týsdagur 4. juli 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú mangt bendir á, at ein nýggj fiskivinnuskipan verður samtykt, ávarar Føroya Fiskimannafelag
enn einaferð staðiliga ímóti sølu av arbeiðsplássum og at strika skipanina við veiðiloyvum
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
Í Føroya Fiskimannafelag er
stórt órógv, nú alt bendir á,
at fiskivinnuskipanin, sum
landsstýrið hevur arbeitt
við, fer at verða samtykt á
Føroya løgtingi ein av kom
andi døgunum.
Umframt at felagið al
ment hevur lagt fram sítt
boð upp á eina nýggja fiski
vinnuskipan, hevur felagið
eisini staðiliga ávarað ímóti
at samtykkja fyriliggjandi
uppskot landsstýrisins.
- Vit meta, at okkara upp
skot leggur grundarlag fyri
fleksiblum
og
støðugum
karmum, og uppskotið legg
ur eisini upp til, at fiski
skapurin verður bæði lív
frøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggur.
Fiskiríkidømið skal verða á
føroyskum hondum, og tað
skal vera ogn hjá landinum.
Vit leggja upp til, at eingin
kapitalisering
verður
av
fiskiloyvum,
fiskiloyvini
skulu verða marknaðarstýrd
– og tey skulu ikki savnast á
ov fáum hondum.
Felagið vísir á, at landið
skal fáa sín hóskandi part
av tilfeingisrentuni – og
at fiskiloyvini skulu latast
teimum, sum kunnu skapa
størst møguliga virðisøking.
- Vit hava eisini gjørt eitt
modell um, hvussu tilfeingis
rentan skal verða roknað út
og goldin.
Í tilgongdini við nýggjari
fiskivinnuskipan,
hevur
Føroya Fiskimannafelag ser
stakliga ávarað ímóti upp
boðssølu av fiskirættindum,
og felagið hevur ávarað
ímóti at strika skipanina við
veiðiloyvum.
- Vit hava víst á, at bert trý
prosent av fiskirættindunum
kring heimin verða útlutaði
við uppboðssølu, og í onkr
um londum eru tey farin
burtur aftur frá uppboðs
søluháttinum,
har
hesin
hevur verið royndur.
Selja arbeiðsplássini
Felagið vísir á, at meira enn
90 prosent av fiskirætt
indunum kring heimin verða
útlutaði, sum ein lutfalsligur
partur av TAC, grundað á
søgulig tøl.
- Í okkara fiskivinnu er
tað galdandi, at manningin
eigur
í
miðal
nakað
oman fyri ein triðing av
søluvirðinum og hevur við
frábýtisrætti
ræðið
yvir,
hvussu hesin parturin av
veiðini skal seljast. Tað eru
tí í veruleikanum arbeiðs
plássini hjá føroyskum fiski
monnum, sum fara á upp
boðssølu, tá fiskirættindi
verða kravd á uppboðssølu.
Í Føroya Fiskimannafelag
eru tey sannførd um, at tað
eru støðugir karmar, forút
sigiligheit – tað væntaða –
og sterkur brúksrættur, sum
elva til eina gróðrarríka fiski
vinnu, sum kann skapa stóra
virðisøking og menning.
- Hetta er eisini tað, sum
búskaparligar
teoriir
og
hundraðtals
ára
royndir
hava víst. Uppboðssøla av
fiskirættindum
mótvirkar
hesum,
meðan
sterkur
brúksrættur eftir okkara
tykki
stuðlar
uppundir
eina slíka gongd – uttan at
fiskirættindi gerast ogn hjá
privatum.
Strámannavirksemi
Stjórnin
í
fiskimanna
felagnum vísir á, at upp
boðssøla og strikað krav um
veiðiloyvi fara at hava við
sær strámannavirksemi – og
at ræðið á føroyskum fiski
rættindum reelt enda á út
lendskum hondum.
- Hetta fer eftir okkara
tykki at elva til stutttíðar
hugsan, sum ikki elvir til
virðisøking, menning og at
leggja seg eftir burðardygd
og uppbyggjan av føroyskari
matvøruframleiðslu. Hetta
fer at føra til leigan av skip
um heldur enn bygging – við
verri umstøðum fyri mann
ingina. Trýst verður lagt á
hýrurnar, og væntandi er, at
vit fara at síggja fleiri skip
við útlendskari manning.
Føroya Fiskimannafelag
heldur, at sterkur brúksrætt
ur av fiskirættindum stuðlar
upp undir eina fiskivinnu,
sum reelt er á føroyskum
hondum.
- Ein slík skipan gevur
møguleikar fyri støðugum
og vælløntum størvum á
sjónum – og einari fiskiskipa
vinnu, sum skapar stóra
virðisøking og menning í
øllum liðum og gevur stórt
avkast til samfelagið. Ein
slík skipan stuðlar upp und
ir víðari menning av Føroy
um sum fiskivinnutjóð og
gevur størst møguligt skatta
grundarlag.
Hví kollvelting?
Í Føroya Fiskimannafelag
seta tey sær spurningin,
hvat tað í veruleikanum
er, sum ger, at vit nú partú
skulu hava eina kollvelting
og niðurbróting av eini fiski
vinnumentan og fiskivinnu
skipan, sum hevur roynst
væl, og sum hevur skapt so
stóran virðisvøkstur, høgar
inntøkur til manningarnar,
nógv arbeiðspláss og góðar
møguleikar hjá ungum fólki
á koma á arbeiðsmarknaðin.
- Hvat er tað, sum ger, at
politiski meirilutin heldur
vil, at ótryggleiki skal valda
og lata upp fyri strámanna
virksemi?
Í
fiskimannafelagnum
siga tey tó ikki, at verandi
fiskivinnuskipan ikki treing
ir til ábøtur. Hetta er eisini
orsøkin til, at felagið alment
hevur lagt fram uppskot til
eina nýggja fiskivinnuskip
an.
- Men, vegurin fram er
avgjørt ikki uppboðssøla av
fiskirættindum og at strika
veiðiloyvi hjá verandi aktør
um, eru tey í Føroya Fiski
mannafelag samd um.
SANNLEIKANS STUND FYRI
FØROYSKA FISKIMANNIN
- Skipanin, sum landsstýrið leggur upp til, fer at føra til leigan av skipum heldur enn bygging – við verri umstøðum fyri manningina. Trýst
verður eisini lagt á hýrurnar, og væntandi er, at vit fara at síggja fleiri skip við útlendskari manning, sigur Føroya Fiskimannafelag