týsdagur 4. juli 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
POLITIKKUR
Malan Ludvig í Havn
gongur við fjórða barni
sínum, og er nú í 24. viku
í viðgongutíðini. Eisini
hon hevur verið ávirkað
av kreppuni á føðideildini.
Tá hon skuldi til fyrstu
viðtaluna hjá ljósmóður,
varð hon uppringd ein
hálvan tíma áðrenn við
taluna, og fekk tá at vita,
at ljósmóðurin var sjúk,
men at hon fekk tíð hjá
eini aðrari ljósmóður, sum
var avloysari. Til ta við
taluna fekk Malan Ludvig
at vita at næstu ferð fekk
sína egnu ljósmóður.
Soleiðis var ikki, tí
næstu ferð Malan Ludvig
hevði tíð hjá ljósmóður
síni, sum var á leið hálvan
juni, varð Malan aftur
uppringd, og fekk tá at
vita, at ljósmóðurin varð
sjúkrameldað, og tíðin
hon hevði avlýst. Hon
fekk so eina nýggja tíð 27.
juni.
Síðani
varð
Malan
Ludvig aftur uppringd, tí
viðtala hennara við ljós
móður, sum skuldi vera
27. juni, varð avlýst. Hon
hevur tí bert verið til við
talu hjá ljósmóður eina
ferð í viðgongutíðini.
Hon greiðir frá, at
umframt
viðtalur
hjá
ljósmóður skulu barna
konur tríggjar ferðir til
kommunulækna at kann
ast. Hon skal til lækna fyri
aðru ferð hesa vikuna.
Hon hevur fingið at vita,
tá tíðin hjá ljósmóður
hennara varð avlýst, at
hon kundu biða um eina
eyka tíð hjá lækna, av tí
at hon ikki hevur verið
kannað hjá ljósmóður so
ofta, sum hon hevur rætt
til.
Malan Ludvig, sum
gongur við fjórða barni
sínum,
hevur
ongan
tíð áður roynt at veri í
eini støðu, har hon ikki
sleppur framat til ljós
móður í viðgongutíðini.
Hon vísur á, at tað er
nógvur ótryggleiki tengd
ur at støðuni.
- Vit eru fleiri barna
konur, sum eru nervøsar
um støðuna og frustr
eraðar yvir, at vit ikki
sleppa framat. Tað er ein
ótryggleiki
sum
fylgir
við, og man hugsar um,
hvussu tað fer at verða
um okkurt gongur galið.
Barnakonurnar
merkja ruðuleikan
- Vit sleppa
ikki framat
Kreppan á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum stend
ur við og versnar. 71 prosent
av ljósmøðrunum, ið eru
føstum starvi ella eru fastir
avloysarar, eru í løtuni lang
tíðar sjúkrameldaðar ella
hava sagt seg úr starvi. Tað
upplýsir Rannvá Simonsen,
næstforkvinna í Ljósmøðra
felag Føroya.
- Seytjan ljósmøður eru
í føstum starvi á deild
ini, meðan fýra ljósmøður
virka sum fastir avloys
arar. Av teimum seytjan
ljósmøðrunum
í
føstum
starvi eru fjúrtan langtíð
ar sjúkrameldaðar, meðan
ein hevur sagt seg úr star
vi. Av teimum fýra føstu
avloysarunum
eru
tvær,
ið
eru
langtíðar
sjúkra
meldaðar,
sigur
Rannvá
Simonsen.
Størvini
hjá
teimum
sjúkrameldaðu
ljósmøðru
num eru í staðin mannað við
útlendskum vikarum, meðan
leiðslan á Landssjúkrahúsi
num og ljósmøðurnar royna
at finna eina semju.
Fríggjadagin var felagið
á fundi við Johnny í Gróti
num, stjóra á Landssjúkra
húsinum, fyri at finna eina
loysn.
- Vit hava eina lítla vón
um, at málið verður loyst
skjótt, tí leiðslan sigur seg
arbeiða við tí, men hædd
verður ikki tikið fyri hvussu
man skapar besta tilboð
ið til barnakonur í Føroy
um, og vit hava framvegis
ikki fingið svar upp á hví
barnakonuøkið í Føroyum
ikki kann hava ljósmøðra
leiðslu, sigur Rannvá Simon
sen.
Í síðstu viku sendi felagið
eisini ein fyrispurning til
Heilsumálaráðið um at loysa
ósemjuna, men enn hevur
felagið hvørki fingið svar
upp á kæruna, ið bleiv send
ráðnum í apríl, ella upp á
nýggja fyrispurningin.
Lovar batar
- Tað hava verið ov fáar
ljósmøður til arbeiðis vegna
sjúkrameldingar, og tað hava
vit verið noydd at loyst. Vit
hava fingið ov fáar vikarar
frá danska vikarstovninum,
men frá mikudegnum av
sær tað betri út. Tá fáa vit
væntandi nokk vikarar til at
dekka bæði viðtalur, føðing
ar og annað, sigur Johnny í
Grótinum, ið vísir á, at
nakrar viðtalur hava verið
avlýstar vegna manglandi
starvsfólk.
- Tað hevur verið neyðugt
at avlýsa nakrar viðtalur
síðstu tvær vikurnar, men
tað kemur í rættlag nú vit
fáa fleiri vikarar.
Johnny
í
Grótinum,
sjúkrahússtjóri,
upplýsir
eisini, at samband er mill
um stríðandi partarnar, og
at leiðslan seinni í vikuni
væntandi setir seg í sam
band við ljósmøðurnar um
støðuna á deildini.
- Vit fara melda út hvørj
ar tillagingar vit eru klár at
gera í skipanini, sigur John
ny í Grótinum og leggur
afturat, at leiðslubygnaðurin
møguliga kann broytast.
- Ljósmøðurnar ynsktu
at hava ein part av leiðsluni
av barsilsøkinum. Tað eru
vit sinnað at hyggja upp á,
og hava verið í samskifti við
sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið
eisini eru sinnaðar at hyggja
at tí. Harumframt verður
hugt eftir, um vit kunna
veita ljósmøðrunum betri
hølisumstøður.
Stríðið á føðideildini heldur fram:
- 71% AV LJÓS
MØÐRUNUM
SJÚKRAMELDAÐAR
ELLA FARNAR FRÁ