Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 OYGGJALEIKIR vóru millum 15 og 18 ár, so kann mann bara staðfesta, at framtíðin sær bjørt út hjá fræsla ítróttinum í Føroyum. Tey flestu vóru nøgd Samanumtikið vóru flestu før­ oysku íðkararnir nøgdir við avrikið í Gotlandi. Tað vil altíð vera onkur, sum ikki er nøgdur, og soleiðis skal tað eisini vera. Ítróttarliga vóru úrslitini góð, og sum heild vóru leikirnir væl fyri­skipaðir, hóast tað til ávísar kapp­ingar ikki vóru nøktandi um­ støð­ur, og til onkrar kappingar gekk tað eisini ov long at avgreiða kapp­ingarnar. Fleiri av kappingunum vóru av­ greiddar í smáum hallum við av­ markað­um áskoðaraplássum, og til dømis var tað næstan ógjørligt at fáa pláss til svimjikappingarnar, um tú ikki var í sera góðari tíð. Til fimleikin var heldur ikki ser­liga nógv áskoðarapláss, men í flestu øðrum kappingum vóru um­støður­ nar góðar. Hvar eru vit I mun til at nýsa leikunum? Tá ið man er til einar slíkar oyggja­ leikir, hevur man altíð hug at seta sær sjálvum spurningin – eru vit klár at hýsa einum slíkum leikum. Og stutta svarið er, at tað eru vit næstan, men bara næstan. Vit hava fínar umstøður til eitt nú fótbólt, fimleik, svimjing, flog­ bólt og borðtennis, men vit hava ikki nøktandi umstøður til eitt nú frælsan ítrótt, skjóting og boga­ skjóting. Men tað skal ikki nógv fíggjarlig orka til at gera nøkt­andi umstøður til skjóting og boga­skjót­ ing. Hinvegin skal nokk so nógvur peningur til, áðrenn vit hava nóg góðar umstøður til fræls­an ítrótt. Ein annar spurningur er, hvussu vit skulu hýsa nógvu gestu­num, sum høvdu komið her til einar oyggjaleikir. Vit vita øll, at tað er ógvuliga trupult hjá ferða­fólki at fáa innivist í Føroyum summar­ mánað­irnar, so tað er eisini ein av­ bjóðing. Men tað eru nøkur ár enn, áðr­ enn hetta kann gerast veruleiki við einum leikum í Føroyum, og so er bert at vóna, at landsins myndug­ leik­ar gera sítt til, at vit eru klár til tað tíð. Høvuðsstuðul hjá føroysku ítróttafólkunum í Gotlandi #VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR