hósdagur 6. juli 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
4
– Hann er ein av teimum hundrað
ríkastu persónum í Danmark, og mett
verður, at hann er góður fyri umleið
1,4 milliardir krónur. Hann eigur ein av
teimum absolutt størstu fiskibátunum
í Danmark. Og so er hann ein av
teimum umstríddu kvotakongunum,
ið hava fingið ein leiklutin sum skálkar
í einum politiskum stríði um nýggja
fiskivinnusemju. Teir sokallaðu
kvotukongarnir verða ákærdir fyri at
skapa monopollíknandi viðurskiftir,
ið ganga út yvir teir smærru
fiskimenninar.
Soleiðis byrjar Berlingske eina longri
grein um føroyska reiðaran Gullak
Madsen, ið hevur sítt virksemi í danska
býnum Hirtshals.
Í drúgvari grein hósagin tosaði blaðið
við føroyska reiðaran um sítt virksemi
og tær broytingar, ið danskir politikarar
ynskja at gera í fiskivinnuni.
Í greinini ger Gullak Madsen fleiri
ferðir greitt, at hann ikki skilur, at
danskir politikarar ynskja at gera
umfatandi broytingar í fiskivinnuni,
og ávarar um, at tað kann skapa eina
kreppu í vinnuni.
Nomið verður eisini við byrjanini av
virkseminum hjá føroyska reiðaranum.
– Eg kom til Danmarkar í 1988 við
tíggju fingrum og keypti ein lutfalsligan
lítlan bát. Vit hava bygt okkum upp til
tað, ið vit eru í dag. Tað eru vit errin
av, sigur Gullak Madsen við blaðið, og
leggur afturat, at báturin kostaði 42
milliónir krónur.
Sum 13 ára gamal tveitti Andreas
Joensen úr Klaksvík ein fløskupost í
havið á Sjómannadegnum. Nú ein dagin
kom fløskuposturin afturíaftur. Tað er
Norðlýsið, sum ber søguna.
9 ára gamla Annika Hansen kom
á gátt hjá blaðnum og vísti teimum
fløskupostin, sum hon fyrr í vikuni
fann í brimgarðinum í Norðragøtu. Hon
býr í Svøríki, men er um dagarnar og
ferðast í Føroyum. Tað vóru hon og
Arnfinn Hansen, pápi hennara,
sum hendan dagin gingu
túr á brimgarðinum í
Norðragøtu.
Norðlýsið skrivar,
at ikki ber til at
siga, hvussu leingi
fløskuposturin
hevur ligið har ella
hvøja leið hann
hevur ferðast, men
hetta er so einasti
fløskuposturin frá
Sjómannadegnum, sum
er funnin aftur í Gøtu.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
How.. SEV burdi verði
høvðusstuðul hjá EB/Streymi
Tveir mans á 40 og
79 ár duttu niður í
Saksun hósdagin. Tann
40 ára gamli lat lív
í vanlukkuni, meðan
hin meislaði seg illa.
Teknmál bleiv í vikuni
viðurkent sum alment
mál í Føroyum
Grindadráp í Hvannasundi
elvdi til ruðuleika í
tunlinum. Ferðslan varð
tarnað í upp í ein tíma.
Málið um brenda
skipið Vesturland
endar í rættinum, nú
stríð er komið millum
Fiskimannafelagið
og Thor.
Team Rynkeby Føroyar
fór av landinum
hóskvøldið og
vera í Paris
15. juli.
»Summarfrí«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
ára gomul kunnu fáa
koyrikort til prutl
á kvøldskúla?
15
Tingið varð púra óvæntað sent til hús
mikumorgun, tá ið tingformaðurin
Páll á Reynatúgvu hevði fingið nóg
mikið av ruðuleikanum. Málið um
fiskivinnunýskipanina var ov ógreitt,
og tí tók tingformaðurin hesa avgerð.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Nú Løgtingið er farið í
summarfrí, kann man taka
jólapyntið niður.
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi og vestri, 5 – 10
m/s, sum seinni minkar til lot til
andøvsgul, 2 – 7 m/s. Turt og
sólglottar og hitin um 10 stig.
Um náttina lot til andøvsgul 3 – 8
m/s av suðri. Tað verður skiftandi
veður og møguliga nakað av regni
og hitin millum 8 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av suðri, 2 – 7
m/s, í støðum upp til stívt
andøvsgul, 10 m/s. Skiftandi veður
við regn í løtum og hitin millum
10 og 12 stig. Um kvøldið snarar
hann í ein norðan og landnyrðing,
tað klárnar upp tí við vanda fyri
ælum, og hitin millum 7 og 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi, 5 – 10 m/s.
Tað verður nakað av sól,
men eisini einstøk øæl. Hitin
millum 10 og 13 stig, og um
náttina millum 5 og 10 stig.
5-10 m/s
2-7 m/s
5-10 m/s
Føroyskur
kvotakongur góður
fyri 1,4 mia krónur
Fann sjey ára
gamlan fløskupost
Um orðið sigur Sprotin
summarfríh4e
summarfrítíð, tær tvær vikurnar, vit áttu summarfrí; í
hoytíðini hava børnini summarfrí
Visti tú?
At tað enn
er stórur vandi
fyri skriðulopi á
vestursíðuni av
Grønlandi
MYND: EINAR WAAG