týsdagur 4. juli 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
WWW.GLASIR.FO
Janusargøta 3 | Postboks 218 | FO-110 Tórshavn | Tel. 353 535 | starv@glasir.fo | www.glasir.fo
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 lærarum og 1.500
næmingum. Gymnasialt miðnám er størsta virkisøki á Glasi, og nú lýsa vit
eftir útbúgvingarstjóra, sum fær ábyrgdina fyri gymnasialu útbúgvingunum.
Vit leita eftir einum útbúgvingarstjóra, sum er framsíggin, hevur dirvi at
ganga nýggjar leiðir og er eldhugaður fyri, at samanleggingin í ein skúla skal
eydnast. Viðkomandi verður partur av ovastu leiðsluni á Glasi.
Les meira um starvið, ábyrgdir og krøv til umsøkjarar á glasir.fo/starv.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins,
og er lønt í 37. lønarflokki, har
verandi løn er kr. 47.861,26 um mánaðin umframt
eftirlønargjald á 15%.
Meira fæst at vita um starvið, við at seta seg í
samband við Boga Bech Jensen,
rektara, á bbj@glasir.fo.
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi
15. august 2017 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast til ber.
STJÓRI FYRI
GYMNASIALT MIÐNÁM
STARVS-
LÝSING
Gartnarastarv
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast
eftir fólki til gartnarastarv at byrja
1. september 2017.
Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt,
um royndir við plantum, og um ráðgeving
og sølu.
Vit sóknast eftir fólki við gartnara-
útbúgving og -royndum, men eisini fólk við
aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum
royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar
av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar
umframt leygardagar.
Løn sambært avtalu millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fast at vita við at venda sær til
Rakul A. Dam, røktaraleiðara, á telefon
+298 234363 ella í telduposti til
rakuld@us.fo, sí eisini www.us.fo
Gróðurstøðin er partur av Skógrøktini, sum
er skipað sum deild á Umhvørvisstovuni.
Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni,
og hon skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 10. juli 2017.
Minst til at merkja umsóknina “Gartnari”.
Postadressan er: Traðagøta 38, Postboks
2048, 165 Argir, t-postur: us@us.fo
ENVIRONMENTAL AGENCY
UNDANTAKSLOYVI AT TAÐA
OMAN FYRI 250 M
Umhvørvisstovan hevur hin 4. juli 2017,
sambært kunngerð um taðing, givið
tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða oman
fyri 250 m til:
Tórshavnar kommunu
í sambandi við niðurlegging av pørtum av
tyrvingarplássinum í Húsahaga
loyvið er alment og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í
umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan
2. august 2017 sendast til : Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Umhvørvisstovan
Postboks 2048 · FO-165 Argir · tlf.: 342400 · www.us.fo
Arbeiði
Grava og planera Urtagard,
dren, v.m
Tlf 224910 / 224910
Málara Arbeiði
Vit átaka okkum alt
málaraarbeiði og arbeiða um
alt landi. Ring ella skriva til
okkara á malarin.fo@hotmail.
com og vit geva tykkum eitt
tilboð.
253766
Timbur og Snikkaraarbeiði
Alt timbur og snikkaraarbeiði
verður gjørt. Eri at hitta
aftaná kl. 1800. Hans Bech
Húsasmiður. hansbech@
kallnet.fo
Telefon: 212561
Býli í Føroyum
Íbúð
Lítil íbúð til leigu í Vági
373498
Íbúð ynskist til leigu
Tilkomið par søkir íbúð í
meginøkinum. Roykja og
drekka ikki. Gjalda til tíðina.
Tlf 582194
Dýr
YNSKIST
hevur nakar undulatar at
selja mær bílilga helst 1-2 ár
271723
Frensur ynskir nýtt heim
Vegna serligar umstøður,
søkja vit nýtt heim til ein eitt
ára gamal frens, frensurin
er geldur og sera fittur. Vit
ynskja at frensurin fær eitt
gott, varandi og ikki minst
kerligt heim. Um tú ynskir at
vita meira um frensin kanst
tú ringja:
220084