Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2004 21 Skiftandi avrik Jógvan Martin Olsen heldur, at ein partur av óstøðugu avrikun- um hjá landsliðnum kemst av føroysku kappingarskipanini FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at avrikið í fyrra hálvleiki mikudagin var av teimum heldur lakaru hjá føroyska landsliðnum. Tá vit eftirfylgjandi fingu orðið á føroyska hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen, viðgekk hann eisini uttan at blunka, at tað hevði verið rættiliga frustrerandi at sita uttanfyri og hyggja at, hvussu hetta gekk fyri seg. – Vit spæla snøgt sagt ov illa fyri steðgin. Fyrstu fimm minuttirnar sær tað annars ikki so galið út, og vit megna at halda fast í 4- 4-2 skipanini, soleiðis at liðið ikki søkkur ov langt aftur, men so fer at ganga galið. Gott nokk hevur Ír- land eitt gott lið, men vit geva teimum so sanniliga eisini loyvi at spæla. Har eru ongar tacklingar, einki press og eingin kropskon- takt. Teir fáa alla tíðina hasar tveir tríggjar metrar- nar ov nógv at spæla á, og tað vita vit kostar. Sam- stundis gera vit so eisini tann klassiska feilin, at verjan hjá okkum byrjar at renna øvuta vegin. – Tíbetur batnaði hetta eftir steðgin. Tá fara vit nógv meira í teir, og sjálvt um onkur vil siga, at teir tá settu ferðina niður, so haldi eg sjálvur, at hetta minst líka nógv var okkum fyri at takka. Teir fingu ikki sama pláss at spæla á, og tað haldi eg, at vit eiga at vera nøgdir um. – Men samanlagt, so er tað tann klassiski trupul- leikin hjá okkum, sum ger seg galdandi. Vit vita av, at skulu vit hava góð úrslit, so mugu allir menn vera í topp, og so hava vit ikki ráð til, at helvtin av liðnum nærum koyrir í frígear. So- mikið einfalt er tað, stað- festir Jógvan Martin. Afturvenandi trupulleiki Skal takast samanum undankappingina higartil, nú farið verður í vetrarfrí, so er einki at ivast í, at talan hevur verið um misjøvn avrik. Og eisini hesum er venjarin samdur í. – Stigið á Cypros eri eg avgjørt nøgdur um, og avrikið heima móti Frak- landi, er eisini avgjørt góð- tikið. Hinvegin var talan beinleiðis um vánaligt av- rik í Sveis, og fyrra hálvleik her sóu vit nakað av tí sama. Hongur tað kanska sam- an við, at føroyskir leikarar sálarliga ikki megna at spæla tveir dystir innan fýra dagar? – Nei. Tað haldi eg ikki, tí veruleikin er jú, at vit megna at reisa okkum eftir steðgin móti Írlandi. – Hinvegin haldi eg, at ein trupulleiki er føroyska kappingin, sum jú endar, áðrenn vit spæla seinastu landsdystirnir. Tað vísur seg ferð eftir ferð, at vit hava stórar trupulleikar um júst hetta mundið. Fleiri av feløgununum eru nærum farin í vetrarfrí fleiri vikur undan hesum, fysiska venj- ingin hevur verið í minna lagi, og hjá fleiri leikarum er tað kanska eisini so, at tað eru fleiri vikur síðani, at teir spældu ein intensan landskappingardyst. Tað er so avgjørt ikki tað besta, um tú skalt fyrireika teg til tveir krevjandi landsdystir, sigur Jógvan Martin. – Akkurát, hvussu tann trupulleikin skal loysast, skal eg ikki koma við nakr- ari patent-loysn uppá. Men tað er altavgerandi, at vit hyggja at hesum trupulleik- anum og fáa eitt orðaskifti ígongd, soleiðisi at trupul- leikin kann loysast, stað- festir altso Jógvan Martin Olsen at enda. – Vit vita av, at skulu vit hava góð úrslit, so mugu allir menn vera í topp, og so hava vit ikki ráð til, at helvtin av liðnum nærum koyrir í frígear, sigur Jógvan Martin Olsen 21 20 Nr. 197 - 15. oktober 2004 Felags fyri flestu føroysku leikararnar var, at teir vóru ov nógv trýstir fyri steðgin, men at teir í seinna hálvleiki komu alt betri við í spælið LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, KÍ (36 dystir/0 mál) Tey bæði írsku málini fekk hann ikki gjørt stórvegis við. Og eingin hevði kunn- að lastað Jákupi nakað sum helst, um talan hevði verið um munandi størri tap. Ferð efti ferð vardi hann fyri upplagdur írskum møgu- leikum, og var soleiðis enn einaferð kanska týdningar- mesti stopp-kloossurin hjá føroyingum. 2. Súni Olsen, GÍ (18/1) Avgjørt besti føroyski úti- leikarin. Eitt er, at hann hevur somikið góðan tekn- iskan førleika, at honum ikki nýtist nakað av tíð at fáa tamarhald á bóltinum. Tað sermerkta hesaferð mundi tó vera, hvussu skilagott hann aloftast spælir bóltin frá sær. Har var snøgt sagt umtanki aftan fyri hvørja gerð, og tá hugsað verður um trýstið fyri steðgin, so gerst hetta heilt imponerandi. 