týsdagur 4. juli 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
torshavn.fo/byggisamtyktir
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um avtøku av serstøku
byggisamtyktini fyri undir Gráasteini, Tórshavn.
Uppskot um avtøku av serstøku byggisamtyktini fyri undir Gráasteini
sambært viðfestu skjølum.
Avtøkan fevnir um hesi matr. nr.
Matr. nr. 1116a
Matr. nr. 1116b
Matr. nr. 1116c
Matr. nr. 1116e
Matr. nr. 1117a
Matr. nr. 1117b
Matr. nr. 1118a
Matr. nr. 1118b
Matr. nr. 1119a
Matr. nr. 1120a
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at avtaka serstøku byggisamtyktina fyri
undir Gráasteini liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 28. juni
2017 til og við 9. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til
kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 9. august 2017.
Avtøka av serstøku byggisamtyktini
fyri undir Gráasteini, Tórshavn
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um broyting í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ásetingin fyri umráðirspartarnar A1 í 3. grundumráði, §5 stk. 2 í
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu er:
Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 m². Tá byggingin verður
framd eftir serstakari byggisamtykt, kann býráðið loyva, at grund-
stykkini eru minni enn 500 m², tó í minsta lagi 400 m² fyri stakhús
og 300 m² fyri hvønn partin av einum tvíhúsum ella raðhúsum. Ein
partur av teirra minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og
sum bilstøðil.
Ískoyti til §5, stk. 2 er soljóðandi:
Í samband við eitt natúrliga avmarkað øki, har flestu grundstykkini
eru minni enn ásetingarnar í pkt. 2 loyva, kann byggivaldið geva
serloyvi til at víkja frá ásettu støddini á grundstykkjunum. Hetta fyri
at varðveita dámin í økinum.
Hetta er í samsvar við miðbýarætlanini hjá Tórshavnar kommunu við
at tætta miðbýin, og fáa fleiri fólk at búseta seg í honum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina
fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá
28. juni 2017 til og við 9. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl.
9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 9. august 2017.
torshavn.fo/byggisamtyktir
Broyting í almennu byggiamstyktini
fyri Tórshavnar kommunu
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn