mánadagur 3. juli 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Terji sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Í fjør legði HB til brots við
endamálinum at byggja upp
av nýggjum. Tað rak ikki til
Evropa fótbólt og HB byrjaði
aftur av nýggjum í ár. Nú
skuldu útlendskir profilar
fáa HB aftur á toppin, og
slóða fyri teimum ungum.
Inn komu Daniel “Elly”
Pedersen, Aleksandar Stan
kov og navnframi Martin
Bergvold, sum hevur eina
fortíð í Livorno í Seriu A í
Italia. Daniel “Elly” Pedersen
bleiv nakað skaddur og fór
heim aftur til Frem BK, uttan
at hava víst nakað serligt.
Nú ljóðar, at HB eisini vil
sleppa av við Martin Berg
vold. Hann hevur ikki sligið
til og er, sum skilst, ein dýrur
drongur fyri felagið. Hann
hevur spælt 760 minuttir av
1260 møguligum, og hevur
ikki beinleiðis verið vánalig
ur, men tað verður væntað
meiri av honum enn einum
vanligum spælara.
Í mun til hansara yrkis
leið og CV, so hevur HB als
ikki fingið nógv aftur fyri
pengarnar. Martin Bergvold
er í løtuni í Danmark, og tað
er nakað í bendir á, at HB
ikki ynskir at fáa hann aftur.
Sigfríður vil einki siga
Venjarin hjá HB, Sigfríður
S. Clementsen, vil ikki bein
leiðis gera viðmerkingar um
støðuna viðvíkjandi Martin
Bergvold, men vil tó siga, at
tað eru profilar, sum ikki
hava sligið til.
-Vit settu okkum ein mál
setingin í ár. Vit skuldu men
na spælarar og klára Evropa.
Vit skuldu hava tríggjar
profilar, sum so kundu bera
tríggjar
ungar
spælarar.
Tveir av útlendignum hava
ikki sligið til og úrslitið
er, at vit eru eitt stig verri
enn í fjør, sigur Sigfríður S.
Clementsen, venjari hjá HB.
Spurdur um Martin Berg
vold beinleiðis hevur verið
eitt flopp, so hevur venjarin
hjá HB ikki hug at fyrihalda
seg til sterku orðingina.
- Vit hava ikki fingið tað
burturúr profilunum, sum
vit høvdu væntað. Tað er ikki
soleiðis at teir ikki hvør sær
hava roynt, men tað hevur
ikki riggað samlað. Martin
Bergvold hevur spælt eitt
sindur og byrjaði millum
annað inn við Stórá seinast,
sigur Sigfríður S. Clement
sen, ið heldur ikki vil vátta,
at HB vil av við danska mið
vallaran.
-Tað er ein spurningur til
leiðsluna, so eg fái ikki sagt
meir, sigur venjarin hjá HB.
Hvat so nú?
Kappingarárið byrjaði við, at
HB hevði tilgongd av trimum
profilum úr donskum fót
bólti, umframt spælarum
sum Heðin Hansen, Símun
Samuelsen, Levi Hanssen
og Sebastian Pingel, men á
stigatalvuni er einki broytt,
tí liðið lá eisini nummar seks,
tá farið var í summarferiu í
fjør. Tá við einum stigi fleiri
enn í ár. Skal HB koma í
Evropa, so skal liðið í minsta
lagi blíva nummar fýra, og
kanska nummar trý, um
steypavinnarin
endar
á
fjórða plássi.
- Á pappírinum var hetta
ein góð ætlan, men vit hava
ikki verið dugnaligir nokk.
Vit eru upp í móti sterkum
liðnum. Lið, sum hava spælt
saman í fleiri ár. Fyrr vóru
tað trý lið, sum kundu vinna.
Soleiðis er ikki longur, sigur
Sigfríður S. Clementsen.
Havnar Bóltfelag hevur
framvegis eitt mál um røkka
Evropa fótbólti, men spurn
ingurin er um tað ber til
uttan stryk. Felagið hevur
eisini latið Heðin Hansen aft
ur til Víking, meðan Daniel
“Elly” Pedersen og nú møgu
liga Martin Bergvold gevast
í felagnum.
-Fyri at kunna kappast
við hini toppliðini mugu vit
eisini hava styrk, men loysir
tað trupulleikan í longdini,
spyr Sigfríður S. Clementsen.
- Fyri at kunna keypa
skilagott mugu vit hava eitt
skilagott lið. Ting taka tíð og
tað ger hetta eisini. Vit mugu
verða realistiskir, tó at vit
ikki hava møtt nøkrum liði,
sum hevur verið nógv betri
vit. HB skal hyggja inneftir,
og so mugu vit rykkja tættari
saman, sigur venjarin hjá
HB.
Hann kann gleðast um,
at Aleksandar Stankov helst
heldur fram í felagnum. Tað
ljóðar, at hann er í holt við at
gera nýggjan sáttmála og øll
loyvir upp á pláss.
-Ætlanin er at Aleksandar
Stankov heldur fram, sigur
Sigfríður
S.
Clementsen,
men vil ikki siga meir.
HB hevur eisini fingið
tilgongd av Øssuri Dalbúð,
sum var toppskjútti í fjør.
HB aftur í skiftistíð
Stóri kritikkurin av HB
hevur verið, at felagið hevur
skifta venjara, sum onnur
skifta hosur. Felagið hevur
eisini lagt nýggja ætlan
javnan, men ongantíð hevur
tað eydnast at fáa sett fleiri
ungar spælarar við.
HB
er
nú
aftur
á
startlinjuni. Tað er langt upp
til hini fýra stóru, meðan
suðuroyingar hava yvirhál
að á stigatalvuni. HB kann
nú vejla at keypa spælarar
inn og vóna, at liðið klárar
Evropa, ella bara geva teim
um ungu kjansin.
trondur@sosialurin.fo
Oyggjaleikirnir 2017 eru farnar aftur
um bak, og Føroyar stóðu seg sum heild
ómetaliga væl. Vit endaðu samanlagt
næstovast á heiðursmerkjalistanum, og
føroyingar vunnu heiðursmerkir í allarflestu
kappingargreinum, sum vit tóku lut í.
Men tá ið vit líta aftur um bak, so kunnu vit
eisini staðfesta, at tað eru ítróttargreinar,
har vit ikki stóðu okkum so væl, og tí kann
man eisini hóskandi eftirmeta, hvat kann
gerast betri, ella hvussu man skal koma
víðari innan hesar ítróttargreinar.
Eg havi hug at nevna tvær ítróttargreinar í
hesum sambandi, og tað eru tennis og golf.
Gamaní var úrslitið í tennis betri, enn tað
nakrantíð hevur verið áður, men er tað gott
nokk?
Vit høvdu tveir tennisleikarar við í Gotlandi
– annar ein royndur føroyingur og hin
ein hálvur føroyingur, sumer búsitandi í
Danmark. Serliga hesin seinni stóð seg væl í
Gotlandi. Tað er einki at ivast í, at hesir hava
gjørt sítt besta, og tað sama er galdandi fyri
íðkararnir í golf.
Ein av føroysku golfleikarunum, Ragnar
Isaksen, stóð seg væl og endaði á leið mitt
á úrslitalistanum, meðan hinir tríggir allir
endaðu heilt niðarlaga á listanum. Ein føroysk
kvinna, búsitandi í SuðurAfrika, var eisini við,
og hon endaði eisini í niðara enda á listanum.
Her skal ikki sigast nakað um avrikini hjá
ítróttarfólkunum, men spurningurin er, hvat
vit vilja við hesum ítróttargreinunum?
Hvørki tennis ella golf hava havt líkinda
umstøður at venja ella kappast í nakrantíð,
men framvegis velja vit at senda fólk
til oyggjaleikirnar at kappast í hesum
ítróttargreinum. Er tað rætt?
Skulu vit ikki seta sum krav, at tær
ítróttargreinar, sum føroyingar taka lut í,
hava líka umstøður her heima, so at okkara
íðkarar eru væl fyri at kappast. Tí eigur
tað at vera eitt krav, at bæði tennis og golf
fáa hóskandi umstøður her heima, um tær
framhaldandi skulu hava føroysk umboð á
oyggjaleikunum.
Tað nyttar ikki bara at tosa um, at vit
skulu gera ein golfvøll til, at vit skulu
hava oyggjaleikirnar um kanska eini 10 ár.
Skulu okkara golfleikarar so bara venja
undir verandi umstøðum fram til tað og so
framvegis enda niðri í botni, og skulu okkara
tennisleikarar framvegis spæla á gomlu
vøllunum við ovara vøll í Gundadali, har
ongar ábøtur eru gjørdar í nógv harrans ár.
Vit noyðast sum ítróttartjóð og
oyggjaleikaluttakari gera av, um vit
vilja raðfesta ella niðurleggja hesar
ítróttargreinar í oyggjaleikahøpi, tí annars
gevur tað ikki meining.
Skulu vit raðfesta
ella niðurleggja?
HB VIL AV VIÐ
MARTIN BERGVOLD
Hann kom til Føroyar við kanska sterkasta CV’num, sum nakar spælari
í føroyskum fótbólti hevur havt, men nógv bendir á, at Martin Bergvold
er í holt við at blíva eitt stórt flopp, tí HB ynskir at sleppa av við hann