týsdagur 4. juli 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
annars eru allir hinir í hópinum
tøkir. Í Minsk spældi NSÍ við fimm
í verjuni, men tað er møguligt, at
ein lítil broyting verður hesaferð.
– Tað kemur at líkjast tí, sum
vit sóu í Minks. Undirlagið er
øðrvísi og hitin er minni, men
annars er fótbóltur tað saman.
Vit vóna sjálvandi at hava bóltin
nakað meir og møguliga kunna
verja longur frammi á vøllinum.
Tá spældi vit við fimm í verjuni,
møguliga vit broyta tað eitt
sindur, sigur Anders Gerber, sum
tó leggur afturat, at tað so mikið
sterk mótstøða, at tað snýr seg um
at halda málið reint so leingi sum
gjørligt.
Mótstøðuliðið er sterkt í mun til
føroyskan fótbólt. Teir hava sterk
ar spælarar og tríggir teir fremstu
eru væl fyri.
– Teir spæla 3-4-3, kanska við
íblástri frá Chelsea. Teir eru krops
liga sterkir, sterkir í luftspælinum
og hava tríggjar góðar spælarar í
fremstu rekkju. Teir spæla eisini
við desiplin, har teir í fleiri førum
hava fimm spælarar aftanfyri bólt
in, sigur Anders Gerber.
Tað er serliga spælarin við 11-tal
inum hjá Dinamo Minsk, Anton Sa
roka, sum NSÍ skal ansa væl eftir.
At enda hevur Anders Gerber
eina áheitan til viðhaldsfólkini hjá
NSÍ.
– Tað er týdningarmikið, at vit
fáa stuðul frá áskoðarunum. Tá
ein tími er farin og spælararnir eru
troyttir, er tað týdningarmikið, at
vit hava áskoðarar, sum stuðla okk
um. Tað kann blíva munurin, sigur
venjari hjá NSÍ.
NSÍ er í somu støðu sum B36. Ein
1-0 sigur er nokk.
KÍ skal verja fyri lívinum
Eisini KÍ hevur ein torføra uppgávu
í Stokholm. Eftir framúr málleysa
javnleikin í Gundadali, so eru klaks
víkingar farnir at droyma um tað
ótrúliga. Kann KÍ veruliga skaka
svenska fótbóltsheimin við at
bjóða upp til dans á sjálvari Friends
Arena.
AIK Stokholm er millum stóru
feløgini í Svøríki, men liðið hevur
trupult við at skjóta mál. Tað sást
eisini aftur í Gundadali, tá liðini
spældu málleysan javnleik. AIK
er ikki minni favorittur at koma
víðari, men KÍ prógvaði eisini í
dystinum, at liðið kann hótt upp
á deyðbóltar og skjótálop. Fyri KÍ
telur ein mál á útivølli tvífalt, tú
AIK ikki megnaði at fáa mál í Før
oyum.
Norðlýsið boðar frá, at einir 70
áskoðarar eru við ferðalagnum í
Stokholm, umframt at aðrir áskoð
arar eisini eru ávegis. Í fyrra dystin
um var KÍ ikki beinleiðis nær við at
skora, men tað var eisini sjáldan, at
AIK var nær við.
Helst spæla menn sum Krist
offer Olsson og Henok Goitom við
frá byrjan hesaferð. Teir eru millum
betru spælararnir, men komu ikki á
vøllin fyrr enn í seinna hálvleiki í
fyrra dystinum.
KÍ er uttan Sørmund Kalsø,
men annars eru allir spælarar við
á ferðini. Skorar KÍ, so er ein javn
leikur nokk.
trondur@sosialurin.fo
ÍTRÓTTUR
B36
Høgni Eysturoy (lærkrikin, venur við aftur fyri fyrstu
ferð í longri tíð) Philip Lund (Fibur, 4-6 vikur)
Jákup á Borg sigur:
1: Vit skulu spæla okkara B36. Tí tað sóu vit at vit fáa
nógv pláss, men tað má verða við umhugsni.
2: Skulu arbeiða hart í verjustøðu, so teir ikki sleppa
til deyðbóltar ella innlegg. Teir vóru sterkir í
deyðbóltinum.
3. Skulu arbeiða hart saman og hepni. Allir koma ikki
at spæla sín lívsdyst, men allir mugu taka teir eyka
metrarnar, sum skulu til. Eisini, at menn sum Róaldur
Jakobsen og Lukasz Cieslewivz avrika.
NSÍ
Allir eru við, men Jan Ellingsgaard er ivasamur
Anders Gerber:
1: Vit skulu hav hepni við okkum
2: Vit skulu spæla sum eitt lið bæði í verju og álop. Vit
klára tað ikki, um vit spæla ein móti einum
3: Vit skulu halda nullið, sjálvt um vit skulu vinna. Vit
kunnu ikki spæla ein opnan dyst móti teimum. Vit
skulu spæla kløkt og skilagott, men vóna at vit kunnu
sakapa meiri og verða meiri neyvir. Málleyst aftaná
75.min er fínt
KÍ
Sørmundur Kalsø (knænð)
Sosialurin um KÍ:
1: KÍ skal draga leikferðina niður, tað eydnaðist væl í fyrra
dystinum
2: Skulu halda málið reint. Tað ljóðar sum ein sjálvfylgja,
men fyri hvønn minutt kemur KÍ í eina betri støðu
3: Skulu taka av møguleikunum. Teir verða ikki nógvir, men
fyrsta málið telur tvífalt!
IR