráðnum. Eg umboði Tjóðveldisflokkin og kann frítt føra míni sjónarmið fram. Var hetta ikki so, so kundi Øssur Dam Jacobsen fylt øll bløð komandi árini við at lasta Sosialdemo- kratar, Kristiligar Demo- kratar, SF, Eindarlistan og Radikala Vinstraflokkin og Norðuratlantsbólkin fyri at umboða sjónarmiðini hvør hjá øðrum í nevndum og ráðum. Og forrestin... Um vit taka Øssur Dam Jacobsen uppá orðið og fylgja logikki hansara, so umboða allir hesir donsku flokkarnir nú eisini stevnuskránna hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað hevði nú verið eitt stórt bragd fyri Tjóðveldisflokk- in. Men tíverri Øssur. Hend- an heiður kunnu vit ikki taka á okkum. Tað manst tú eisini innast inni vita, sum fyrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Heidi Petersen løgtingskvinna Nú ljóskastarin er settur á, hvønn týdning førleiki í enskum máli hevur fyri føroysk børn og ung og fyri framtíð Føroya í altjóða høpi, vil eg loyva mær at bera fram nøkur sjónarmið. Ført hevur verið fram, at tað skal vera andsøgn ímillum tað at læra danskt mál væl og virðiliga og spurningin um, nær og hvussu nógva orku vit skulu nýta uppá at læra enskt mál væl og virðiliga. Eftir mínum tykki er als ikki neyðugt við nakrari andsókn í hesum máli. Danskt lykilin til fortíðina Tá tað í lógini er staðfest, at danskt skal lærast væl og virðiliga, er tað helst við tí ásannan og grundgeving, at nógv søgu- og familjubond eru millum bæði londini. Men aftanfyri hesa stað- festing liggur eisini ein ásannan av, at við at duga eitt annað norðurlendskt mál til fulnar, hava vit latið dyrnar upp til øll hini norðanlondini. Vit geva okkara ungdómi tað band ella ketu til okkara felags fortíð í norðanlond- um, sum skal ankra okkum mentunarliga. Felags søga, sagnir og sangir. Trúgv, hugsunar- háttur og sosiala menningin í norðurlendsku samfeløg- unum eru eisini felags eyð- kenni, vit vilja læra upp- vaksandi ættarlið at kenna seg aftur í og kunna kenna seg sum ein part av. Alt hetta eru virði, vit vilja varðveita, og tí er als ongin orsøk at blaka lykilin til hetta ríkidømi burtur. Enskt lykilin til framtíðina Hinvegin er líka greitt, at skulu vit gera okkum nakra vón um at standa okkum á altjóða pallinum innan vinnulív og mentan, er neyðugt við eini álvarsam- ari uppraðfesting av okkara førleika í enskum máli. Á sama hátt sum tað danska málið er lykil okkara til for- tíðina og røtur okkara, verður enska málið lykil okkara til framtíðina og menningarmøguleikar sum tjóð. Skulu vit gera okkum vónir um at kunna sam- vinna við allan heim á jøvnum føti við aðrar tjóðir, eru vit noydd veruliga at satsa upp á framtíðina og teir førleikar, hon krevur. Og eg ivist onga løtu í, at fyrsta innsatsøki eigur at vera ein uppraðfesting av enska málinum í føroyska skúlaverkinum. Tað er og verður neyðugt at styrkja um førleikan hjá ungdómi okkara í enskum máli og mentan. Neyðugt verður at byrja við frálær- uni í enskum eins tíðliga og við tí danska málinum. Tvs. ikki seinni enn í 3. flokki. Tímatalvan eigur at verða víðkað við 3 tímum um vikuna til ensktfrálæruna. Hetta kostar sjálvandi í undirvísingartímum, men verður hetta ikki ein spurn- ingur um at hava ráð, men ein spurningur um lív ella deyð fyri framtíð okkara í altjóða høpi. Niðurstøðan er greið: Danskt er og verður lykilin til fortíðina og okkara norð- urlendska samleika, og enskt verður lykil okkara til framtíðina og menningar- møguleikar sum tjóð. Umaftur Øssur Danskt lykilin til fortíðina - enskt lykilin til framtíðina Týdningur, leiklutur og framtíðin Marin Katrina Frýdal valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu Kommunan eigur beinan- vegin at taka annað skinn um bak og raðfesta trivn- aðin hjá nýbyggjarafólkum í fremstu røð. Tann ótarnaði entreprenør politikkurin kann ikki halda áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar. At seta føtur undir egið borð er ein íløga fyri lívið, og í høvuðsstaðnum er hetta serstakliga dýrt. Ein familja má seta seg í skuld fyri langt omanfyri milli- ónina; og er tað ein skuld, ið húskið kemur at merkja restina av lívinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at for- treytirnar um bústaðin, eru so góðar og fullkomnar sum gjørligt, soleiðis at familjan fær fulla gleði av hesi stóru íløgu. Tað er týdningarmikið, at húsa- ognin er nakað, tú gleðist um og trívist í. Fyri flestøll gerst íløgan í bústaðin eisini hornasteinurin í okk- ara privatbúskapi. Hesir bústaðir skulu standa eftir okkum sum varðar til komandi ættarlið at taka yvir. Tað er kommununar ábyrgd at seta karmarnar, m.a. at: - atlit verða tikin til byggi- listarliga og byggitekn- iska dygd - atlit verða tikin til náttúr- una, umhvørvið og uttan- dura umstøðurnar - atlit verða tikin til sosi- alan trivnað og tørv - atlit verða tikin til góðar ferðsluloysnir Vit síggja nýggjar gøtur uppi á Løgmannabreyt, har støðan viðv. parkering ikki er øðrvísi enn í J. Paturs- sonargøtu ella í Krossgøtu, har raðhúsini vórðu bygd fyri umleið 40 árum síðani, áðrenn vanligt varð við bili í hvørjum húsi, og tískil heldur eingi parkerings- pláss. Aðrastaðni við Løg- mannabreyt eru langar røð- ir av raðhúsum, har tað er so illa frágingið uttandura, at ein øtast. Avgrevsturin er lagdur sum eitt stórt fjall árakað mønuna á húsunum. Hettar myrkir inni, og hyggur ein út ígjøgnum vindeygað, sær ein beint inn í henda skráan. Ar- beiðið er so óvanda frá- gingið, at ógjørligt er at koma afturumaftur við am- boðum. Og upp aftur onnur, í sama nýbygda býarparti, klaga um støðugt raman kloakdeym. Um kommunan ikki beinanvegin tekur annað skinn um bak og raðfestir trivnaðin hjá hesum ný- byggjarafólkum í fremstu røð, ja, so heldur tann ó- tarnaði entreprenør poli- tikkurin áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar. Hetta fyri stuttskygdan løtuvinning. Tað kann ikki vera mein- ingin, at tað eru tilvildar- ligir entreprenørar, ið uttan nøktandi stýring, seta dagsskránna fyri nýbygg- ing í býnum. Latið entreprenørarnar fáast við tað, teir eru dugnaligir til, men latið okkum fáa dygdargóðar, vælskipaðar karmar til teirra at virka undir. Tað er politiski myndugleikin í býráðnum, ið eigur at seta dagsskránna og karmarnar fyri bústaðarbyggingina í kommununi. Og tað er ábyrgdin hjá sama býráði, at kommunala fyrisitingin hevur eina vælskipaða býarplanlegging og eitt dygdargott byggieftirlit. Eisini er tað undrunar- vert, at kommunan nýtir útlendska ráðgevarafyri- tøku til býarplanlegging av Suðurstreymoy, heldur enn at nýta høvið at menna før- oyskan førleika á málsøki- num. Tjóðveldisflokkurin setir høg krøv til nýggjar út- stykkingar, har góð bú- staðarviðurskifti og trivn- aður verða sett í hásæti. VAL04 Entreprenør politikkurin má steðgast Nr. 197 • fríggjadagur • 15. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tað var ein sorgblíð løta hjá John Petersen – og fyri føroyskan fótbólt – tá hann sum seinasti maðurin fór av grasinum á Lands- downe Road miku- kvøldið FARVÆL Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Hann tókt- ist eitt sindur hugmóður tá dysturin í Dublin var av. John Petersen hevði undan dystinum boðað frá, at hetta var seinasta ferðin, at hann fór at vera á føroyska fótbóltslandsliðnum, so far- væl’ið til áskoðararnar eftir dystin mundi helst eisini vera nakað tungt. Sum seinasti maður stóð hann við hondunum í loft fyri føroysku fjøldini á Lands- downe Road, og tá hann skuldi fara í skiftirúmið, varð bíðað eina løtu við síðulinjuna. Líka sum vildi hann fyri eina seinastu ferð kenna rákan av altjóða fót- bóltinum, áðrenn gaggur- nar vórðu settar á gólvið í skiftirúminum. Hugaligari eftir steðgin Eftir dystin fingu vit orðið á John, og tó at kenslan sjálvandi hevði verið serlig, so var hann fegin um, at hann soleiðis fekk sagt far- væl á ein ordiligan hátt. - Tað eri eg glaður um. Eg haldi ikki, at løtan var so tung at koma ígjøgnum, men eg steðgaði so líka við síðulinjuna eina løtu fyri at staðfesta, at hetta var tað. Eins og restin av liðfel- øgunum, so ásannaði John, at talan hevði verið um eina sera tunga uppgávu hjá før- oyska liðnum. Ikki minst í fyrra hálvleiki, har okkara eisini tóktust hava stórar trupulleikar av hála vøll- inum, sum í tímunum upp til dystin