mánadagur 3. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYGGJALEIKIR
Terji Nielsen
Næstovast á heiðursmerkjalista
num yvir allar oyggjarnar, sum
tóku lut í Gotlandi, má sigast at
vera eitt væl og virðiliga nøktandi
úrslit sæð við føroyskum ítróttar
brillum, og serliga innan summar
ítróttargreinar stóðu okkara fólk
seg framúr væl.
Svimjararnir og
bogaskjúttarnir
skaraðu burturúr
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað
fyrst og fremst vóru svimjararnir
og bogaskjúttarnir, sum áttu sín
stóra leiklut í, at føroyingar stóðu
seg so væl samanlagt.
Tað var kanska ikki so óvæntað,
tí júst í hesum ítróttargreinum
standa
føroysku
ítróttarfólkini
seg væl. Men at svimjararnir skul
du standa seg so væl, sum teir nú
einaferð gjørdu, var kanska eitt
sindur óvæntað, tí eitt nú var eingin
Pál Joensen við í føroysku svimji
hópinum hesaferð, og hann plagar
at vera tann svimjarin, ið eigur flest
heiðursmerkjur av øllum.
Men nú hava aðrir svimjarar
tikið við eftir Pál, og her verður
fyrst og fremst hugsað um Óla
Mortensen, ið svimur neyvt somu
kappingar, sum Pál hevur gjørt,
men eisini aðrar svimjarar so sum
Alva Hjelm, Janu Bjartalíð Thom
sen, Vár Eidesgaard og Signhild
Joensen fyri at nevna nøkur.
Tað er nakað serligt við føroyska
svimjiumhvørvinum í Føroyum
eisini. Allir svimjararnir á føroyska
svimjilandsliðnum høvdu foreldur
við í Gotlandi, og hesi foreldur
saman við eisini sysktinum hjá
svimjarunum manna ein sterkan
bólk, sum allatíðina stuðlar okkara
svimjarum. Hjá okkum uttanfyri
standandi er tað hugtakandi at
eygleiða hetta heilt serliga saman
hald, sum er millum tey, ið eru í
føroyska svimjiumhvørvinum.
Anja stjól yvirskriftirnar
Bogaskjúttarnir
vóru
ógvuliga
knáir at fáa heiðursmerkir til Før
oya, og ikki minst var tað Anja
Eydnudóttir,
ið
gjørdist
tann
heilt stóra stjørnan hjá føroysku
bogaskjúttunu í Gotlandi. Anja
Eydnudóttir gjørdi nevnliga ikki
mætari enn at vinna heili fimm
gullheiðursmerkir til Føroyar á
oyggjaleikunum í Gotlandi, og hon
gjørdist sostatt mest vinnandi ein
staka ítróttarfólki hjá Føroyum.
Men aðrir bogaskjúttar gjørdu
eisini um seg, og tilsamans vunnu
føroysku bogaskjúttarnir sjey gull,
eitt silvur og seks bronsu, so tað má
sigast at vera eitt ordans hál.
Framtíðin sær spennandi
út hjá frælsa ítróttinum
Spenningurin var eisini stórur um,
hvussu tað fór at ganga hjá okkara
íðkarum innan frælsan ítrótt.
Vónirnar vóru góðar um heiðurs
merkir innan ávísar kappingar í
frælsum ítrótti, og sum heild kann
sigast, at vit fingu heiðursmerkir,
har vit høvdu væntað tað, men
okkurt meiri óvæntað heiðurs
merki kom eisini í hús.
Tað var kanska ikki væntandi,
at Rebekka Fuglø vann gull á 800
metrum, men tað gjørdi hon, og
hon gjørdi tað sannførandi á síðsta
degnum á leikunum.
Enn minni væntandi var tað,
at bert 18 ára gamla Margit W.
Fríðmundsdóttir
vann
bronsu
í trístøkk. Hjá monnunum var
mett, at góður møguleiki var fyri
at vinna gull við Tóri Mortensen,
men tíverri rakk tað bert til eitt
silvurheiðursmerki, og tað var
Tórur sjálvur heldur ikki nøgdur
við. Men skaði argaði á kappingar
degnum, og hóast hetta var hann
bert 20 sentimetrar frá gullinum.
Tilsamans vunnu Føroyar seks
heiðursmerkir í frælsum ítrótti, eitt
gull, trý silvur og tvey bronsu.
Ikki minni hugaligt var at síggja,
at Føroyar til oyggjaleikirnar hesa
ferð høvdu so mikið nógvar ungar
og evnaríkar rennarar við, at vit
kundu stilla upp til stafettirnar
hjá kvinnum á bæði fýra ferðir 100
metrar og fýra ferðir 400 metrar.
Gamaní rakk ikki til nakað
heiðursmerkir hesaferð í teimum
kappingunum, men havandi í huga
at hesir rennarar í flestu førum
Úrslitið hjá føroysku ítróttarfólkunum á oyggjaleikunum í Gotlandi var óvæntað
gott, hóast summarítróttargreinar ikki stóðu seg eins væl og væntað
EITT ÓVÆNTAÐ
GOTT ÚRSLIT
Í GOTLANDI
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR