Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroyar enda á einum samlaðum øðrum plássi á oyggjaleikunum, sum eru á Gotlandi. Eitt skifti eru Føroyar fremstar, men tað endar við at Isle of Man vinnur flest heiðursmerki Víkingur vinnur fyrra dystin í innleiðandi umfarinum í Champions League Trepca89 úr Kosovo. Gunnar Vatnhamar og Adeshina Lawal skora málini í 2-1 sigrinum B36 og NSÍ tapa tepurt á útivølli í ávikavist Estlandi og Hvítarusslandi, meðan KÍ megnar flottan 0-0 javnleik móti AIK Stokholm í Gundadali. Øll liðini hava møguleika at vinna seg víðari undan returdystunum, sum verða í hesi vikuni Eftir hálvt ár í HB, so skiftur Heðin Hansen aftur til Víking. Hann fekk ongantíð fótin fyri seg í Havn, og hevur valt at flyta aftur til barndómsfelagið Útsetti kappróðurin í Hósvík var mikukvøldið, meðan ætlaði kappróðurin í Fuglafirði gekk sum ætlað. Klaksvíkingur hevur lagt seg greitt á odda hjá 10-mannaførunum Tour de France byrjaði leygardagin og fyrstu kappingina Geraint Thomas frá Team Sky, meðan týski sprintarin, Marcel Kittel, vann teinin í gjár Týskland vann í gjár “Mini HM”, sum hevur verið í Russlandi. Týskland vann 1-0 á Kili, sum annars mundi hava munin. Málið skoraði Lars Stindl ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er bókin fyri tey fáu, sum ætlar sær á toppin og eru sinnaði at arbeiða fyri at koma hartil. Ein bók um heimselituna í ítrótti, hvussu tey hugsa og hvat skal til fyri at standa við síðuna av teimum. Tim S. Grover er ein tann mest virdi persónligi venjari í kurvabólti, har hann hevur arbeitt saman við Michael Jordan, Kobe Bryant og Dwayne Wade, sum allir eru millum bestu kurvabóltsspælararnir í heiminum. Bókin er ein blandingur av hansara uppfatan av ítróttarfólkinum oog hvussu hann bólkar tey, umframt ein ferð gjøgnum hansara yrkisleið saman við nøkrum av bestu ítróttarfólkunum í heiminum. Hann er eirindaleysur og tú kemur út hinumegin við eini kenslu av, at tú ert ein tapari. Samstundis er bókin deiliga erlig og einki verður pakkað inn. Tað er ikki synd í tær – tú hevur bara ikki tað, sum skal til fyri at koma í heims elituna. Bókin kann geva tær nøkur tól til at flyta teg fram í tíni yrkisleið, men tað eru fá føroysk ítróttarfólk, sum kunnu lesa hesa bókina og kenna seg aftur í topp bólkinum. LES HANA UM: Tú hevur eitt mál um at liva av ítróttinum tú ger, ella hevur brúk fyri einum sparki í reyvina! IKKI LESA HANA UM: Tú leitar eftir onkrum, sum kann fortelja tær, at tað er í ordan at geva teg minni enn 100 prosent. HVUSSU ER HON AT LESA: Eg vildi sagt, at tú skal verða í einum stað í tínum lívi, har tú hugsar slíkar tankar, fyri at fáa nógv burturúr. Annars er hon torfør at koma í gjøgnum. HVAT SIGUR TÚ: Ert tú í holt við eitt venjingarflipp ella bara hevur set tær fyri at koma víðari, so er bókin verd at lesa, men bara tey heilt fáu kunnu liva upp til krøvini. John Petersen, venjari hjá U18 gentunum, sum eru til menningarkapping Sølvi Vanthamar, um returdystin í Champions League móti Trepca89 úr Kosovo -Vit hava hoyrt, at tað verður fullsett og at teirra áskoðarar eru av villasta slag -Mótstøðuliðið var gott, og gjørdu eisini ímóti reglunum hjá UEFA viðvíkjandi spælitíð til allar – hetta fyri at vinna dystin Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Martin Nolsøe Simonsen Ítróttargrein: Tennis Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Týskland vann í gjár “Mini HM” í Russlandi í fótbólti. Nógvar broytingar eru, men hvør er liðskipari? 2 Føroyar hava eina ferð vunnið oyggjaleikirnar. Nær og hvar? 3 Føroyar hava vunnið nógv heiðursmerki til samans á 17 oyggjaleikum, men hvussu nógv? 401, 524 ella 647 4 Nær vóru oyggjaleikirnir fyrtsu ferð? 5 Hvat nummar blivu Føroyar í ár? 6 Mohamed Salah er nýggja metkeypið hjá Liverpool, men hvørjum felagið bleiv hann keyptur frá? 7 Víkingur vann fyrra dystin í Champions League móti Trepca 89 2-1. Hvar kemur mótstøðuliðið frá? 8 Hvør spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1: Julian Draxler (PSG) 2: Álandi, 2009 3: 647 4: 1985 (Manoy) 5: 2 6: Fiorentina (Italia) 7: Kosovo 8: Paul Ince UMMÆLI Relentless: From good to unstoppable Hvussu vóru oyggjaleikirnir í Gotlandi? Oyggjaleikirnir vóru ein fantastisk uppliving. Eisini hesaferð. Byrjaðu hart við nógvum vindi og keðiligum veðri, men saman við góðu úrslitunum kom góða veðri. Hvussu gekst hjá tær og Nicholas Petersson? Tað gekk avbera væl! Fingu okkara besta úrslit í einmansleiki nakrantíð við Nicholas. Bara eina dystin frá heiðursmerki. Í tvímansleiki fingu vit eisini óvæntað góðan sigur. Hvussu var støðið í tenniskappingini? Vinnarin seinast spælir við Wimbledon í ár. Vinnarin hesaferð í bæði einmans- og tvímansleiki spælir umleið 100 dystir um árið kring klótuna. Og so var hann ikki eingongd besti leikarin í kappingini! Støðið er øgiliga høgt. Hvussu leingi ætlar tú tær at halda á við tennis? Gevist tá armurin dettur av! ;) So leingi hugurin og kroppurin ber meg, so haldi eg fram. Hevði dámt væl at verið við á Gibraltar - trimmaður og fit for fight. Hvat skal til fyri at tennis í Føroyum kemur á hægri støði? Fleiri spælidagar og spælitímar. Stutt og greitt. Fleiri vallir - undir tak. Alt ov nógvir limir fella frá vegna óstøðuga venjing og vánaligar umstøður. Tennis er ein av størstu ítrottargreinum í heiminum. Óheppið vit ikki kunnu smekka nakrar ordligar vallir upp onkrastaðni.