Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Lagt til rættis: Barbara Holm Fiskivinnunýskipanin ávirk­ ar Tjóðveldi hesar dagar, nú trýst innanífrá er komið á ting­fólk. Borgarstjórin á Eiði, Jógv­ an í Skorini, sum var valevni hjá Tjóðveldi sein­asta løgtingsval, leggur nú eftir løgtingskvinnuni úr Klaks­ vík, Óluvu Klettskarð. Tað er í samband við fiski­vinnu­ poli­tikkin hjá samgonguni, at Jógvan í Skorini legst eftir sínum floksfelaga úr Klaks­vík.   Jógvan í Skorini skrivar á sínum Facebook vanga: Hvat sker hjá Óluvu
Nú má Óluva Klettskarð vaknað. Tjóð­veldið velur at knokk­ royta norðingar alt ímeðan lokal politikkarar standa og hyggja at.
Tað er eingin loyna at eg havi verið ógvu­ liga harðrendur móti Tjóð­ veldi til tíðir, serliga tá talan er um grova høvuðs­staðar­ politikkin, ið verður trýstur oman yvir fólkið norðan­ fyri.  
Við nýggja fiski­vinnu­ upp­skotinum stendur Óluva sjálv við róðrið og smildrar norður­økið.
Hvønn skulu vit nú øsa okkum inná, nú okkara egnu venda økinum bak­ ið?
Vónandi slær Óluvá nevan í borðið og vendir gongd­ ini, eitt er so vist og sikkurt, stuðulin hevði ver­ið munandi størri enn mót­støð­an. Jógvan í Skorini sigur, at hann hevði væntað, at onkur politikkari norðanífrá, fór at siga frá og forða fyri, at upp­ skot­ið bleiv so víðgongt sum tað bleiv. - Nú síggi eg, at har er eing­in glotti at hóma, hóast tað nú bert eru nakrir fáir dagar eftir. Tí síggi eg nú, at har broytist einki og tað har­ mar meg nógv, sigur Jógvan í Skorini. Óluva Klettskarð vísir ákæruna frá Jógvani aftur. Hon svarar honum aftur, at hvørki hon ella samgongan hevur ætlanir um at smildra ella knokkroyta nakran. Týsdagin legði Aksel V. Johanne­sen, løgmaður, út eitt skriv, sum hann hev­ur sent Høgna Hoy­dal í sam­ band við flyting av veiðu­ loyvum og tað frá­greið­ing, sum fiski­mála­ráðharrin hev­ur gjørt í hesum sam­ bandi.  Í brævinum skrivar løg­ maður, at víst verður til frá­ greið­ingina um løg­frøði­ligu viður­skiftini og fyri­sit­ing­ ar­ligu gongdina í málinum um at flyta veiðu­loyvi frá línu­skipum til uppi­sjóvar­ skip. - Innanhýsis er hugt eftir rættarliga parti­num av málinum á Løg­mans­skriv­ stovuni. Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á § 5 í løgtingslógini um lands­ stýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið bein­ leiðis uppí avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum. Held­ ur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftir­ lits­skyldu tína eftir lands­ stýris­manna­ábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løg­ tinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av máli­num, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í skrivi­num.  Víðari staðfestir hann, at hann kortini ikki er nøgdur við gongdina í málinum.  - Men eg eri nøgdur við, at tú fór inn í málið fyri at fáa tað á rætta kós. Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftir­ meting av tilgongdini og fyrisitingarligu manna­ gongd­unum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viður­skiftini í rætt lag. Í fyrsta lagi at rætta mis­tøk­ ini. Í øðrum lagi at eftir­meta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leið­ reglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu um­ sitast, skrivar løgmaður og heit­ir á Høgna Hoydal um at lata frætta frá sær, tá ið hann er komin á mál við hes­um.  Løgmaður hevur gjøgn­ um­gingið frá­greið­ingina og mett um málið út frá síni eftirlitsskyldu sambært § 33 í stýrisskipan Føroya. Hann hevur mett um málið rættar­ligt og politiskt. Løgmaður fríkennir Høgna Hoydal og langar eftir embætisverkinum STRÍÐ Í TJÓÐVELDI