4. Pól Thorsteinsson, B36 (37/0) Fáur – um nakar – føroysk- ur leikari hevur hansara evni, til mann móti manni at steðga mótstøðuni, og brúkt var eisini fyri hesum, tá írar konsekvent royndu at taga føroysku verjuna sund- ur fyri steðgin. Pól fekk eisini fatur á nógvum, og hóast ávísar trupulleikar, so var avspælið betri, enn tað so ofta áður hevur verið. Kom eisini nakrar ferðir við niðaneftir í seinna hálvleiki, so bóltar kundu sendast innfyri. 5. Jón Rói Jacobsen, Frem BK (20/0) Saman við Óla mannaði hann aftur miðverjuna, og enn einaferð var sjónligt, at hann er í ferð við at finna gamla formin aftur. Var tó atvoldin til brotsspark, og tað telur sjálvsagt skeiva vegin, men alt í alt ein dystur, sum hann væl og virðiliga kann vera nøgdur um. 6. Rógvi Jacobsen, HB (30/5) Var hesa ferð á gamla plássinum í vinstru síðu, men tóktist als ikki at trívast so væl á plássinum. Tóktist vera sera tungur og stirvin, og hevði yvir høvur ikki ein av sínum bestu døgum. Var tó ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at taka luftdystir við írar, og aloftast vann hann hesar. Útskiftingin tóktist tó náttúrlig. 7. Fróði Benjaminsen, Fram (30/2) Var uttan iva ein av teimum betru á føroyska miðvøll- inum, men ongantíð soleið- is, at hann slapp at stýra nøkrum parti av spælinum. Royndi tó serliga eftir steðgin at koma meira í krovið á mótstøðumonn- unum, og sýndi ávísar góðar detaljur. Hevði helst bestu føroysku royndina, men rakti ikki bóltin nóg væl, og so dróg tað eisini niður, at hann við heldur býttisligum frísparki steðg- aði spælinum, tá Føroyar vóru ávegis sínum besta møguleika. 8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (60/4) Hevði avgjørt ikki ein av sínum bestu dystum. Undir stóra trýstinum, sum før- oyski miðvøllurin var und- ir, komu teknisku veikleik- ar hansara ofta til sjóndar, og heldur ikki megnaði hann vanliga leiklutin sum bóltvinnari. Var við bólttapi byrjanin til írska 2-0 málið. Var tó eins og Rógvi ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at taka luft- dystirnar við írar upp. 9. Jákup á Borg, HB (37/2) Eins og á Cypros tykist seinasti broddurin í spæl- inum at resta. Ov ofta varð drigið aftureftir, tá hann kundi roynt at sloppið framvið í síðunum, og tí sást millum lítið og einki til annars vandamiklu innlegg hansara. Arbeiddi tó sum vant væl í verjupartinum. 10. John Petersen, B36 (57/6) Hóast talan var um sera trupla uppgávu, so fekk John sagt landsliðnum eitt hampuliga gott farvæl. Hevði sínar trupulleikar av váta vøllinum fyrstu løtuna, men mentist, sum dysturin leið, og tí sindrinum, sum føroyingar skaptu frameftir vøllinum, var John aloftast partur av. Eingin ivi er um, at landsliðið við steðginum hjá John hevur mist ein av teimum heilt stóru leikar- unum, og tað verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva, nú ein avloysari skal finnast til leiklutin, sum skálamað- urin hevur havt fyri lands- liðið. 11. Jónhard Frederiks- beeg, Skála (7/0) Hevði sum vant truplar arbeiðsumstøður, men hetta var ikki einasti trupulleikin í dystinum. Hóast hann royndi at skifta skógvar undir dystinum, so líktist hann í fleiri førum »Bambi på glatis« á váta vøllinum, og tí er sera trupult at geva nakað veruligt skoðsmál. Royndi at arbeiða, men vána fótafestið gjørdi, at hetta ofta var nyttuleyst, og útskiftingin tóktist heilt náttúrlig. 13. Óli Johannesen, TB (70/1) Verju- og liðskiparin hevur seinastu landsdystirnar greitt afturvíst øllum kri- tikki um, at hann ikki er nóg væl fyri til slíkar upp- gávur. Var enn einafer ein av allarbestu føroysku leik- arunum. Vann hópin av bóltum við bæði høvdi og beinum, og var heldur ikki bangin fyri at nýta kroppin, tá hetta var neyðugt. Setti sum vant nýtt dystarmet, og við verandi forminum er einki sum bendir á, at dyst- irnir ikki verða nógv fleiri í tali. 3. Heðin á Lakjuni, HB (11/1) Fekk fyri fyrstu ferð í trý ár møguleikan á landsliðnum, og yvir høvur stóð Heðin seg væl tann góða hálva tíman, sum hann loysti Rógva av. Megnaði í stóran mun at røkja verjuskyldur sínar í borðinum, og fleiri ferðir var hann við rykkum sínum maðurin, sum skapti framdrift í føroyska spæl- inum. Ein leikari, sum venjararnir illa sleppa utt- anum framyvir, um form- urin verður hildin á sama støði. 14. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (16/1) Loysti Jónhard av seinastu 10 minuttirnar, og kann illa dømast út frá hesum. 15. Atli Danielsen, KÍ (8/0) Kom á vøllin seinastu sjey minuttirnar. Sjálvsagt eitt alt ov tunt grundarlag til geva nakað veruligt skoðs- mál, men var partur í upp- spælinum til einasta rætti- liga føroyska møguleikan. Betri eftir steðgin Hóast stóra trýstið, so hevði Súni mest sum hvørja eina ætlan í spæli sínum, og samanlagt var hann helst besti føroyski útileik- arin mikudagin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20