Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Annika Kunoy Im Sigrun Jóhansdóttir Bisp hev­ur umleið 5000 fylgjarar á Facebook síðu síni "Mítt lív við cystiskari fibrosu". Á síðu­ni dagførir hon fylgjarar sín­ar um sjúkralegu sína, og dagliga stíði, sum hon hev­ur av sjúkuni. Sjáldsama sjúk­ an hevur beint fyri gomlu lungu­num, og nógv hava fylgt við teir 14 mánaðirnir, har hon hevur verið í Dan­ mark og bíða eftir nýggjum lung­um, sum hon eisini fekk í januar mánaði í ár.  - Nógv fólk hava havt meg í tonkunum, og spurt bæði meg og familjuna um, hvussu hevur gingist. Tað kundi blíva strævið fyri tey nær­ma­stu, at fólk spurdu so nógv, tí tey høvdu onnur ting at hugsa um, so eg valdi bara sjálv at kunna fólk um, hvussu heilsustøðan var, sig­ ur Sigrun Jóhansdóttir Bisp í grein í Sosialinum. Í greinini greiðir hon eisini frá, at tað kennist fyri hana, sum hon hevur fingið ein nýggjan kjans í lívinum, og tað má gagnnýtast. Eitt av teimum málum, ið Sigrun Jóhans­dóttir Bisp hevur setti sær sjálvari var at vinna á hægsta tindi í Føroyum. - Tað er nakað súmbolskt í tí at koma upp á Slættaratind eftir alt tað, ið hent er sein­ astu árini. Eg havi aldrin ver­ ið á Slættaratindi, segði hon við Sosialin í síðstu viku.  Fríggjadagin fór hon súm­ bolska túrin, sum hon hev­ur bíðað so longi eftir. Veðr­ið var frálíkt tá Sigrun, mað­ ur hennara, sonur teirra, for­eldurini, og systurin við famil­ju síni fóru til gongu nið­an Slættaratind. - Tað gekk fínt at ganga nið­an, og eg tók tað róligt og steðgaði á nakrar ferðir á veg nið­an. Tað er ein fantastisk kens­la, tá man ímyndar sær, at síðani desember hevur deyð­in andað meg í nakkan, og nú eitt hálvt ár seinni, eri eg á hægsta toppi í Føroyum, sig­ur Sigrun Jóhansdóttir Bisp. Hon greiðir frá, at nú hetta hetta málið er rokkið hev­ur hon sett sær fyri at vera aktiv í gerandisdegnum. -Meðan eg bíðaði eftir lung­um orkaði eg ikki at ganga, men nú gangi eg ein túr næstan hvønn dag. Eg havi eisini keypt mær eina súkklu, og eg ætli at súkkla og vera aktiv, tí tað er so gott fyri lunguni, sigur hon.  annika@sosialurin.fo Eftir at Sigrun Jóhansdóttir Bisp fekk nýggj lungu hevur hon sett sær fyri at vinna á hægsta tindi í Føroyum. Tað málið rakk hon fríggjadagin, tá hon saman við familju sínu fór túrin niðan Slættaratind DEYÐIN HEVUR ANDAÐ SIGRUN Í NAKKAN: NÚ HEVUR HON ROKKIÐ MÁLINUM HON SETTI SÆR Á Slættaratindi fríggjadagin. Á myndini eru systur Sigrun við familju síni, foreldur hennara og Sigrun við familju síni