fríggjadagur 15. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 197 - 15. oktober 2004
Írland-Føroyar 2-0 (2-0):
Írar í heimsflokki
Føroyar fingu at
kenna, at írar nú eru
um at hava eitt lið,
sum kann liva upp til
avrikini hjá teimum,
sum spældu í 1988-
1994. Og móti slíkari
styrki megnaðu okk-
ara ongantíð at skapa
nakran veruligan
spenning í dystinum,
sum kundi endað
nógv verri fyri okkara
viðkomandi
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland:
Tað er einki at ivast í, at
írska landsliðið veruliga er
um at gerast ein maktfak-
torur í europeiskum fót-
bólti, soleiðis sum teir eis-
ini vóru tað fyri góðum
tíggju árum síðani.
Fótbólturin hevur annars
ongantíð verið tann heilt
stóra ítróttargreinin har um
leiðir, har ein gaelisk út-
gáva av spælinum hevur
munandi størri undirtøku.
Men at 36.000 áskoðarar
fyltu niðurslitna Lands-
downe Road leikvøllin
móti lítlu Føroyum sigur
kortini nakað um, hvussu
áhugin fyri liðnum nú er
um at eksplodera.
TRÝST við stórum
Og føroyska fótbóltslands-
liðið fekk eisini skjótt at
kenna, hví írar nú vænta
somikið nógv av sínum
monnum. Fyrstu 10 minutt-
irnar ella so tóktist annars
ikki, sum høvdu írarnir lis-
ið upp á tann partin av
heimaarbeiðinum, har tað
stendur, at leikferðin van-
liga er størsti trupulleiki
føroyinga, men skjótt var
tað tó, at tummilskrúvurnar
vórðu settar á.
Við
einum
øgiligum
press-spælið á miðvøllin-
um, har okkara valla fingu
tíð at nerta bóltin einaferð,
áðrenn tacklingarnar vórðu
settar inn, forðaðu írar ef-
fektivt okkara leikarum í at
skapa nakað fram eftir vøll-
inum, og í álopspartinum
hevur liðið so sanniliga eis-
ini góðar streingir at spæla
uppá. Ikki minst Damien
Duff, sum hesaferð var í
álopinum. Bara hann nart
bóltin, so hækkaði desibell-
styrkin um leikvøllin fleiri
stig, og tá hann so ferð eftir
ferð nýtti ófatiliga fótskift-
ið til at koma framvið mót-
støðuleikarum, hevði før-
oyska verjan ofta hug at
støkka sundur.
Og longu eftir fyrsta
korterinum gekk eisini gal-
ið. Alt føroyska liðið bakk-
aði, tá Duff enn einaferð
setti ferð á við bóltinum.
Hann sneiddi sær inn í
brotsteigin, og tá leikarin so
varð feldur, varð dómarin
skjótur at blása fyri brots-
sparki. Hetta setti hin
álopsstjørnan á liðnum,
Robbie Keane, í kassan, og
so mundi leikvøllurin verið
lyftur uppfrá. Bæði tí Írland
nú var á odda, men so
sanniliga eisini tí Keane við
hesum setti nýtt málmet á
írska landsliðnum.
Tað málið var hansara 22.
í røðini, og á hálva tíman-
um kom enn eitt afturat
hesum. Julian Johnsson
misti bóltin til Roy Keane,
sum setti ferð á omaneftir.
Eftir kvikligt 1-2 spæl við
Kevin Kilbane, varð bóltur-
in sendur inn um verjuna til
púra leysan (og rangstadd-
an?) Robbie Keane, og tó at
Jákup Mikkelsen bjargaði
fyrstu royndini, so endaði
bólturin aftur hjá Totten-
ham-leikaranum,
og
hesaferð sveik hann ikki.
Og eina langa løtu sá út
til, at nú kundi hetta gerast
heilt óbehagiligt fyri okk-
ara viðkomandi. Írsku álop-
ini skolaðu oman móti før-
oyska málinum, har Jákup
Mikkelsen ferð eftir ferð
Saman við Roy Keane sat Kevin Kilbane sera tungt á miðvøllinum fyrstu trý korterini, og tað var rár hending, at føroyingar
fingu frið til nakað sum helst
mátti sýna, hvør dugur er í
sær. Nakað skipað spæl
fram eftir vøllinum fingu
føroyingar ongantíð sett í
lag, og tí gjørdist talan mest
sum um neyðspørk, sum
hvørja ferð vóru byrjanin til
nýtt írskt álop.
Stigini vóru heim
Steðgurin mundi tó koma
væl við fyri okkara við-
komandi. Einki er at ivast í,
at írarnir eftir fyrstu trý
korterini kendu, at stigini
vóru í pottinum, og tí settu
teir ikki heilt so nógva ferð
á í seinna hálvleiki. Sam-
stundis tóktust okkara eis-
ini hava avtalað, at seinastu
trý korterini av kappingar-
árinum altso skuldu gerast
ordiligt. Tað vil siga, at teir
fyrst og fremst fóru nógv
tættari í mótstøðuna, so-
leiðis at hesir ikki fingu
eins lætt spæl, og spakuliga
gav hetta eisini okkum
møguleika at ota okkum
niðan eftir vøllinum.
Heðin á Lakjuni var
komin inn fyri Rógva
Jacobsen á vinstra borði, og
fleiri ferðir eydnaðist at
senda djúpt til kvika klaks-
víkingin, og tó at tað ikki
altíð spurdust innlegg burt-
urúr, so førdi tað fleiri inn-
køst og fríspørk á skotsku
hálvuni við sær. Støður, har
føroyingar so ofta áður
hava verið vandamiklir, og
tó at tað onkra var nær við,
at veruligt skot fekst á, so
megnaðu vit ikki at hótta
Shay Given í írska málinum
við hesum.
Næsir við vóru vit, tá gott
uppspæl í høgru endaði
við, at Atli Danielsen sendi
Julian Johnsson avstað í
høgru. John Petersen lat
flata innleggið fara millum
beinini á sær, og so smekk-
aði Fróði Benjaminsen til,
men skotið varð tíverri ikki
nóg reint. Stutt undan hes-
um var um reppið, at Heðin
á Lakjuni varð leiktur leys-
ur, men ta ferðina varð
álopið steðgað av óneyðug-
um frísparki, sum Fróði
gjørdi móti Keane.
Hinvegin skal ikki gloym-
ast, at Føroyar í Jákupi
Mikkelsen høvdu ein ótrú-
ligan seinasta skansa. Ótelj-
andi ferðir fekk hann vart
fyri, tá írar høvdu spælt seg
ígjøgnum føroysku verjuna,
og minst líka ofta forðaði
hann veruligum vandastøð-
um við at stýra føroyska
verjuspælinum.
Sterkir írar
Sæð úr einum føroyskum
sjónarhorni hevði dysturin
kanska ikki so nógv at
fegnast um, sum vónirnar
vóru til, men tað skal so
eisini havast í huga, at
Írland í dag hels hevur eitt
av teimum heilt sterku
europeisku liðunum.
Stjørnuleikararnir
á
liðnum sýndu eisini til tíðir,
hví teir eru so høgt virðis-
mettir. Roy Keane var
kanska ikki tann, sum rann
mest, men hann stýrdi
størsta partin av spælinum.
Sum ein annar kórdirrig-
entur segði hann áhaldandi
viðleikarunum, hvar bólt-
urin skuldi spælast, og nær
ferðin skuldi upp og niður,
og yvir høvur var hugtak-
andi at síggja tað nærum
sjónligu auruna, sum er
kring ein slíkan leikara.
Legg hartil ótrúliga fót-
skiftið hjá Damien Duff,
máltevið hjá Robbie Keana,
framúr verjuleikarar sum
Carr, O’Shea, Cunningham
og O’Brien, og so er ikki ilt
at fata, hví írar aftur eru
farnir at tosa um fótbólt.
Teir hava eitt lið, sum teir
av røttum kunnu vera ernir
av, og tað er einki at ivast í,
at teir – hóast harða bólkin
– í løtuni standa sum besta
boðið til til ein vinnara av
hesum.
Írland-Føroyar 2-0 (2-0)
Landsdowne Road í Dublin
36.000 áskoðarar
1-0: Robbie Keane (br.), 15
2-0: Robbie Keane, 32.
Dómarabólkur úr Letlandi: Romans Lajuks, Ser-
geis Braga, Janis Pukijans, Andrejs Sipailo
Dómaraeygleiðari úr Eysturríki: Johann Hantschk
FIFA-eygleiðari úr Belgia: Roland Tis
Írland: 1. Shay Given – 2. Stephen Carr, 5. Andy
O’Brien, 4. Kenny Cunningham (liðskipari), 3.
John O’Shea (15. Liam Miller, 56.) – 7. Stephen
Finnan, 6. Roy Keane, 8. Kevin Kilbane, 9. Andy
Reid (18. Gary Doherty, 76.) – 11. Damien Duff,
10. Robbie Keane
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Gary
Breen, 13. Matt Holland, 14. Graham Kavanagh,
16. Paddy Kenny, 17. Graham Barrett
GK: Andey Reid, 69., Kenny Cunningham, 82.
Venjari: Brian Kerr
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen – 4. Pól Thorsteins-
son, 13. Óli Johannesen (liðskipari), 5. Jón Rói
Jacobsen, 2. Súni Olsen – 9. Jákup á Borg (15. Atli
Danielsen, 85.), 8. Julian Johnsson, 7. Fróði Benja-
minsen, 6. Rógvi Jacobsen (3. Heðin á Lakjuni, 58)
– 10. John Petersen, 11. Jónhard Frederiksberg (14.
Andrew av Fløtum, 82.)
Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 12.
Hjalgrím Elttør, 16. Jens Martin Knudsen, 17. Kári
Nielsen, 18. Arnhold Berg
GK: Fróði Benjaminsen, 34., Rógvi Jacobsen, 41.,
Julian Johnsson, 49.
Venjari: Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðarar: Birgir Hansen og Sigurd Hansen
Fysioterapeutar: Øssur Steinhólm og Marjun
Thomassen.
Lækni: Jens Pauli Marstein
FAKTA UM DYSTIN
Sum seinni hálvleikur leið, løgdu føroyingar alt meira fyri, og fleiri ferðir kom Óli Johannesen fram sum hóttan í deyðbóltsstøðum
C
M
Y
K
16
Nr. 197 - 15. oktober 2004
17
17