hevði verið undir- díktur í vatni. - Sjálvur hevði eg langar dobbar undir skónum, men tað var kortini trupult at standa rætt. Somu trupul- leikar høvdu fleiri av hin- um á liðnum eisini, og tað kann vera, at tað var nógva vætan, sum gjørdi tað. Tað hevði annars regnað um morgunin, so tað skuldi ikki verið neyðugt at vatnað vøllin so nógv, men tað varð so kortini gjørt, helt hann. - Og so lógu vit eisini alt ov langt frá teimum. Vit komu ikki í krovið hjá teimum, og tí fáa teir alt ov lætt spæl. Tann parturin eydnaðist betri eftir steðg- in, og tó at vit ikki fingu teir stóru møguleikarnar, so var tað meira hugaligt at spæla hesi trý korterini. Tað sá eina løtu út til, at John sjálvur ætlaði sær landsliðstroyggjuna við 10- talinum, tí hann skifti ikki um við nakran av írsku leikarunum á vøllinum. Hetta varð tó gjørt í skifti- rúminum, tá hann fekk troyggjuna á John O’Shea úr Manchester United. John er sjálvur íðin United-við- haldsmaður, og tá tað nú ikki kundi verða Roy Keane, sum hann annars hevði ætlað, so mátti talan gerast um onkran annan úr felagnum, helt John. Frí fyri árið Sjálvur fer John niður í næstum, og fyribils hevur hann so slettis ikki gjørt av, hvørt hann fer at spæla fótbólt. - Í ár farið eg so ikki at spæla. Eg skal fyrst koma upp á pláss, og so fái eg at síggja, hvussu verður við fótbóltinum næsta ár, sigur John, sum heldur ikki vil siga nakað um, á hvørjum støði hann tá møguliga ætlar at royna seg. Seinasti valsurin Takk fyri! John Petersen ber seinastu heilsan sína til føroyska 12. mannin sum leikari Jákup Mikkelsen helt eftir dystin, at hóast tap altíð eru keðilig, so hava føroysku leikararnir einki at skammast um eftir avrikið í Dublin LEIKARAPRÁT Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at dysturin mikudagin er ein av teim- um strævnu, sum Jákup Mikkelsen hevur havt fyri landsliðið. Ferð eftir ferð var hann maðurin, sum avmarkaði føroyska tapið, og sjálvur helt hann eisini, at talan var um eitt veldugt trýst, sum føroyska liðið kom undir. - Vit høvdu roknað við, at teir fóru at koma við fullari ferð, og hjá okkum var upp- leggið fyrst og fremst at halda tætt sum longst, so- leiðis at teir kanska kundu frustrerast. Tann parturin av ætlanini miseydnaðist so. Teir skora eftir einum kor- teri, og so hava teir alt fyri eitt frið til at spæla sítt spæl, samstundis sum okk- ara avrik í fyrra hálvleiki ikki var av tí allarbesta, heldur Jákup. Í so máta dámdi málverj- anum betri seinna hálvleik. - Vit royna at spæla eitt sindur meira meira eftir steðgin, men vit mugu so eisini ásanna, at teir hava eitt ótrúliga gott lið. Har eru nakrar leikarar í altjóða topp-klassa, so verður hugt at úrslitinum, so haldi eg væl, at hetta er nakað, sum vit ikki skulu skammast um. Alla tíðina heitur At úrslitið bleiv somikið frægt, var ikki minst Jákupi sjálvum fyri at takka. Hann hevði eina røð av stórbjarg- inginum, og tað var eisini nakað, sum eftir dystin fekk Brian Kerr at skýra hann fyri nógv tann besta føroyska leikaran. - Segði hann tað? Tað vist eg ikki, men tað er jú eisini so, at tá tú alla tíðina ert við í dystinum alla tíðina, so er lættari at standa væl. Tá ert tú alla tíðina ígongd við bæði armum, beinum og rødd, so tað verður lættari. Men har vóru so eisini nakrar framúr bjargingar? - Tað vóru tað kanska. Eg haldi eisini sum so, at tað gekk hampuliga væl í so máta. Ein dystur eftir Flestu av landsliðsleikar- unum fóru eftir dystin mikukvøldið í vetrarferiu, men hóast Jákup eisini sær fram til hesa, so noyðist hann at bíða eitt lítið sindur afturat. - Eg skal spæla við aðru deild hjá KÍ móti HB um upp- og niðurflyting um vikuskiftið, so tann dyst- urin skal fyrst spælast. Men so ætli eg mær at slappa eitt sindur av frá fótbóltinum, tó at fyrstu fyrireikingarnar til næsta ár longu fara ígongd í november mánaði, soleiðis sum eg havi skilt tað, segði altso Jákup Mikkelsen at enda. Eingin skomm - Teir skora eftir einum korteri, og so hava teir alt fyri eitt frið til at spæla sítt spæl, samstundis sum okkara avrik í fyrra hálvleiki ikki var av tí allarbesta, heldur Jákup Mikkelsen C M Y K 14