týsdagur 4. juli 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Europa League:
Tróndur Arge
Føroyskur liðfótbóltur er hóttur á
altjóða styrkilistanum. Verða vit
yvirhálaði av Gibraltar, so missa vit
fjórða plássið í Evropa. Tað mekir,
at bara trý feløg sleppa í Evropa
á hvørjum ári, og tað er ein stór
minking í Evropa-milliónum, sum
koma til landið.
Vit hava sjálvi skyldina av tí. Í
fleiri ár hava feløg strídst fyri at
koma í Evropa, fyri síðani at brúka
tað sum ein feriutúr, ella enntá
sparitúr. Málið var bara at fáa fatur
á upprunaliga luttøkugjaldinum,
fyri síðani at brúka sum minst á
ferðunum kring Evropa.
Nú kemur revsingin. Vit renna
undan Gibraltar, sum við stórum
fetum heintar inn á føroyskan fót
bólt. Mótspælið er í gongd. Víkingur
hevur gingið undan og nú er ongin
ivi. Øll tey føroysku feløgini og
spælararnir raðfesta nú Evropa,
sum eina týdningarmikla uppgávu.
Ikki bara fyri seg og sítt felag, men
eisini fyri føroyskan fótbólt.
Í tvey ár er einki føroyskt felag
komið víðari, men tilgongdin til
dystirnir líkist nú tí, sum landslið
ið leggur fyri dagin undan altjóða
uppgávu. Úrslitið sæst í fyrsta um
farinum av innleiðandi umfarin
um í Europa League. Hóast avbera
sterka mótstøðu, so eru øll trý før
oysku liðini á lívi enn.
B36 fer at spæla
B36 fótbólt
Størsta møguleikan at koma víðari
hevur B36. Teir spæla móti Nõmme
Kalju úr Eslandi. Í fyrra dystinum
var omaná ein løtu, eftir at Patrik
Johannesen javnaði fyri árstalsfe
lagið úr Gundadali. Tað endaði við
at Nõmme Kalju vann 2-1, men tað
er eitt gott útgangsstøði fyri retur
dystin hóskvøldið.
Á A. Le Coq Arena í Tallinn hevði
B36 flutt miðverjan og liðskiparan,
Odmar Færø, upp á miðjuna. Hetta
fyri at verja betri fyri stóru og
sterku spælarunum hjá Nõmme
Kalju. Nú er líkt til, at B36 verður
at síggja í eini meiri framrættaðari
spæliskipan.
– Vit valdu at vera varnir í úti
dystinum. Teir eru stórir og vit
vildu verja fyri. Tað gera vit ikki
hesaferð. Tað verður meiri B36, sum
vit kenna tað, ið vit koma at síggja
í Gundadali, sigur Jákup á Borg,
venjari hjá B36.
Hann náddi ongantíð at vinna
seg víðari í Evropa sum spælari. Nú
er málið at klára tað sum venjari.
Hann hevur ikki havt bestu kortini
á hondini í ár, tá talan er um skað
ar. Nógvir spælarar hava sitið utt
anfyri, men til dystin hóskvøldið er
stríð um fleiri pláss á liðnum.
– Fyrstu ferð síðani eg bleiv venj
ari, kann eg nú velja millum fleiri
spælarar á fleiri plássum. Eg havi
onkuntíð ivast í tveimum, men nú
ivist eg í heili fýra spælarum, sigur
Jákup á Borg.
Hann váttar, at talan er um pláss
í miðverjuni, har Odmar Færø skal
spæla fyri antin Bjarna Petersen
ella Andrias H. Eriksen. Eisini eru
bæði Hannes Agnarsson og Christi
an R. Mouritsen við at verða so
klárir, at teir kunnu spæla fullan
dystin. Tí eru eisini fleiri um
boðið á vengrunum.
Vandar og veikleikar
Í fyrra dystinum hevur Jákup
á Borg lagt merkis til, at estiska
liði spælir meiri beinleiðis, enn
væntað varð frammanundan.
Tað er tó ivast hvussu verður í
Gundadali, tí Nõmme Kalju hevur
nýggja brasilskan spælara tøkan.
– Í fyrra dystinum spældu teir
við einum stórum áleypara, sum
passaði verjuni hjá okkum væl. Nú
mugu vit líka síggja hvussu hesin
nýggi spælarin er, sigur venjarin
hjá B36.
35 ára gamli Tarmo Neemelo
spældi í álopinum í Tallinn, men í
Gundadali verður tað helst brasilski
Liliu, sum spælir. Hann er 27 ára
gamal og hevur spælt á Malta, men
hevur felagið hjá honum hevur ikki
vilja givið spælaraloyvið til Nõmme
Kalju fyrr enn nú.
– Vit hava heilt víst ein kjans,
men teir eru nokk favorittar, tá
teir nú hava eina leiðslu frá fyrra
dystinum. Tað løtuna tað var javn
leikur í Estlandi vóru vit omaná. Tá
vit fluttu bóltin væl runt fingu vit
eisini pláss, meðan teir eru sterkir
upp á deyðbóltar og innlegg, sigur
Jákup á Borg og leggur afturat:
– Í Estlandi spældu vit á einum
hálvtómum leikvølli. Nú spæla
vit í Gundadali og frammanfyri
WhiteTigers. Tað gleða vit okkum
t i l ,
sigur
venjar
in hjá B36,
sum er uttan
Høgna
Eysturoy
og Philip Lund, sum
báðir eru skaddir.
Vinnur B36 1-0, so eru teir víðari.
Skorar Nõmme Kalju, so skal B36
skora minst tvey mál, fyri at út
javna støðuna. Tað er ikki nokk hjá
B36 at vinna eitt nú 3-2, tí so hava
gestirnir skorað fleiri mál á útivølli.
NSÍ fær tað trupult
Runavíkingar fingu helst torfør
asta lutakastið saman við KÍ. NSÍ
fekk Dinamo Minks, sum er millum
tey heilt stóru feløgini í Hvítaruss
landi, tó at BATE Borisov er heilt
stóra felagið í løtuni. NSÍ tapti
í fjør greitt fyri Shakhtyor Soli
gorsk, sum somuleiðis er úr Hvíta
russlandi.
Tí varð væntað,
at NSÍ fór at tapa greitt í hitanum
í Minsk, men so var ikki. Við einum
sterkum endaspurti minkaði NSÍ
um munin, og kundi við hepi stolið
eitt stig.
– Eftir endan á dystinum í
Minsk, sita vit við kensluni at hetta
ber til. Nú fáa vit at síggja hvørja
fyrimunir vit hava av at spæla á
heimavølli. Hitin er minni og und
irlagið er øðrvísi. Framvegis skal
alt tað grundleggjandi rigga, men
vit vóna at tað ber til, sigur Anders
Gerber, venjari hjá NSÍ.
Hann hevur møguliga Jan Ell
ingsgaard tøkan til dystin, men
B36, NSÍ og KÍ hava øll møguleika at koma víðari undan seinna dystinum í
innleiðandi umfarinum í Europa League. Alt tosa um føroysku kreppuna í
altjóða liðfótbólti er fyribils løgd á ís. KÍ “vann” 0-0 á AIK Stokholm,
NSÍ kom livandi frá Hvítarusslandi, meðan B36 kundi havt vunnið
í Estlandi. Bæði taptu 2-1, men hava eitt útivallarmál
ÍTRÓTTUR
EVROPESISKI
DREYMURIN LIV
KRING LANDIÐ