fríggjadagur 15. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2004
19
Upphit-
ingin
var í lagi
Sum vant var felags
upphiting hjá 12.
manni á skránni, men
á leikvøllinum tóktist
hendan tó ikki muna
tað heilt nógva á full-
setta leikvøllinum
12. MAÐUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland:
Sum vant, so hevði 12.
maður gjørt seg til, nú enn
ein
landsdystur
var
á
skránni. Samlaða føroyska
ferðalagið í írska høvuðs-
staðnum var somikið stórt,
at tað var ikki hugsingur
um at hava øll á einum stað,
men fyri tað kundi upp-
hitingin miðsavnast.
Hetta varð gjørt á eini
pub nærhendis stadion, og
tó at hópur av írum eisini
hildu til her, so tóktist tað
ikki at gera tað allar minsta
við føroyska lagið. Írskir
fólkasangir og føroyskir
fótbóltssangir
vóru
á
skránni.
Eisini undir dystinum
sjálvum varð roynt at halda
nakað av gangi, men her
var skjótt greitt, at okkara
vóru við undirlutan. Eitt
var, at hini vóru omanfyri
35.000 í tali. Annað var, at
hesi allan dystin á tamb
hildu ein ófatuligan gang.
Onkra einstaka ferðina
royndi føroyski vongurin at
stemma í, og tað eydnaðist
eisini einar tvær ferðir at
fáa restina av leikvøllinum
við upp á spælið.
Men fyri tað skal ikki
sigast, at talan var um nakr-
an keðiligan túr hjá áskoð-
arunum. Tvørtur ímóti, so
fingu tey eina ordans upp-
living av bretsku fan-ment-
anini, og fram um alt, so
var talan um Fair-Play. Før-
oyska
liðið
fekk
eins
nógvar klappsalvur, sum
lokalu hetjurnar, og einki er
at ivast í, at fleiri av hesum
grøn-klæddu hava ætlanir
um at koma til Føroyar í
komandi ári. Tá er tað so
bara vit, sum skulu prógva,
at vit eiga munin. Bæði á
og uttan fyri vøllin!
Undan dystinum savnaðust
áskoðararnir á Kitty O’Shea,
ið er ein pub nærhendis
Landsdowne Road
Teir royndu eisini á leikvøllinum, men fyri tað nógva, so mundi upplivingin hesaferð snúgva seg um bretsku fan-
mentanina, tá hendan er allar best
19
18
Nr. 197 - 15. oktober 2004
Óli Johannesen helt,
at føroyska liðið
tóktist hava ov stóra
virðing fyri mótstøð-
uni fyrstu trý korter-
ini
LIÐSKIPARIN
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland: Karmarnir
vóru í topp, tá føroyska
liðið skuldi til próvtøku í
Dublin. Fult hús – 36.000
áskoðarar – vóru til dystin.
Og allan dystin á tamb
hildu hesir ein slíkan gang,
at tann so vanliga ljódligi
12. maðurin hjá okkum,
sum eisini var óvanliga væl
mannaður hesaferð, mest
sum als ikki slapp upp í
part.
Men hóast hetta seinasta,
so vildi føroyski liðskiparin
á ongan hátt siga, at teir
merktu minni til føroyska
stuðulin, enn teir annars
gera. Heldur tvørturímóti.
- Fyrst og fremst, so er
tað sum leikari ótrúliga
stuttligt at uppliva slíkar
dystir. Og at føroysku
áskoðararnir
tú
kunnu
drukna
í
ljóðmúrinum,
haldi eg avgjørt ikki er
nakað, sum nervaði okkum
í so máta. Vit sóu teir alla
tíðina, og vit vistu, at teir
vóru har, og vit vistu, at teir
eisini royndu at rópa, so tað
er heilt víst nakað, sum
merkir nógv fyri okkum
leikarar, staðfesti liðskipar-
in.
Ov stóra virðing
Um dystin sjálvan vóru
orðini frá Óla ikki so stórt
øðrvísi, enn tey vóru frá
hinum í føroysku leguni,
men hann fýltist kanska á,
at virðingin hevði verið í
meira lagi.
- Tað virkaði, sum var tað
heila eitt sindur kramp-
aktugt hjá okkum fyri
steðgin. Eins og tordu vit
ikki ordiliga at fara í mót-
støðuna, og tað hava vit
ikki ráð til. Men eg haldi, at
vit spældu okkum væl upp
eftir steðgin.
Og føroyska verjan stóð
seg fyri tað mesta eisini
væl?
- Tann partin haldi eg
ikki, at vit skulu vera
ónøgdir um. Taktikkurin í
so máta eydnaðist fyri tað
mesta, og sjálvt um teir
koma til møguleikar, so
skalt tú ikki gloyma, at
hatta var eitt sera gott lið,
sum alla tíðina helt á
kvikum fótbólti, og tá
stendur nógv á verjuni. Vit
høvdu so eisini fingið
rættað nakrar smálutir í
verjuspælinum í mun til
dystin á Cypros, soleiðis at
vit kundu standa betri á
vøllinum.
Eina løtu sá eisini út til,
at drúgva ferðin úr Cypros
hevði sett síni spor á liðið,
sum í mangar mátar tóktist
stirvið fyri steðgin. Men
hetta helt liðskiparin so
ikki, at teir kunnu brúka til
nakað.
- Tað haldi eg ikki. Vit
høvdu eina góða venjing
mánadagin, har eg haldi
allir virkaðu til at hava rist
møðina av sær. So eg haldi
ikki, at hetta gjørdi nakran
stóran skaða sum so.
Týðandi stuðul
Áðrenn vit heilt sleptu før-
oyska liðskiparanum, vildi
Óli eisini sjálvur bera nakr-
ar heilsur, nú enn eitt
fótbóltsár er av.
- Lat meg enda takka
øllum føroyskum áskoðar-
um fyri árið í ár. Bæði
teimum, sum vóru her í
Dublin og teimum, sum
vóru á Cypros, og sjálvandi
eisini øllum teimum, sum
hava bakkað okkum upp á
heimavølli. Tað er ein
stuðul, sum hevur ótrúliga
stóran týdning hjá okkum
leikarum.
- Og so haldi eg eisini, at
John Petersen skal hava eitt
ordans farvæl. Tað verður
ein stórur missur fyri lands-
liðið og fyri føroyskan fót-
bólt, at hann nú ikki longur
er við, men eg vil í øllum
førum ynskja honum alt tað
besta framyvir, staðfesti
føroyski liðskiparin og met-
maðurin at enda.
Fantastisk atmosfera
- Vit sóu teir alla tíðina, og
vit vistu, at teir vóru har, og
vit vistu, at teir eisini royndu
at rópa, so tað er heilt víst
nakað, sum merkir nógv fyri
okkum leikarar, segði Óli um
føroysku áskoðararnar, sum
mest sum druknaðu í øgiliga
ljóðmúrinum á Landsdowne
Road
C
M
Y
K
18